Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Øssur Winthereig – PRESS – Hugsanin um, at eigarin – landið – skal verða eina arms­longd frá sjálvari fyri­ tøk­uni, er púra skeiv. Júst tá landið eigur partafelagið Føroya Tele, so gevur tað góðar møgu­leikar at ávirka rætta vegin. Eigarin skal stinga út í kortið, hvønn veg far­ast skal og hvørjum málum arbeiðast skal eftir, sigur Andras Róin, sum var stjóri í Føroya Tele til 2006. – Ein almennur eigari skal stinga út í kortið, hvussu vit tryggja best møguliga sam­ felags­búskaparliga menn­ ing og ávirkan burtur úr teimum stóru og ríku al­ mennu feløgunum. Føroya Tele skuldi heldur enn at goldið 30 mill. kr í vinnings­ býti til eigaran, sett meiri ar­ beiði í gongd, skapt nýggj­ar inn­tøkur og fleiri ar­beiðs­ pláss. Bara at hugsa um vinn­ing fyri at kunna gjalda vinn­ings­býti er visjónsleyst. Hetta sigur Andras Róin í dag. Andras Róin og Bjarni Askham Bjarnason, fyrr­ver­ andi stjóri á Kall, umrøddu á ráðstevnuni um kapping á smáum marknaðum, gongd­ ina á fjarskiftisøkini um aldarskifti og nøkur ár fram, tá teir ráddu fyri borgum í hvør síni telefyritøku. Andras Róin er í dag stjóri á Bústøðum, og Bjarni Askham Bjarnason er aðalstjóri í fíggjar­málaráðnum. Sjálvrósandi atburður – Tað sum eyðkendi gamla Telefonverkið var júst tað, sum almenn monopol ofta hava. Tað var týðandi, at ongar atfinningar vóru at hoyra. Tað var nokk so sjálv­ rósandi atburður. Tað var øgiliga tøkniliga baserað. Eitt annað eyð­kenni var, at bygn­aðurin á Telefon­verk­ inum var ein teknisk deild og ein fíggjardeild. Við øðrum orðum var, hvørki sølu- ella marknaðardeild í fyritøkuni, sum tað átti at verið. Kundin var ikki í miðdeplinum. Soleiðis minnist Andras Róin aftur á tíðina, tá hann fyri 19 árum síðani, var sett­ur sum stjóri í tí sum tá æt Telefonverk Føroya Løgtings. – Treytin fyri at eydnast hjá Telefonverkinum var helst at fáa politiskan frið og ikki hava nevnivert undir­ skot, segði Andras Róin. Liberaliseringsrák til Føroya Í fleiri londum í Evropa vóru statsfyritøkur einskildar og ein liberaliseringsbylgja fór yvir meginlandið. Hetta rákið var eisini á veg til Føroya, og tað var í tí sambandinum, at Andras Róin var settur starv á Føroya Tele. – Eg hevði eina bundna uppgávu. Ein nýggj fjar­ skiftis­lóg skuldi í gildi, og Telefonverkið skuldi tillaga seg til ta kapping, sum fór at koma. Lógargrudarlagið var frá 1897 og 1923 – so tað var tiltrongd, greiddi Andras Róin frá. – Eg kom úr Danmark og hevði arbeitt har í fimm ár, og hevði arbeitt við tí sama. Man hevði í Føroyum kunnu eygleitt, hvat var hent í Evropa, og nú vildi man hava ein tilsvarandi menning í Føroyum. Andras Róin var stjóri í Føroya Tele frá miðskeiðis í 90-unum til 2006. 29. apríl 1998 var Telefonverkið gjørt til partafelag og nýggja fjar­ skiftislógin loyvdi øðrum fyri­tøkum at kappast á tele- marknað­inum. Føroya Tele skiljast frá politikkinum Høvuðsendamálið við um­ legg­ingini var at tryggja greið­an skilnað millum politisku ábyrgdina og dag­ ligu leiðslu­ábyrgdina, um­ framt at tað varð mett at fara at økja smidleikan og avgerðar­frælsið. Sum fyrsta kappingar­ neyta hevði Føroya Tele Kall, sum bleiv til Vodafone. Fyrsti stjóri í Kall var Bjarni Askham Bjarnason. Har vóru fleiri aðrir aktørar á marknað­inum. Umframt Kall, vóru TeleTek, Tele Føroyar, so har vóru fleiri aktørar, sum gjørdu ymisk sløg av íløgum við síðuna av íløgunum hjá Føroya Tele. Í 2000 gjørdi Kall fyrstu av­taluna við Føroya Tele um at brúka teirra fastnet, men meiri striltið var at fáa avtalu um GSM-netið hjá Føroya Tele. – Vit samráddust í meiri enn eitt ár við Føroya Tele um samstarv um GSM, men tær samráðingarnar gingu ikki so væl, so vit valdu sjálvi at gera íløgur í okkara egna GSM-net, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Í dag er støðan á tele- marknaðin, at bert tvey feløg býta marknaðin. Vodafone hevur umleið 30 prosent av marknaðinum. Bjarni Askham Bjarnason heldur, at Vodafone kundi havt størri marknaðar­part, um teir ikki gjørdi ein taktiskan brølara. – Vit mugu nokk við­ ganga í dag, at vit gjørdu ein taktiskan brølara, at vit fóru eftir fastnets­telefon­unum held­ur enn GSM-telefon­ tæn­ast­uni, sum tað fyrsta. Fast­net­telefontænastan var niður­gangandi, men vit hildu kortini fast við ta strategiina, og tað seinkaði okkum nokk eini tvey ár, sigur Bjarni Askham Bjarnason í dag. – Vit brúktu nógvan pen­ ing til íløgur í fastnet. Tað kundi havt dripið okkum tá. Eg haldi, at um vit beinan­ vegin høvdu valt at fara eftir GSM-tænastunum, so hevði støðan í dag kanska verið 40%-60% – hvør veit, sigur Bjarni Askham Bjarnason. – Øll vóru samd um, at kapping á fjarskiftis­ marknað­in var tað rætta. Høvuðs­grundgevingin fyri at fáa kapping á fjar­skiftis­ markn­aðin var, at tað vildi skapa bú­skaparvøkstur, sigur fyrr­verandi Kall- stjórin. Uppfinna kappingarneyta – Eg haldi, at tað var al­neyð­ ugt at fáa kapping. Tá eg sigi, at Føroya Tele skuldi upp­ funnið ein kappingar­neyta, um ikki Kall ella Vodafone blivu so sterkt, so er tað eisini tí, tað ber ikki til innanhýsis at motivera starvsfólk við tí, at tað kanska kemur kapping á økinum. Kanska skulu vit renna eitt sindur skjótari, kanska skulu vit optimera hetta ella hatta. Tað má vera ein veruleiki aftanfyri, so kapp­ingin má vera reel, sigur Andras Róin um tey fyrstu árini við kapping. – Eg haldi kappingin við Vodafone var reel. Kanska var hon ikki reel á øllum økjum td. á undirkervinum, í kapitalviðurskiftum ella við høvuðssæti. Men á tæn­astu­ økinum, har kundin nú hevði fleiri valmøguleikar, har var kappingin reel. Tað hevði eisini kunna hent, at Føroya Telefonverk Føroya Løgtings var telefonverk Føroya Løgtings. Skipað eftir lógargrundarlagi úr 19. øld. Síðst í 90-unum og fyrst í 00-unum var marknaðurin liberaliseraður, og í dag hava vit eitt fjarskiftisduopol. Andras Róin, fyrrverandi stjóri á Føroya Tele, heldur, at eigarin – landið – ikki skal krógva seg burtur, men skal inn at ávirka og stinga út í kortið, hvønn veg skal farast ráð­stevn­a Tveir fyrrverandi fjarskiftisstjórar Tá Føroya Tele fekk kapping