Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Mátt- og mótloysi um framtíðar psykiatri í Føroyum Jana Mortensen Sjúkrarøktar­frøðingur á Psykiatriska deplinum Meg minnist mátt- og mót­ loysi eg mangan sat við, tá eg fyri nøkrum árum síð­an arbeiddi á einum av seingjar­ deildunum á Psyki­atr­iska deplinum og enn einaferð stóð við ungari gentu, sum ikki visti sær betri ráð til tess at handfara truplar kenslur, enn at skera seg... Fer eftir fer... Og eg hevði ikki nøktandi amboð, til tess at hjálpa gentuni víðari til aðrar og meira gagnligar strategiir... Eg sat ikki einsamøll við hes­um kenslum av mátt- og mót­loysi...Tað vóru vit so nógv sum gjørdu, bæði fak­fólk, sjúklingar og av­ varð­andi... Ofta vóru inn­ legg­ingarnar langar og, sæð í bak­speglið, ikki altíð líka gagnligar... Tað var netupp hetta ráðaloysi sum førdi til, at leiðandi yvirlæknin og leið­ andi sálarfrøðingurin á Psyki­ atriska deplinum kunnaðu seg um aðrar og meira hósk­ andi viðgerðarhættir til júst henda sjúklingabólk. Úrslitið var, at eg sjálv og nøkur onn­ ur starvsfólk fingu høvi at dugna okkum innan me­ tod­una kallað “Dialektisk At­ferðar Terapi” (stytt DAT, ella DBT á enskum), sum snøgt sagt hevur verið ein sólskinssøga fyri nógvar av teim sjúklingum, vit fyrr stóðu rættiliga hjálparleys yvirfyri at hjálpa. DAT er ein ambulant viðgerð og hevur frá vit byrjaðu í 2008 til í dag, virkað sum eitt ambu­lant viðgerðartilboð á Psykiatriska deplinum. Tað er trupult at máta upp á fyri­ byrgjan, men eg eri onga løtu í iva um, at bæði gongdin hjá teimum sjúklingum sum eru komnir fyri seg, hevur verið skjótari og betri, og at talið er hægri, enn tað annars vildi verið, hildu vit áfram við innleggingartilboðnum sum vit høvdu frammanundan. Tað er ein fantastisk ferð aftur til eitt lív sum er vert at liva, sum vit í DAT toyminum mangan hava verið á saman við sjúklingum okkara... Og tað er ikki trupult at kveikja vón, tá vit sjálvi hava er­farið ferð eftir ferð, at tað BER til at koma seg, hóast lívið ALS onga meining gev­ur í løtuni og deyðin og sjálvs­ oyði­legging tykist verða ein­ asti linni í ómetaligu sváru líðingini. Vit hava sum fak­ fólk fylgt við á ferðini, og oftast hava vit veitt nógvan stuðul at byrja við, til flogið hjá sjúklingunum eftir­ hond­ini gerst so sterkt, at vit kunnu sleppa og síggja vakra flogið av tí (ofta) unga menniskjanum, sum einaferð ikki helt seg hava virðið at liva, men sum nú møtir verðini í tryggari vissu um, at lívið er myndað av gleði og sorg, vón og vónloysi, upp- og niðurtúrum, og at tað í øllum førum er vert at liva. Í hesum døgum kenni eg aftur mátt- og mótloysi! Hesa­ferð kemst tað tó ikki av mínum ráðaloysi í mun til, hvussu eg kann hjálpa ungum menniskjum við ovurstórari sálarligari líðing. Tí tað kann eg oftast! Um also politiska skipanin loyvir tí... Og við sparitiltøkunum sum liggja í kortunum fyri Psykiatriska depilin í komandi fíggjarlóg, loyvi eg mær stórliga at ivast í, um rúm er fyri ambu­ lantum tilboðum sum DAT, sum annars bara er eitt av mong­um tilboðum, sum eru í umbúna, men sum vit enn ikki hava sett í verk, tí peningurin ikki er tøkur. Vit høvdu tó væntað, at tann peningur sum liggur bundin í tí uppgávu, vit í fleiri ár hava røkt fyri almannaverki, og sum tey nú so spakuliga eru við at yvirtaka, nú loksins kundi brúkast til at økja um ambulanta virksemi, so­ leiðis at vit kundu viðgera fleiri, meira málrættað, og utt­an at grípa óneyðuga stórt inn í dagliga lívið hjá tí, sum tørvar hjálp og av­varð­ andi hansara. Soleiðis sum fíggj­arliga støðan er frá­ boðað at verða , verður ikki rúm fyri øðrum tilboðum á Psykiatriska deplinum enn ein viðgerðareind, har fólk kunnu verða innløgd! Og tað er sanniliga neyðugt at hava eina slíka viðgerðareind, tí í summum førum er tað at verða innlagdur hitt besta tilboðið! Men tað er stórt spell og eitt veldugt afturstig fyri føroyska psykiatri, verður tað hitt einasta tilboðið.... Og eg ivist ongantíð í, at ein av mongum avleiðingum verður størri sálarlig líðing fyri fleiri av landsins borgarum. Góðu tit í politisku skip­ anini! Svíkið ikki borgarar okk­ara, sum líða av sálar­ sjúku! Í staðin fyri at niður­ laga, latum okkum so heldur uppraðfesta, til gagns fyri sam­felagið alt... Bæði av økonomiskum OG humanum ávum! Rættarsamfelag uttan harðskap Annita á Fríðriksmørk Løgreglan, havi eg skilt ikki, helt seg ikki kunna forða fyri alment fráboðaðu átøk­unum hjá Sea-Shephard. Grund­ gev­ingin var, at man vildi verja tali- og skrivifrælsi, og at forboð ímóti átøkum, sum vóru til ampa fyri almenna friðin skuldu nú knappliga verða í stríð við grundlógartryggja rættindi. Hetta er beinleiðis skeivt. Grundlógin tryggjar hinvegin, at átøk kunnu forbjóðast um hesi eru til ampa fyri al­menna friðin! Grein 79 í donsku grundlógini, sum sigur m.a., at "...Offentlige for­samlinger har politiet ret til at overvære. Forsamlinger under åben himmel kan fo­rbydes, når der af dem kan befrygtes fare for den offentlige fred. " Fólk eru og skulu verða hjartliga vælkomin fram­hald­ andi at verða ímóti grinda­drápi. Tað er teirra grundleggjandi rættindi. Og tað eigur man at loyva í einum rættarsamfelag. Men geri hetta við upplýsing, mót­mælisgongum, og øðrum átøk­um, sum hoyra heima í einum rættarsamfelagið. At brúka rættarsamfelagið sum umbering fyri at loyva átøk­ um, sum alment frá­boðað vilja skapa ófrið og harð­skap, er at máa støðið und­an frælsinum, sum rætt­ar­samfelagið eigur at geva okkum. Harumframt er tað naivt og í stríð við grund­ lógina! Tað er í lagi at verða naivur og gestablíður. Men tað kann eisini verða í so nógv av tí góða. Onki siviliserað land loyvir felagsskapum inn í landi, sum fráboðar framm­ anundan at vitjan teirra hevur til endamáls við fýsiskum amboðum at forða fólkinum í at gera tað, sum er lógligt. Hví skulu føroyingar so gera tað? Tað er munur á at mót­ mæla við vanligum mót­ mælis­gongum ella við hjálp av tali og skrivifrælsinum, og so at mótmæla við fýsisk­ari útgerð, sum hevur til enda­ máls at skapa ófrið og harð­ skap. Rættarsamfelagið tryggj­ ar, at vit kunnu mótmæla við gongum, forsamlingum, við talu ella uppá skrift. við tegningum o.s. fr. Men als ikki við fýsiskum valdi! Dámar okkum ikki grinda­ dráp kunnu vit mót­mæla so galið vit vilja - á nógv­ um mótum, men ikki við fýsiskum valdi. Tað forðar eitt rættarsamfelag fyri! Annars er ikki talan um RÆTTARsamfelag. Fíggjarstøðuna hjá einligum pápum Hanus Samró Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin Tað hevur verið víst á, at ein­ligir pápar, ið eru undir lesnaði, hava trupult við at fáa endarnar at røkka sam­ an, tí teir skulu gjalda barna­ pengar, meðan teir eru undir útbúgving. Víst verður á, at einligir pápar, ið eru und­ir út­búgving, fáa hægri lestrar­ stuðulin áljóðandi 3,815 kr. um mánaðin, áðrenn heilsu­trygd, men teir skulu gjalda 1.083 kr. um mánaðain fyri hvørt barni. Er talan um tvey børn hevur pápin upp í móti 1.500 kr. um mánaðin at liva fyri, men tað er fyri fastu útreiðslunar, tvs. bústað, trygg­ing, telefon, mat og klæðir v.m. Minus 138 kr. um dagin Sambært lesarabrævinum “Einligir pápar skulu hava rættindini” dagført 2. de­ semb­er 2014, ið var sent miðl­ unum, stendur, at “Einligir páp­ar (lesandi) við tveimum børn­um (parttíð)… síggja fram til at liva fyri minus 138 krónur um dagin”. Tað er nógv, sum bendir á, at einligir pápar, ið eru undir lesnaði, hava trupult við fullføra sína útbúgving, tí teir skulu gjalda fleiri tús­und krónur um árið í barna­pengum, og ikki fáa nakran fíggjarligan ágóða frá landinum. Størsti parturin tekur sær av børninum helvt­ ina ella triðing av tíðini, tí má tað metast at vera óheppið, at einligu páparnir, ið eru undir lesnaði, ikki fáa nakran fíggjarligan ágóða. Óheppið Tað má metast at vera sera óheppið fyri einligu páp­ar­ nar, ið royna at fáa sær eina útbúgving, at teir standa við stórari skuld, tá teir verða lidnir við útbúgvingina. Tí verða niðanfyri nevndu spurn­ingarnir settir: 1. Metir Annika Olsen, at fíggj­arstøðan hjá einligum páp­um, ið eru undir út­ búgving, er nøktandi? 2. Kann landsstýriskvinnan útgreina fíggjarstøðuna hjá ávíkavist einligum mammum og einligum páp­um við tveimun børn­ um, har bæði eru undir lesnaði? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at betra um korini hjá einligum pápum, ið eru und­ir lesnaði?