Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. januar 2015 sosialurin 6 9 Føroyingur drag queen í Talent Hann arbeiðir dagliga sum sniðstjóri, men Robin Ova Tolfsen, alias Dennis Agerblad, er so nógv meir enn júst tað Annika Kunoy Im R obin Ova Tolfsen, sum er úr Føroyum, men er búsitandi í Danmark, ger stundum um seg við øðrvísi fram­ førslum. Í farnu viku var hann at síggja í donsku sjónvarpskappingini Talent, har hann og aðrir menn høvdu eina fram­førslu í konufólkaklæðum – sum drag queens, tey kalla. Dennis Agerblad Band kom víðari í kappingini og verður aftur at síggja seinni í Talent. Robin Ova Tolfsen sigur, at hann hevur funnið upp á listanavnið Dennis Agerblad. Hann ivaðist mill­ um Dennis, David ella Daniel. Hini seinni vóru ov bíbilsk og tað fyrra nokkso fúlt, so tað bleiv til Dennis. – Eg vildi hava eitt mannfólkanavn, og hetta er mín útgava av, hvussu ein maður eisini kann síggja út, sigur hann. Krossur í oyranum Føroyingar kenna møguliga best Dennis úr bólkinum »Maður:Glotti«, sum hann mannar saman við Terje Messel. Dennis greiðir frá at hetta sam­starvið kom í lag, tá hann eina­ ferð sá Terja við eini guitar. Terje hevði ein kross í oyranum, líka sum George Michael, og hann hugsaði, at hendan mátti hann spæla tónleik saman við. Síðani gjørdi Dennis seg til kennar og segði Terja, at hann var ein tónleikari, sum vildi manna bólk. – Hetta passaði slett ikki, sigur Dennis. – Eftir hetta fór eg tó heim og skrivaði nøkur løg, og soleiðis byrjaði tón­leikayrkið hjá mær, flennur hann. Samkyndur Um ta tíðina hevði Dennis Agerblad ikki staðið fram sum samkyndur, men vildi tó ikki ganga uppá kompromis við sína náttúru, so hann valdi altíð at kærleikstekstirnir hjá bólkinum ikki kundu tolkast soleiðis, at eyðsýnt var, at talan var um kvinnu. Tá hann síðani flutti til Dan­ mark­ar at búgva í 2001, valdi hann at seksuali­teturin ikki skuldi vera nakað hann goymdi longur, og tá byrjaði hann at skriva tekstir um gjørdu hetta kunnugt. Síðani hevur Dennis fram­ført við ymskum bólkum og verið á konsertferð sum drag queen runt í heiminum. Øðrvísi Dennis og bólkur hansara av drag queens passaðu heldur ikki í sið­ bundnu drag queen mentanina. Dennis sigur, at hann hevði sæð nógvar slíkar sýningar við drag queens, men at hesar altíð tyktust ov ordiligar og vakrar til, at hann fekk hug at royna tað sjálvur. – Tá tær framføra eru tær vakrar og pyntaðar og standa á pallinum og mima eftir kendum sangum, og tær ganga høgt upp í, hvør dugur best, sigur hann. Hann greiðir frá, at hann heldur vildi gera sín egna tónleik og tekstir, so hann stovnaði Dennis Agerblad Band. – Eg eri ikki mainstream. Heldur ikki innan mína egnu sjangru. Nógvar drag queens vilja ikki kennast við bólkin hjá mær, tí tær halda at eg geri teim­um til skammar, tí eg eri ráari, og mær dámar at síggja út sum eitt landa­strok, sigur hann. – Í veruleikanum er Dennis Agerblad Band bara eg og aðrir per­ form­arir. Tað byrjaði við, at eg segði við ein, at hann skuldi verða trummu­ spælari í bólkinum hjá mær, við ein annan at hann skuldi verða guitar­ spælari, og við ein triðja at hann skuldi spæla bass. Ongin teirra dugdi at spæla uppá ljóðføri, men eg tók teir við allíkavæl, sigur Dennis. Framførslur Fyrsta framførslan hjá Dennis Agerblad Band var á einum flottum palli við reyðum teppi aftanfyri. Á pallinum stóðu fýra guitarar, og Dennis spurdi, um bólkurin kundi lána teir. Tað var gaman í, hóast ongin í bólk­inum visti, hvussu man handfór ein guitar. – Vit høvdu onki vant ella nakað sum helst. Vit fingu allir ein guitar hvør, og eg avtalaði við ljóðmannin, at eg skuldi standa burtur frá pallinum, og ljósið skuldi varpa á meg. Síðani sníktu hinir limirnir í bólkinum seg á pallin við eini guitar hvør. Tá eg klapp­aði og rópti, »juhuu!« sløknaði mítt ljós og varð varpað á teir. Tá ljós­ ið skein á teir, byrjaðu teir at spæla á guitarinar hvør í sínum lagi. Tá fór øll fjøldin at flenna. Síðani rann eg oman á pallin og byrjaði at syngja, fortelur Dennis. Næstu ferð framførsla var, vóru tað tveir av limunum, sum ikki kundu, og Dennis mátti finna nýggjar menn. Eftir tað kundi eingin teirra, sig­ur hann. Nú hevur hann nýggju ymiskar menn, sum hann kann velja ímill­um, tá framførsla er. Talent Tá Dennis segði vinmanni sínum, eini aðrari drag queen, við listanavninum Ramona Macho, at hann hevði valt at verða við í Talent, segði hon, at har mátti hann verða ordiligari enn vant. – Hon segði, at eg ikki kundi syngja um »pik og røv«. So visti eg ikki, hvat eg skuldi skriva, tí eg dugdi ikki at skriva nakað annað. Hon segði, at eg mátti finna uppá okkurt, sum minn­ur um. Eg ístaðin fyri bolle, valdi eg so knolde, og tað bleiv til sangin »Knold Cellery«, sum eg havi framført í sendingini, sigur Dennis. Dennis sigur at hann vanliga ikki hevði valt at veri við í eini slík­ari sending sum Talent. Men tað vísir seg, at ein slík sending letur nógvar aðrar hurðar upp og hevur fram­tíðar­ møguleikar við sær. – Fyrr hevur ein drag queen verið við í sendingini Talent, og hóast hon ikki kom serliga langt í sendingini, so fekk hon alsamt fleiri tilboð um at framføra, eftir sendingina. Hetta er høvuðsorsøkin til at Dennis Agerblad Band eru við. Hóast bólkurin hjá Dennisi ikki hoyrir til høvuðsrákið – heldur ikki innan drag queen mentanina – so heldur Dennis, at sendingin kann vera við til at lata upp fleiri hurðar. annika@sosialurin.fo – Eg vildi hava eitt mannfólkanavn, og hetta er mín útgava av, hvussu ein maður eisini kann síggja út, sigur Dennis Agerblad.