mánadagur 22. desember 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 146 · 22. desember 2014
12
Í Føroyum merkir fólkaheilsa likamlig heilsa. Vit tosa um at eta sunt, um
at renna og aðrar kropsliga ávirkan á okkara heilsu. Vit mugu ásanna,
at sálarligar heilsan er undirmett, tá ið tosa Verður um fólkaheilsu.
Fleiri aV okkara ungu mistrívast, hetta er ein stórur trupulleiki.
tíðin er komin til, at sálarliga heilsan Verður sett á breddan
Sálarlig heilSa
er fólkaheilSa
Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein innan heilsufremjan og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini.
Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Komandi vikurnar prentar Vikuskifti nakrar av hesum greinum
O
kkara sálarliga heilsa hevur
tað ikki nóg gott. Tíggjundi
hvør næmingur í 8. flokki,
hevur roynt at tikið lívið av
sær, vísur kanning hjá Tóru Petersen,
sálar frøðingi. Harumframt sigur triði
hvør miðnámsskúlanæmingur seg,
hava verið í sera ringum lag og depri
meraðan tað seinasta árið.
Í okkara grannalondum er vanligt at
hugsa um sálarliga heilsu, sum ein part
av tí yvirskipaða hugtakinum fólka
heilsa. Men hetta ger seg tíverri ikki
galdandi í Føroyum. Tað er umráðandi,
at vit síggja menniskja sum eina heild,
har ið tann sálarliga heilsan hevur
líka stóran týdning sum tað kropsliga,
sosiala og andaliga. Donsk tøl vísa, at
fimti hvør fær sálarligar trupulleikar.
Hesi tøl, eru eisini galdandi tá talan er
um børn og ung. Fyri at gera nakað við
henda trupulleikan, mugu onnur stig
takast, annað enn bert hugsað fyri
byrging og viðgerð av sjúku. Heilsu
fremjandi tiltøk skulu setast í verk, sum
røkja ta sálarligu heilsuna.
Eingin heilsa uttan
sálarliga heilsu
Hyggja vit á heimasíða hjá Heilsu
málaráðnum, verður skilt ímillum
sálarligu heilsu og fólkaheilsu. Tí
kann tykjast, at hesi hugtøk ikki
hoyra saman. Tað er ørkymlandi, at
vit einki finna um, hvat sálarlig heilsa
er í hesum sambandinum. Leitar ein
undir »sálar lig heilsa« á heimasíðuni,
er sjúka í mið depl inum. Har finna vit
ta nýggju Psykiatrilógina, kunning um
Psykiatriski depilin og heildarætlan
fyri demens. Fólka heilsuráðið, sum
er eitt ráð undir Heilsu málráðnum,
hevur heldur ikki raðfest sálarligu
heilsuna.
Tað er so nógv ung, sum ikki trívast
og hava stórar trupulleikar í ger andis
degnum. Hetta vísur, hvussu um ráð
andi tað er, at sálarliga heilsan verður
rað fest sum ein sentralur partur av
fólka heilsuni – bæði av tí einstaka,
sam felagnum og myndugleikunum.
Fleiri av okkara grannalondum
hava sett sálarligu heilsuna á breddan
og lagt dent á týdningin av, hvørjir
faktorar hava ávirkan á, at vit eru
frísk. Nevnast kann, at í Danmark
hevur Sundhedsstyrelsen gjørt eina
fyri byrgjandi ætlan, ið er løgd út
til kommunur nar. Ætlanin verður
nevnd »Forebyggelsepakke – Mental
sundhed« og er endamálið at fremja
trivna og ta sálarligu heilsuna hjá
borgar unum. Eisini í altjóða høpi,
hevur hug takið sálarlig heilsa, fingið
alsamt meiri ans.
Heilsumálaráðið, saman við Fólka
heilsuráðnum, hava sett nógv góð
heilsu átøk í verk. Nevnast kunnu
heilsu renning, rørsluár og MARK
heilsu kanning, men einki heilsuátak
hevur verið, har sálarliga heilsan er í
mið depl inum. Sostatt er eingin ætlan
um nøkur heilsufremjandi og fyri byrgj
andi tiltøk hesum viðvíkur.
Tey ungu stríðast
Sum nevnt hevur tíggjundi hvør næm
ingur í 8. flokki royndir við sjálvmorð,
vísur kanning frá 2014 hjá Tóru
Petersen, sálarfrøðingi. Víðari vísur hon
á, at tað eru fleiri gentur enn dreingir,
sum hava roynt sjálvmorð, og kunnu
tað vera ymisk viðurskifti, sum gera seg
gald andi tá tey taka hesa avgerð. Tað
er bæði umstøður frá barnaárinum og
hvussu tey trívast og hava tað í løtuni.
Tað eru tunglyndiseyðkenni, ið økja
um vandan hjá gentum. Hinvegin, er
tað kenslan av tryggleika og at hava
onkran at verða saman við, sum minkar
um vandan hjá dreingjunum.
Eisini hevur verið frammi, at fleiri
av miðnámsskúlanæmingum hava
tað trupult sálarliga. Nevnast kann,
at triði hvør miðnámsskúlanæmingur
sigur seg hava verið í sera ring um
lag og depimeraðan tað sein asta árið.
Hetta vísur kanning frá 2004, gjørd
av arbeiðsbólki við um boð um frá
starvs fólki í miðnáms skúl unum, ser
náms deplinum og menta mála ráð num.
Arbeiðsbólkurin er komin fram til, at
næm ingarnir mugu hava møguleika
fyri, at fáa hjálp frá sálarfrøðingi. Tað
er ikki bert í Føroyum, at tørvur er á
sálar frøðingum á miðnámsskúlunum.
HeilSuframi og fyribyrging
MARK-heilsukanning
M motión
A alkohol
R rørsla
K kostur
Tíggjundi hvør næmingur í 8. flokki hevur royndir við sjálvmorð.
Gloymmegei
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000