Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 ráð­stevn­a Tele ikki hevði megnað hetta og so hevði Kall í dag havt 70 prosent av marknaðinum, sigur Andras Róin. Men báðir fyrrverandi stjór­arnir eru samdir um, at sjálvt um tele-marknaðurin var liberaliseraður, so hava vit ikki í dag eina virkna kapping. – Nei tað kann man ikki siga. Vit hava eitt pefekt duopol. Men kortini mugu vit staðfesta, at Føroya Tele hevur havt nøkur øgiliga góð úrslit í nógv ár. Prísirnir eru lækkaðir rættuliga nógv – kundi kanska verið nakað lægri, samstundis sum tæn­ astu­støðið í Føroyum er heilt í lagi. Men vit hava eitt duopol í dag. Tað er ikki tann stóri munur á prís­ inum millum Føroya Tele og Vodafone. Men tað hevur týdn­ing, at kundin kann velja millum tvey feløg, og starvs­fólkini kunnu eis­ini skifta millum tvey feløg ella finna sær annað ar­beið­i, tí tað er ein breið bransja í dag. Tað haldi eg er gagn­ ligt, sigur Andras Róin, tá hann úr stjórasessinum á Bú­støðum hyggur eftir tele­ marknaðinum. Samstundis ávarar fyrr­ verandi stjórin móti at seta ov strong krøv til Føroya Tele. – Kundin kann í dag velja, og feløgini mugu kempa og verða effektiv hvønn ein­ asta dag. At stilla Føroya Tele verri enn í dag, fyri at økja um profittin í ein­um út­ lendsk­um felagið, Voda­fone, gev­ur onga meining, heldur Andras Róin. øssur@press.fo Bjarni Askam Bjarnason, aðalstjóri og fyrrverandi stjóri í Kall og Andras Róin, stjóri í Bústøðum og fyrrverandi stjóri í Føroya Tele, hugleiddu um tíðina, tá Føroya Tele fekk kapping Mynd: Rúni Friis Kjær Íslendski og føroyski markn­aðurin eru mein­ líkir á nógvum økjum. Eins og í Íslandi er fleiri stór virkisøki í Føroy­um eykend av antin mono­ pol­um, duopolum ella markn­aðum, har heilt fá hava ráðandi støðu. Páll Gunnar Pálsson, stjóri í íslendska kapp­ ingar­eftirlitinum, var gesta­røðari á rástevnuni um kapping á smáum markn­aðum. Sjálvt um íslendski marknaðurin er væl størri enn tann føroyski, so helt íslendski kappingar­ stjórin, at marknaðirnir høvdu somu avbjóðingar. Íslendska kappingar­ eftir­litið hevur verið sera virkið og hevur tik­ ið nógvar stórar av­gerðir, sum hava havt stóra ávirk­an á kappingar­støð­ una á íslendska marknað­ inum. Ísland fekk sína fyrstu kappingarlóg í 1993, tá Ísland fór upp í EØS-sam­ starvið. Ínnihaldið í íslendsku kappingarlógini minn­ir nógv um aðrar evro­pe­ iskar kappingar­lógir og tískil eisini um tað før­ oysku. Terje Sigurðsson, deildar­stjóri á Kapp­ ingar­eftir­litinum vísir á, at felags fyri evropeisku kapp­ingar­lógirnar eru trý viður­skifti: Fyrst seta kappingar­ lógirnar forboð móti kartel­virksemi, sum er tá fyri­tøkur á einum markn­ aði avtala prísir ella annað, sum kann gera tað trupult at fáa kapp­ing á eitt øki. Í øðr­um lagi er tað forboð móti at misnýta eina ráð­andi markn­aðar­ støðu. Og í triðja lagi er tað samanleggingar­eftir­ lit. Kappingareftirlitið kann steðga ella seta ser­ligar treytir til saman­ legg­ingar, har tað kann væntast, at ein saman­ legg­ing fer at hava skaði­ liga ávirkan á markn­að­in frameftir. Tvey onnur viðurskifti í kappingarlógunum eru, at steðga ólógligum al­ menni stuðli til úrvaldar fyri­tøkur. Tað kann vera alt frá óvanliga lágari húsa­leigu til beinleiðis stuð­ul. Hitt er møguleikin, at gera tilmæli til lands­ stýris­mannin um at seta til­tøk í verk ella taka av ser­ligar skipanir, sum av­ laga kappingina. Smáir marknaðir sum líkjast Yvirlit yvir kappingarsstøðuna á summum stórum virkisøkjum i Íslandi og Føroyum: Páll Gunnar Pállson, stjóri á íslendska Kappingareftirlitinum, og Terje Sigurðsson, deildarstjóri á føroyska Kappingareftirlitinum Mynd: Øssur Winthereig 3 stórir bankar við 90% av marknaðinum. 2 stór feløg og eitt minni. 3 stór tryggingarfeløg (Bank Nordik eigur eitt). 2 íslendsk feløg, sum hava ráðandi marknaðarlut. Duopol - Eimskip og Samskip. 3 stór feløg og eitt minni. 4 feløg, har fyrrverandi statsfelagið hevur ráðandi marknaðarlut á flestu økjum 2 feløg, sum saman hava ráðandi marknaðarlut 3 stór feløg, sum hava 90% av marknaðinum. Tann størsta er Hagar, sum hevur ráðandi markaðarstøðu. Monopol. 23 ársverk. 2 stórir bankar, sum hava 90% av marknaðinum. Bank Nordik og Eik. VISA/dankort hevur monopol. Tvey tryggingarfeløg - duopol. Skaðatrygging: Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd. Pensjónsøkið: Betri Pensjón og LÍV Eitt felag, sum hevur monopol. Altantic Airways. Oligopol - 3 ráðandi feløg. Eimskip, Samskip og Norrøna. Duopol. Tvey javntstór feløg. Magn og Effo. Duopol. Føroya Tele 70% og Vodafon 30%. Lóggivið monopol. 3-4 fyritøkur, sum hava ráðandi marknaðarpart í heilsøluliðnum. Í útsøluliðnum eru handlarnir tætt knýttir til heilsølurnar. Lóggivið monopol. Monopol. 2½ ársverk Bankar Gjaldskort Trygging Flogferðsla Vøruflutningum millum lond Oljumarknaður Fjarskifti Heilivágur Húsarhaldsvørur Elorka Mjólk Starvsfólk á Kappingareftirl. Ísland føroyar