Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 P ál Joensen prógvaði aftur sunnudagin, at hann er millum heimsins bestu svimjarar á 1.500 metra teininum. Til HM á stuttgeil í Katar bleiv hann nummar fýra og sett bæði persónaligt, føroyskt og norðurlendskt met við tíðini 14:26.54 Vit hava eftirhondini vant okkum við, at Pál Joensen ger okkurt fantastiskt og fær eitt heiðursmerki afturfyri. Hesa ferð kom einki heiðursmerki um hálsin, men tú situr við eini kenslu av, at Pál enn eina ferð hevur flutt mørk. Hann hevur sett norðurlendskt met. Tað vil also siga, at ongin í londunum rundan um okkum hevur klárað at svomið teinin skjótari enn Pál. Hann svimur teinin skjótari enn hann nakratíð hevur gjørt tað. Eisini enn tá hann svam teinin í sokallaðu svimjidraktunum, sum blivu bannaðar. Tú situr eisini við kensluni av, at Pál bara blívur betri og betri. Hann hevur langt síðani reist seg síðani OL leikirnar í London og hevur kós móti OL leikunum í Rio í Brasil. Tað kann gott vera, at Pál Joensen ikki hevur eitt heiðursmerki um hálsin heim úr Katar, men hann hevur nógvan heiður uppibornan. Hvar ert tú Sun Yang? Í blaðnum fyri eini viku síðan viðgjørdu við kappingarneytan hjá Páli Joensen, kinesiska Sun Yang. Hann bleiv í mai mánaði tikin fyri doping og fekk ein umstríddan dóm upp á bara tríggjar mánaðar, men tað kom ikki fram fyrr enn í november, tá hann longu hevði sitið bannið. Hann luttók í september í asiatisku leikunum og vann tríggjar gull. Men stuttligt nokk, so valdi hann ikki at luttaka til HM í Katar, nú tíðindini eru komin fram um doping royndina. Nei, Sun Yang sigur, at hann heldur fer at hava fokus á vetrar venjingini. Sun Yang er síðani tíðindini komu fram um positivu dopingroyndina tveittur út úr Avstralina, har hann ikki sleppur at venja longur. Svimjiheimurin undrast á handfaringina av málinum og so nú hetta. Ongin Sun Yang til eitt HM meitsaraheiti í stuttgeil. Heimsmeistarin, sum heldur vil venja enn vinna gull. Ella tað plagar hann altíð. Sun Yang, legg nú kortini á borðið… Pál gjørdi tað aftur Ítróttar klumman Tróndur Arge ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Sorin Anghel nýggjan leiklut í AB Føroyingar meistarar í judo í Keypmannahavn ítróttur Tróndur Arge Sorin Anghel er nýggjur venj­ari hjá 1. deild hjá AB. Tað boðar heimasíðan hjá fe­lag­num frá í kvøld. Sorin Ang­hel hevur í tvey ár ver­ ið fastur partur av besta lið­ num hjá felagnum, men nú tek­ur hann við nýggjari av­ bjóð­ing. Sorin Anghel er í holt við venj­araútbúgving og skað­ ar gera, at tað er ivasamt, hvussu nógv hann verður ment­ur at spæla komandi ár. Hann skal nú venja næst­ besta liðið hjá AB. John Norðbúð, sum var venj­ari hjá 1. deild hjá AB farna kappingarár, skal venja MB komandi kappingarár. Jógvan Páll Kristian­sen og Sig­mund­ur Jo­han­sen vunnu um viku­skift­ið gull heið­urs­ merki í judo­kapp­ing í Dan­ mark. Tal­an var um kapp­ ing­ina Copenhagen Cup, sum var hildin í judo­høll­ini hjá Ama­ger Judo Skole. Jógvan Páll Kristiansen bard­ist í vekt­flokk­in­um fyri teir, sum viga und­ir 73 kilo. Hann vann allar tríggjar dyst­ir­nar og gjørdist tískil eis­ini vinn­ari av bólkinum. Sig­mund­ur Johansen bard­ ist í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 100 kilo. Hann bard­ist tveir dystir og vann báð­ar, og soleiðis gjørd­ ist eisini hann vinnarin av sín­um bólki. Copenhagen Cup er skip­ að yvir fýra umfør. Umframt at vinna kappingina í dag, so er Jógvan Páll Kristiansen eis­ini samlaður vinnari av øll­um kappingunum, tí hann hevði flest stig tilsamans. Sig­mundur Johannesen hev­ ur bara verið í Danmark í ein mán­að, og hevur tískil bara lut­tik­ið í dagsins kapping. Teir báðir Jógvan Páll og Sig­mundur venja báðir við Ama­ger Judo Skole, sum tel­ist mill­um bestu judo­fe­ løg­ini í Dan­mark. Kapp­ingin í dag er ein lið­ur í fyri­reik­ ing­unum til Reykja­vík Open í janu­ar, har teir fara við før­oyska judo­lands­lið­num, og NM, sum eisini verð­ur í Reykja­vík, í mars. sosialurin@sosialurin.fo