Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Hvussu er svimjiførleikin hjá føroyskum børnum? Sum eitt lítið oyggjasam- felag, umgyrt av vatni á øllum síðum, við áum, vøtnum og tjarnum spjadd­ um um alt landið, er hetta ein við­kom­andi og týd­ n­ingarmikil spurningur. Sann­leikin er, at hóast vatn er alla staðni um okkum, so svimja føroyingar sera lítið uttan­dura. Hvat ger hetta við svimjiførleikarnar hjá okk­um? Tað er ikki meiri enn ein mánaður síðani, at ein smá­drongur lá lívleysur í Klaksvíkar svimjihøll. Drong­urin var farin til Klaks­víkar at svimja saman við skúla­flokkinum hjá sær, men undir leiki í hylinum, er eitt hvørt hent, so at drong­ urin er endaður undir vatni, hevur svølgt ov nógv vatn og meiri ella minni vist vitið. Sambært altjóða heilsu­ stovn­inum WHO eru 372.000 fólk druknaði um árið, seinastu tíggju árini. Tað svarar til eini 40 fólk um tíman. Náttúru­van­lukk­ur og skipaferðslu­van­lukk­ur eru ikki íroknað hesi tølini. Meginparturin av teim­um druknaðu eru børn. Um­ roknað til føroysk viður­ skifti, svarar hetta til, at vit upp­liva eina drukni­van­lukku um­leið hvørt fjórða ár. Føroysk skúlabørn fáa frálæru í svimjing longu frá 1. flokki og sam­bært náms­ ætlan­ini skulu føroysk skúla­børn duga bringu­ svimj­ing, crawl, ryggcrawl og sjálv­bjarg­ing­ar­svimjing, tá tey eru lið­ug við 6. flokk. Náms­ætlan­in út­grein­ar tó ikki nærri, hvussu mett verð­ ur, um næm­ingurin dugir ymisku svimji­hættir­nar. Einki verður heldur sagt um, hvussu langt ein næm­ing­ur skal megna at svimja. Norð­ ur­lendsku svimji­sam­bondini meta, at ein má megna at svimja 200 metrar, um ein skal roknast at hava grund­ leggjandi svimji­før­leika. Tímatalið er tó ikki av tí mesta. 60 klokkutímar um ár­ið er tillutaðir ítróttin, tó ein­ans 30 í 1. flokki. Hesir skulu so aftur být­ast út mill­ um tey seks kjarnu­økini, sum ítróttarundir­vís­ing­in skal fevna um. 60 klokku­ tím­ar býtt­ir á seks kjarnaøki geva 10 klokku­tímar til hvørt øk­ið, um ein setir tað sera ein­falt upp. Helvtin megna ikki at svimja 200 metrar Svimjisamband Føroya gjørdi í 2011 eina kanning um svimji­førleikan hjá 5. klassa­ børnum í Føroy­um. Gott og væl 90 pro­sent av øllum 5. klassa­børn­um í Føroyum svar­aðu kann­ing­ini. Líkn­ andi kann­ing­ar verða eisini gjørdar í hin­um norður­lond­ unum, og vit hava tí møgu­ leikan at saman­bera svimji­ førleikan hjá før­oyskum børn­um við grann­ar okkara. svimjiførleikar Norðurlendska allýsingin av svimjiførleika er, at ein persónur megnar at svimja longur enn 200 metrar uttan flótihjálp. 49 prosent av føroyskum 5. flokksnæmingum megna at svimja yvir 200 metrar. Í Noregi eru tað eisini 49 prosent, í Danmark 69 prosent, í Svøríki 89 prosent, og í Íslandi er talið 98 prosent. Sambært námsætlanini hjá føroysku fólka­skúlunum skulu føroysk skúlabørn duga bringusvimjing, crawl, ryggcrawl og sjálvbjarginarsvimjing, tá tey eru liðug við 6. flokk. Tó verður einki sagt um, hvussu langt tey skulu megna at svimja. 49 prosent av føroyskum 5. floksnæmingum hava ikki grundleggjandi svimjiførleika, sum í norðurlendskum høpi merkir at megna at svimja 200 metrar, vísir kanning hjá Svimjisambandi Føroya Annarhvør 11 ára gamal dugir ikki at svimja Støðan er ikki broytt síðani 2011, sigur Jon Hestoy. Tað var Svimji­sam­ band Føroya, ið gjørdi kanningina í 2011 og Jon Hestoy sigur, at úrslitini tíverri staðfestu tað, sum teir vóru bangnir um. – Tað gleðiliga við kanningini er, at hon vísir, at í ávísum økum í landinum stendur heilt væl til. Tìverri hava vit tó nøkur svørt hol. Fysisku karmarnir hava nógv at siga, og tað vísti seg eisini, at jú lættari atgongd skúlarnir høvdu at einum svimjihyli, jú betri fyri vóru børnini. Har sum langt er til nærmasta svimjihyl, eru børnini ofta verri fyri. Harumframt vísir tað seg eisini, at onkrastaðni er frálæran í svimjing ov vánalig. Jon Hestoy heldur, at foreldur eiga at taka eina størri ábyrgd á økinum og seta skúlunum krøv. – Foreldur mugu krevja av skúlanum, at barn teirra skal megna at svimja 200 metrar, tá tað er í 5. flokki. Setið lærarunum spurningar um svimjiundirvísingina á foreldrafundum. Spyrjið skúlaleiðsluna, hvussu svimjiundirvísingin er skipað. Jon Hestoy vísir á, at talan er ikki um kappsvimjing. – Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um at yvirliva. Dettir barnið útí, hvussu klárar tað seg tá, spyr Jon Hestoy. Jon Hestoy heldur ikki, at tað krevur tær stóru íløgurnar at gera nakað við málið. – Tað krevur ikki hægri fígging til svimji­undirvísing. Tað krevur ikki fleiri tímar til svimjiundirvísing. Tað krevur einans, at teir tímarnir, sum eru settir av til svimjing, verða betri gagnnýttir, og í onkrum føri merkir tað at betra um frálæruna. Jon Hestoy fyrrverandi formaður í Svimjisambandi Føroya Grafarnir eru úr spurnarkanningini »Svimjiførleiki hjá næmingum í 5. flokki,« sum Svimjisamband Føroya lat gera í 2011. 622 næmingar svaraðu spurnar­blaðnum, ið var sent øllum 5. flokkum í Føroyum.