Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 ráð­stevn­a til kapp­ing, so kann neyv reguler­ing vera við til at tryggja effektivitet og sam­ felags­ágóða, heldur lands­ stýris­maðurin. Í okkara parti av heim­ inum hevur tað almenna søgu­liga átt fleiri fyritøkur, sum vóru hildnar vera natúr­lig monopol. Hetta eru fyri­tøkur, sum krevja serliga tungar íløgur. Tað kunnu vera vegir og tunlar ella byrgingar til vatnorku ella – fjarskifti. Seint í 80-unum og 90- unum fóru londini í Evropa at privatisera gomlu al­ mennu monopolini og at liberalisera marknaðirnar. Í Føroyum fóru vit somuleiðis undir at einskilja og liberali­ sera seinast í 90-unum og út­eftir. Landsstýrismaður­in nevnir fjarskiftið, sum var liberali­serað og net og søla sundur­skild. Farmaleiðir eru privati­seraðar. Bygdaleiðir eru út­veittar. So eru eis­ini nøkur dømi har ein­skilt er við almennum ognar­skapi, eitt nú Føroya Banki og Norrøna. Føroya Lívs­trygg­ing er seld. – Tað er ikki altíð eydn­ast væl, men enn eru fleiri tæn­ astur eftir, har vit kundu vunnið nógv við privati­ser­ ing, liberalisering og út­veit­ ing, sigur Johan Dahl. Sum eitt dømi, har tað ikki riggaði væl, nevnir hann Atlantsflog. Ov lítil marknaður – Devisan var heilt klár. Latið marknaðarkreftirnar ráða, so er lukkan vunnin. Men so einfalt vísti tað seg tó ikki at vera. Á einum lítl­um marknaði sum tí føroyska verður úrslitið av liberalisering oftast ikki tað sama sum á stórum marknaðum. Samfelagið og marknaðurin eru til tíðir snøgt sagt ov lítil til, at marknaðarkreftirnar veruliga kunnu folda seg út, heldur landsstýrismaðurin. – Á duopol og oligopol markn­aðum folda marknaðar­kreftirnar seg ikki fult út, tí fullkomin virkin kapping forútsetur, at nógvir veitarar eru á marknað­in. Eru tað ikki tað, hevur hetta við sær eitt sam­ felags­tap, sigur landsstýris­ mað­urin. – Tá vit í Føroyum liberali­ sera eitt fyrrverandi al­ment monopol, enda vit tí ofta við einum privatum mono­ poli ella duopoli. Og sum bú­skapar­frøðingar plaga at taka til, at »tað ein­asta, sum er verri enn eitt al­ment monopol, er eitt privat mono­ pol«, sigur Johan Dahl. Hetta verður oftast sagt í spølni, men hevur í veruleikanum eitt fakligt grundarlag. – Tað er dýrt at vera fá­tækur, kunnu vit bara ásanna. Vit hava í Føroyum ikki ráð til at brúka líka nógv­ar ressursir upp á reguler­ing og eftirlit, sum tey gera í stórum londum. Og hetta samstundis sum vit standa við lutfalsliga fleiri marknað­um, har støddin ger, at kapp­ingin ikki virkar opti­ malt, sigur Johan Dahl. Vit eru tí noydd til at finna ein øðrvísi máta at skipa okkum. Eingin røtt loysn Men hvørki landsstýris­mað­ urin ella nobelvinnari í bú­ skapi hava nakað greitt svar upp á, hvussu besti mátin er at eggja til ella royna at tryggja virkna kapp­ing. Og eyka trupult er tað á markn­ að­um, sum tí før­oyska, sum er eyðkendur við fleiri duo­ pol­um og mono­polum. – Tað finst tí snøgt sagt eingin fasit-listi fyri, hvussu vit fáa sum best burtur­úr okkara mongu mono­pol og duopol-marknað­um, stað­ festir lands­stýris­maðurin. Hann vísir til, at í ár var Nobel heiðurslønin í búskapi latin Jean Tirole, sum í sín­ um arbeiði hevur víst á, hvussu trupult – ja, nærum ógjør­ligt – tað er at tryggja effek­tivitet og virkisfýsni á monopol-marknaðum við at nýta regulering. Men liberala grund­sjón­ar­ miðið hjá lands­stýris­mann­ inum er kortini ikki heilt horvið. – Í mínum hugaheimi mugu vit sum lítið land royna at fáa kapping inn í teir sektorar, har tað gevur mein­ing. Tað privata vinnu­ lívið røkir heilt einfalt ávís­ ar upp­gávur betur. Priv­ata vinnu­lívið í virknari kapp­ ing er eyð­kent við at sýna virkis­fýsni, rakstrar-opti­ mer­ing og innovatión, sigur lands­stýrismaðurin í vinnu­ málum. Almennur leiklutur Umframt kappingarstøðuna sum heild, so var eisini evni um útveiting av almennum tænastum og leikluturinn hjá tí almenna á skránni. Eyðkennið í væl­ ferðarsamfeløgunum er, at tað almenna hevur ein stór­ an leiklut í búskapinum. Í Føroyum er tað almenna bæði størsti útbjóðari ella seljari og eisini størsti keyp­ ari. – Almennir stovnar og fyri­tøkur hava eina serliga ábyrgd fyri, at kapp­ingar­ støðan á teimum ymsu markn­að­unum ikki verður ávirkað á ein óhepnan hátt. Tað almenna skal eisini taka eitt nú kapitalkostnað við, tá prís­urin verður ásettur, tí tað al­menna hevurr fíggjarliga tyngd til at kappa nærum ein­hvønn privatan út av markn­að­inum, sigur Johan Dahl. Her stingur spurningurin seg eisini upp, um beinleiðis leiklutin hjá tí almenna í vinnulívinum. Johan Dahl upplýsti, at landsstýrið hevur sett sær sjálvum spurn­ingin um, hvør eigara­ politikk­urin hjá tí almenna skal vera í teimum almennu parta­feløgunum. – Vit hava í fleiri førum lagt landsfyritøkur yvir í parta­felagsformin, har vit stýra eftir armslongdar prinsipp­inum. Hesi feløgini skulu tískil stýrast eftir marknaðar­búskaparligum for­treyt­um, og einans hava eitt­ans høvuðs­endamál – nevni­liga profit-maksimer­ ing. – Eg haldi, at spurnar­ tekin kann setast við, um hetta veruliga er enda­málið við almennum ognar­skapi í vinnuni. Er tað profit-maksi­ mering ella maksi­mering av samfelagságóðanum, sum er endamálið? Og kann tað seinna lata seg gera uttan at tað gongur út yvir effek­ tivitet og innovatión, spurdi lands­stýrismaðurin í vinnu­ málum. – Men kjakið gerst øgiliga skjótt ideologiskt, tá vit fara at tosa um alment versus privat, og regulering versus laissez-faire politikk. Tá vit fara í ideologisku skot­grøv­ ir­nar, so gerst tað trupult at analy­sera avbjóðingarnar, sum vit hava – og at finna semju um røttu loysnirnar. – Í mínum hugaheimi mugu vit sum lítið land royna at fáa kapping inn í teir sektorar, har tað gevur meining. Tað privata vinnulívið røkir heilt einfalt ávísar uppgávur betur, segði Johan Dahl, landsstýrismaður, tá hann setti ráðstevnuna um »Kapping á smáum marknaðum« Mynd: Øssur Winthereig Hóast regulering og eftir­lit á mannamunni eru at meta sum fy-orð, so kann neyv reguler­ing vera við til at tryggja effektivitet og samfelags­ágóða