mánadagur 22. desember 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin nr. 146 · 22. desember 2014
13
Hetta síggja vit eisini í onkrum av
okkara grannalondum, har tað eisini
finnast nógvar ymiskar stuðulsskipanir
til tey ungu. Málið er, at fyribyrgja at
trupulleikarnir gerast so stórir, at tey
ungu ikki megna teir sjálvi. Á hesum
økinum eru vit í Føroyum afturút. Tí
mugu tiltøk setast í verk, sum stuðla
børnum og ungum, so tey ikki koma í
hesa ólukkuligu støðu.
Ungdómstíðin er merkt av spenn
ingi, kenslum og spurningum av nógv
um slag. Hetta er ein lærurík tíð, við
nógvum sálarligum, kropsligum og
sosialum broytingum. Her skulu tey
ungu læra, at standa á egnum beinum
og taka sjálvstøðugar avgerðir, hvat tey
velja til og frá. Hetta er fyrireiking til
tað vaksna lívið, har spurningar um út
búgving, arbeiði, bústað og lívið verða
settir.
Eingin ivi er um, at tørvur er á at
varpa ljós á sálarligu heilsuna, so at
okk ara ungdómur hevur góðar for
treytir at virka undir og fáa eina góða
byrjan upp á vaksnamannalívið.
Týdningarmikið er, at sálarlig heilsa
er ein partur av lívinum frá barns beini
av. Hon skal røkjast heima, í barna
gørð um, skúlanum, arbeiðs plássum og
í felags skapum, har vit menniskju eru.
Hvat er sálarlig heilsa ?
Sálarliga heilsa hevur ikki nakað rúm
í samfelagsligum høpi í dag, vit hoyra
mest sum hvønn dag í miðlinum, um
sálarliga sjúku, mistrivna, strongd
o.s.fr., hetta er sjálvsagt umráðandi.
Men vit eftirlýsta og meta tað vera
ein trupul leiki, at vit einki hoyra um
heilsu fremjan av sálarligu heilsuni.
Tað er sera umráðandi at hin einstaki
er til vitaður um, at hann hevur eina
sálar ligu heilsu og røkir hana.
Fyri at hava eina góða sálarliga
heilsu er umráðandi, at vit trívast, eru
nøgd og síggja meining við lívinum.
Tað hevur týdning, at vit hava samband
við familju og vinir, at vit megna at
geva og vísa áhuga fyri øðrum. At vera
krops liga virkin og gera ting, ið okkum
dámar. Geva gætur, vera forvitin og
leggja merkis til tað, ið er rundan um
okkum. Verða tilreiðar, at geva eina
hjálp andi hond og møguleiki skal vera
hjá tí einstaka fyri at mennast og læra
alt lívið. Tað er í lagið at vera øðrvísi
og rúm skal vera fyri ymiskleikanum.
Sálarliga heilsan skal raðfesta á
jøvn um føti við, t.d. mjólkaskipan í
skúl unum, heilsugóðan mat, frukt
skipan á arbeiðsplássum o.s.fr. soleiðis
at tað verður ein intigreraður partur av
fólka heilsuni.
5 um dagin fyri
góða sálarliga heilsu
Í Stóra Bretlandi hava myndug
leikarnir gjørt eina ætlan fyri at betra
um ta sálarligu heilsuna. Ætlan ini
verður nevnd »5 um dagin fyri góða
sálarliga heilsu «. Rådet for helse í
Noregi, hevur fingið íblástur úr Stóra
Bretlandi og hevur gjørt eina hug skots
skrá, hvussu hin einstaki kann røkja um
sína sálarligu heilsu, út frá hesum fimm
hugtøkum. Hetta meta vit avgjørt, at
vit í Føroyum kunnu fáa íblástur av.
Líka sum vit kenna »6 frukt og grønt
um dagin«, hevur tað týdning, at tann
einstaki tekur hesi 5 hugtøk til sín, fyri
at røkja um sína sálarliga heilsu. Tey
eru: Knýta bond, Vera virkin, Geva
gætur, Halda á við at læra og Gev.
Tað er ein jalig avleiðing av at røkja
ta sálarligu heilsuna. Hetta styrkir
okkara førleikar í at velja til og frá, at
megna truplar støður og at síggja tað
góða og møguleikarnar í lívinum.
Skal sálarlig heilsa verða ein partur
av fólkaheilsuni í Føroyum er neyðugt,
at myndugleikarnir ganga á odda, so
leiðis at hetta verður hugsað sum ein
natúr ligur partur av gerandisdegnum
hjá tí einstaka.
Skriva greinina hava:
Frá vinstru: Sunnrið egilstoft Nielsen,
Dagmar í heiðunum og kerstin laksáfoss
Sambært Heimsheilsustovnurin
hjá ST (WHO) er sálarheilsa: at hin einstaki
trívist og fær brúkt síni evni til at handfara
avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum
og somuleiðis at verða eina partur av einum
felagsskapi við onnur menniskju.
1 Knýta bond
Tað hevur týdning, at vit hava samband
við onnur menniskju, familju, vinir,
grannar og arbeiðsfelagar...
2 Vera virkin
Ver kropsliga virkin og ger tað tær dámar.
Gang ein túr, far í hagan ella íðka...
3 Geva gætur
Legg til merkis tað, ið er rundan um teg.
Ver forvitin og ver til staðar...
4 Halt á við at læra
Royn okkurt nýtt og set tær mál, ið tú ynskir
at náa. Ver opin fyri avbjóðingum...
5 Gev
Ver til reiðar at geva eina hjálpandi hond.
Bæði til tey nærmastu og tey tú ikki kennir.
Ver takksamur. Gev eina heita hond.
Gev eitt smíl!
keldur:
www.hmr.fo / www.sundhedsstyrelsen.dK
Kanning: risK factors for suicide attempts in the
total population of faroese eighth graders
Álit - viðvíKjandi sÁlarfrøðiligari hjÁlp til miðnÁms sKúlanæmingar
17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146