Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ráð­stevn­a Øssur Winthereig - PRESS – Vit hava lyndi til at gloyma, at kapping ikki er eitt enda­ mál í sær sjálvum – men at kapp­ing heldur ein máti at skapa búskaparvøkstur og væl­ferð. Og ofta gloyma vit eis­ini, at liberalisering í sær sjálvum ikki skapar virkna kapping – tað krevjast nakrar heilt serligar fortreytir fyri at fáa virkna kapping. Hetta segði Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnu­ málum, tá hann setti ráð­ stevn­una í Norður­landa­hús­ inum um »Kapping á smáum marknaðum.« Kappingareftirlitið skip­ aði saman við Vinnu­mála­ ráð­num fyri ráðstevnuni, ið lýsti tær avbjóðingar, sum eru at fáa virkna kapping á so smáum marknaður, sum tí føroyska. – Virkin kapping er for­ treyt­in fyri, at før­oyski bú­ skap­urin verður effektivur og kappingarførur, sigur lands­stýrismaðurin. Nógv øki uttan kapping Samstundis ásannaði Johan Dahl, at Føroyar eru ein fjar­ skotin og lítil marknaður, har tað eru grundleggjandi av­bjóð­ingar at fáa virkna kapp­ing. Hann nevndi sum dømi, at kappingin í Føroy­ um ikki er virkin innan fjar­ skifti, elveiting, sam­ferðslu, flog­ferðslu, orku, trygg­ing og fígging. – Eg ivist ikki í, at tað er politiskur vilji til at fáa virkna kapping innan hesi økini, men á summum økjum eru íløgur og kostnaður so stórur, at tað ikki ber til og so­statt er neyðugt við regu­ ler­ing, sum kann tryggja effek­tivitet til frama fyri brúk­arar og búskapin, sigur Johan Dahl. – Tað vilja natúrliga vera fleiri sektorar í Føroy­um, sum ikki kunnu virka opti­ malt, tí at marknað­urin er ov lítil til, at stór­rakstrar­ fyri­munir og virkin kapping kann skapa nøktandi virkis­ fýsni, rakstrar-optimer­ing og innovatión. Og hetta hevur við sær lægri pro­duktivtet og eitt væl­ferðar-tap fyri samfelagið sum heild, sigur Johan Dahl. Jóannes Jakobsen, bú­ skap­ar­frøðingar, vísti á ráð­ stevnuni á, at eyðkennini fyri ein marknað, uttan virkna kapping eru at finna í Føroy­um. Har tað eru fáir út­ bjóð­arar og fáir keyparar ber ikki til at hava virkna kapp­ ing. Jóannes Jakobsen vísti eis­ini á, at sjálvt um ynski eru um at fáa meiri kapp­ ing á makrnaðirnar, so finst einki svar, ið er rætt í øllum førum. Fríur marknaður er ikki einasta svarið Landsstýrismaðurin er ikki ein av teimum, sum heldur, at einasta svarið er, at markn­aðar­kreftirnar skulu ráða, so fer alt hitt at laga seg. – Hóast regulering og eftir­lit á mannamunni eru at meta sum »fy-orð«, so er tað ein sann­roynd, at í mun Johan Dahl, landsstýrismaður Johan Dahl, landsstýrismaðurin í vinnumálum boðaði á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um kapping á smáum marknaðum frá, at landsstýrið arbeiðir við at endurskoða sín eigarapolitikk í almennu partafeløgunum. Hóast eftirlit ikki ljóðar gott, so kann neyvt eftirlit vera við til at tryggja effektivitet og samfelagságóða, heldur landsststýrismaðurin Kapping ikki nakað mál í sjálvum sær Mynd: Øssur Winthereig