mánadagur 8. desember 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
svimjing
Tað rakk ikki til heiðursmerki,
men kortini segði Pál Joensen
seg vera fegnan um avrikið
í HM finaluni á 1500 metra
teininum, sum í gjárkvøldið
var betri enn nakrantíð áður
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið var Pál Joensen
enn eina ferð í kapping ímóti
hinum í heimselituni á 1500
metra teininum í frísvimjing.
Í HM finaluni, sum hesa
ferð var í Doha í Qatar, var
avrikið hjá Páli betri, enn
hann nakrantíð áður hevur
megnað. Pál Joensen er í
løtuni fjórði besti svimjarin
í heiminum í 1500 metra frí
svimjing á stuttgeil. Talan er
um framúr avrik, sum enn
einaferð undirstrikar, at í
Páli Joensen eiga Føroyar
ein av heimsins bestu svimj
arum.
Umframt at standa seg
væl í Doha er hitt stóra málið
hjá Páli Joensen at standa
seg væl í EM kappingini á
langgeil, sum næsta summar
verður í Russlandi. Stóra
yvirornaða málið hjá honum
er at standa seg væl í OL
kappingin, sum á sumri í 2016
verður í Brasil.
Avrikið í gjárkvøldið var
staðfesting av, at tað gongur
rætta vegin, og at tað – um
alt gongur sum tað skal – er
møguleiki fyri góðum avrik
um í Russlandi næsta summ
ar og í Brasil um eitt sindur
meiri enn hálvt annað ár.
Málið
Upp undir HM kappingina
í Doha endurtók Pál fleiri
ferðir, at málið var at svimja
skjótari, enn hann nakrantíð
áður hevur megnað langa
teinin. Tað eydnaðist. Talan
var um føroyskt met, og tal
an var um norðurlendskt
met.
– Kenslan er heilt góð.
Eg eri stak væl nøgdur við
avrikið og tíðina. Bæði tekn
iskt og taktiskt kundi hetta
ikki verið betri. Tíðin sigur,
at hetta var besta avrikið
hjá mær nakrantíð. Besta
tíðin undan hesi kappingini
var í World Cup í Berlin í
2009. Tá var tíðin 14:32.15. Í
kvøld var tíðin 14:26.54. Hes
ar báðar tíðirnar eru ikki
heilt sambærligar, tí í Ber
lin svam eg í drakt. Besta
tíðin í svimjibuksum undan
kappingini her í Doha var í
Herning í fjør, tá ið tíðin var
14:35.99. Tað vil siga, at tað í
kvøld vórðu skarvað níggju
sekund av gamla persónliga
metinum. Tað eri eg ógvuliga
fegin um, segði Pál Joensen
í samrøðu við formannin í
Svimjisambandinum
Rók
Jákupsson stutt eftir, at
kappingin var lokin í gjár
kvøldið.
Pál Joensen sigur seg eis
ini vera fegnan um, at avrikið
var so mikið gott, at tað bar
nýtt norðurlendskt met við
sær.
– Frammanundan hevði
eg metið á 800 metra tein
inum. Tíðin í kvøld var so
mikið góð, at eg rokni við, at
hetta norðurlendska metið
fer at standa eina tíð.
Gamla metið var fimm
ára gamalt. Danski Mads
Glæsner átti gamla norður
lendska metið, sum hann
setti í EM í Istanbul í 2009.
Tíðin hjá honum fyri fimm
árum síðani var 14:26.76. Í
kvøld fílaði Pál Joensen
22/100 av einum sekundi av
gamla metinum. So eigur
at verða lagt aftrat, at tá ið
Mads Glæsner setti metið,
svam hann í drakt og ikki í
svimjibuksum.
Vónin
Umframt at hava sum mál, at
avrikið í gjárkvøldið skuldi
vera tað besta nakrantíð,
so fjaldi Pál Joensen ikki, at
hann vónaði, at tað við besta
persónliga avrikinum skuldi
eydnast at vinna heiðurs
merki.
– Sjálvandi er tað harmu
ligt, at avrikið ikki rakk til
meiri enn fjórða plássið, sum
man vera tað forargiligasta
av øllum at enda á. At úrslit
ið varð soleiðis, hóast avrikið
hjá mær var tað besta nakr
antíð, vísir bara, hvussu góð
henda kappingin var. Italiu
maðurin, sum vann, setti jú
nýtt europeiskt met, vísir Pál
Joensen á.
Gekk kappingin soleiðis,
sum tú hevði ætlað?
– Tað gjørdi hon. Eg kendi
meg fyri tað mesta at hava
gott tak í vatninum. Ætl
anin var fyrsta triðingin
av teininum at fóta mær
í feltinum. Tað eydnaðist.
So var ætlanin at taka teir,
sum vóru í nánd av mær.
Tað eydnaðist eisini, tá ið
eg vann meg framum teir
báðar næstu. Á síðsta trið
inginum ráddi tað um at
gera alt og so eitt sindur
aftrat. Tað eydnaðist eisini
hampuliga væl. Tá ið eg kom
á mál, visti eg ikki, um eg
var á triðja, fjórða ella fimta
plássinum, men eg visti, at
tað vóru fleiri frammanfyri
meg, greiðir Pál Joensen frá.
Tá ið eg so sá, at tað var Gre
gorio Paltrinieri úr Italia,
sum hevði vunnið, so kom
tað ikki óvart á. Hann vísti
jú eisini í Berlin, at hann er
sera stinnur, og tíðin 14:16.10
var bæði nýtt meistaramet
og nýtt europeiskt met, sigur
Pál Joensen.
So alt í alt ert tú ikki vón
brotin av, at tað hesa ferð
ikki eydnaðist at vinna heið
ursmerki?
– Eg havi einki metal við
til hús, og eg endaði á fjórða
plássinum, sum er tað minst
hugaliga av øllum. Men tað
var við góðum persónligum
meti og kapping, sum bæði
tekniskt og taktiskt var sera
góð. Tí fari eg til hús bæði
glaður og stoltur um, at arb
eiðið hevur borið løn við sær.
Royndirnar bera við sær, at
eg ikki kenni meg koma tóm
hentan heim aftur, sigur Pál
Joensen..
Fleiri persónlig met
Umframt
Pál
Joensen
luttóku
Cecilia
Wigant
Eysturdal og Óli Mortensen
í HM kappingini í Doha.
Tey bæði kappast ikki enn í
heimselituni. Felags fyri tey
bæði var tó, at tey fleiri ferð
ir settu nýggj persónlig met
í Doha.
Cecilia Wigant Eysturdal
setti nýtt persónligt met í
200 metra frísvimjing. Gamla
metið hjá henni var 2:06.22.
Nú megnaði hon 2:04.86.
Elspa Mørkøre eigur fram
vegis føroyska metið, sum
er 2:03.15. Cecilia setti eisini
nýtt persónligt met í 800
metra frí kappingini. Gamla
metið hjá henni var 9:05.08.
Nú skarvaði hon næstan
fýra sekund av persónliga
metinum. Tíðin í Doha var
9:01.74.
Óli Mortensen setti trý
persónlig met í Doha. Á 200
metra teininum er nýggja
metið hjá honum 1:51.65, með
an gamla metið var 1:52.92.
Á 400 metra teininum er
nýggja metið hjá honum
3:52.16, sum er væl betri enn
gamla metið, ið var 3:55.51. Á
1500 metra teininum skarv
aði Óli Mortensen tíggju
sekund av sínari bestu tíð.
Gamla metið var 15:20.07,
meðan
nýggja
metið
er
15:10.09.
Pál setti met
oman á Met
1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14:16.10
(nýtt meistaramet)
2. Oussama Mellouli, Tunesia, 14:18.79
3. Ryan Cochrane, Canada, 14:23.35
4. Pál Joensen, Føroyar, 14:26.54
(nýtt norðurlendskt met)
5. Gabriele Detti, Italia, 14:29.94
6. Jordan Harrison, Australia, 14:33.10
7. Michael Mcbroom, USA, 14:34.31
8. Richard Nagy, Slovakia, 14:35.50
9. Ziao Qiu, Kina, 14:39.41
Úrslit
svimjing.com