týsdagur 16. desember 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
Í
kanningini
frá
Svimjisambandinum
sæst,
at 49 prosent av føroysku
børnunum megna at svimja
yvir 200 metrar, tað vil siga,
at tey hava grundleggjandi
svimjiførleikar, tá tey ganga
í 5. flokki. 20 prosent megna
ikki at svimja 200 metrar,
meðan 30 prosent vita ikki.
Hesi tølini eru lægri enn
fyri bæði Danmark og Noreg.
Í Noregi eru tað eitt lítið
vet
fleiri,
ið
hava
svimjiførleika, meðan í Dan
mark eru tað nærum 70 pro
sent.
Kanningin
vísir
eisini,
at meðan tað í Noregi eru
heili 60 prosent av javnaldr
unum, ið hava tikið eitt av
svimjimerkjunum, so eru tað
einans 22 prosent av teimum,
ið svaraðu spurnarblaðnum,
ið hava gjørt tað. Allarhelst
verður ikki lagdur serligur
dentur á svimjimerkini í
føroyskari svimjiundirvísing.
Men svimjimerkini skulu
vera partleysar metingar um,
hvussu svimjiførleikarnir hjá
børnunum eru. Í Føroyum
er tað Svimjiskúlin, ið um
situr svimjimerkini. Skipan
in er norsk, og teir skúlar og
lærarar, ið fylgja hesi skipan
ini, fáa eina liðna undirvís
ingarætlan fyri børnini, ið
hevur til endamáls at leiða
tey ígjøgnum svimjimerkini.
Fyrsta merki er Vatnmerkið,
ið millum annað krevur,
at næmingurin tolir at fáa
vatn spruttað á seg í 15
sekund, uttan at venda sær
burtur. Síðani gerast merk
ini torførari og torførari, til
síðsta merkið, ið er háva
merkið. Hávamerkið krevur
millum annað, at ein kann
svimja 1000 metrar, 600
metrar við røttum teknikki,
100
metrar
á
rygginum,
svimja 10 metrar undir vatni
og flóta í 15 minuttir.
Ábyrgdin er
eisini foreldranna
Kanningin hjá Svimjisam
bandinum vísir okkum eisini
annað um svimjivanarnar
hjá børnunum. 48 prosent
siga seg svimja umleið eina
ferð um mánaðin ella fleiri
í frítíðini. 39 prosent av
føroysku børnunum svimja
sum oftast saman við vin
fólki um sama aldur, tá tey
svimja. Einans 11 prosent
svimja oftast saman við for
eldrunum. Hóast hetta, so
siga 31 prosent, at tað vóru
foreldrini, ið lærdu tey at
svimja og 48 prosent svara,
at hetta var, áðrenn tey byrj
aði í 1. flokki. Her mugu tó
spurnartekin setast við, hvat
børnini meina, tá tey siga, at
tey hava lært at svimja.
Eftir stendur, at flestu
børnini siga, at foreldrini
hava lært tey at svimja.
Samstundis vísa tølini, at tá
børnini eru komin í 5. flokk,
eru foreldrini nærum ongan
tíð í hylinum við teimum
longur. Nærum helmingurin
sigur eisini, at tey lærdu at
svimja, áðrenn tey byrjaðu
at ganga í skúla. Spurning
urin er so, um tað er rætt av
okkum foreldrum at peika
eftir skúlaverkinum og lær
arunum, og biðja teir læra
børn okkara at svimja, ella
um vit skulu taka í egnan
barm fyrst og taka ábyrgd
av at læra okkara egnu børn
at svimja.
Tað tykist tó, sum teimum
flestu
børnunum
dámar
væl at svimja. 88 prosent av
spurdu børnunum halda, at
svimjing er stuttligt og 63
prosent vildu ynskt, at tey
svumu meiri við skúlanum,
meðan 36 prosent halda, at
tey svimja ov lítið.
svimjiførleikar
Námsætlanin setir 60 klokkutímar um árið av til
ítróttarundirvísing. Hendan undirvísingin skal fevna um
seks ymisk kjarnuøki, sum eru frælsur ítróttur, fimleikur,
rørsla og tónleikur, útilív, bóltspæl og svimjing. 80
prosent av undirvísingini skal vera innan hesi øki.
Kjarnuøkið svimjing fevnir um førleikarnar at svimja, at
styrkja evnini hjá næminginum at svimja. Eisini fevnir hetta
kjarnuøki um kunning um viðurskifti í sambandi við venjing
og í sambandi við vandar, ið eru knýttir at svimjing, eitt nú
um grundleggjandi bjargingarhættir og fyrstuhjálp.
Tað er givið, at tá serføðin á økinum, sum her er Svimjisamband Føroya, vísir á, at
føroysk børn duga verri at svimja enn í grannalondunum, so er hetta ein spurningur,
sum myndugleikarnir eiga at lofta og viðgera, sigur Annika Sølvará. Hon sigur, at hesin
spurningurin hevur ikki verið viðgjørdur í foreldrafelagnum Heim og Skúli, men hon væntar,
at felagið fer at viðgera støðuna. – Tað er sjálvandi týdningarmikið, at børnini læra at
svimja. Tað hevur bæði heilsugóðar og lívbjargandi avleiðingar, sigur hon. Annika Sølvará
heldur ikki, at tað kann góðtakast, at føroysk børn eru so illa fyri í svimjing, serliga ikki í
mun til grannalond okkara. – Kanska er neyðugt at fáa greiðari mál fyri svimjifrálæruni
niðurfest í námsætlanina. Hetta er eitt hóskandi høvi hjá myndugleikunum at eftirmeta
námsætlanina, og hvat hon sigur um svimjifrálæruna, saman við foreldrum, lærarum og
kanska svimjisambandinum eisini. Svimjisambandið hevur allarhelst okkurt hugskot, ella
kanska mugu foreldrini spæla ein størri leiklut. Tað er í øllum førum týdningarmikið, at
Mentamálaráðið spyr, hvat vit kunnu gera og so roynir at taka tað upp í námsætlanina,
sigur hon. Annika Sølvará vísir tó á, at foreldrini ikki kunnu leggja alla ábyrgdina yvir á
skúlan. – Fyrst og fremst kunnu foreldur venja børnini sjálvi, fara at svimja við teimum. Í
Føroyum er lutfalsliga góð atgongd til hylar, umframt at prísurin fyri svimjing ikki er so
høgur. Harnæst mugu foreldrini lata børnini sleppa at svimja við skúlanum. Til seinast
mugu foreldrini samskifta við skúlan um frálæruna í svimjing, serliga um tey síggja, at
teirra børn eru verri fyri enn onnur, sigur Annika Sølvará.
Tað undrar meg ikki, at so er, sigur Anna Gásadal um, at hagtølini vísa
at helvtin av føroysku børnunum í 5. flokki ikki megna at svimja 200
metrar. – Í nógvum skúlum byrjar svimjiundirvísingin ikki fyrr enn í 3. flokki
og so gerst torført at læra seg so væl at svimja, at ein megnar 200 metrar
longu í 5. flokki. Anna Gásadal sigur, at flestu skúlarnir koyra við eini
skipan, har svomið verður í eitt hálvt ár, og so er annar ítróttur á skránni
hitt hálvárið. Soleiðis sæð fær svimjingin lutfalsliga nógvar tímar í mun til
hini kjarnuøkini í ítróttarundirvísingini. Anna Gásadal er tó bangin fyri, at
nógvir svimjitímar verða spardir burtur kring landið. – Tímarnir til svimjing
eru lutfalsliga dýrir. Ein má hava ein lærara við svimjilæraraútbúgving fyri
hvørjar 15 næmingar. Slíkar avmarkingar eru ikki til vanligar ítróttartímar,
og tí eru tað lætt spardir pengar, tíverri. Hon harmast eisini um vánaligu
umstøðurnar fyri svimjifrálæru. – Tað er ein stórur mangul upp á svimji
hylar og lærarar. Manga staðni er langt til nærmasta svimjihyl, meðan
aðra staðni eru alt ov trongt, sigur Anna Gásadal. Hon vísir á, at hóast
nógvir hylir eru í Havnini, so er tað sera trongt, tí tað eru so nógvir
skúlar og aðrir stovnar, ið nýta teir, umframt at almenn svimjing ofta er
samstundis. – Eg eri bangin fyri, at nógvir skúlar velja svimjingina frá, tí
umstøðurnar eru so ringar, sigur hon.
Annika
Sølvará
forkvinna í foreldra-
felagnum Heim og Skúli
Anna Gásadal
ítróttarlærari
Tilvildarlig mynd