hósdagur 15. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. januar 2015
sosialurin 6
10
kjak
klumman
Eitt amboð
at grava við
T
vey mál hava sett dagsskránna hesar
dagarnar, ið higartil eru farnir av 2015.
Annað er útsøgnin hjá løgmanni, ið vil
hava nøkur hundrað flóttafólk til Føroya,
og hitt er islamistiski yvirgangurin í Fraklandi, ið
kostaði fleiri fólkum lívið. Hesi bæði mál hava sum
so einki við hvørt annað at gera, men allíkavæl komu
undan kavi fleiri felagsnevnarar, tá tað vísti seg, at
bæði málini megnaðu at býta mong fólk sundur í
tveir partar.
Útsøgnin hjá løgmanni fekk fleiri føroyingar á
internetinum upp at kóka, tí mong góvu til kennar
sína hugsan um at fáa flóttafólk til Føroya. Summi
søgdu seg vera bangin fyri, at tað kundi fáa sera
stóra og ókenda ávirkan á okkara lítla samfelag, um
ein rúgva av flóttafólkum brádliga kom higar, og
samstundis tosaðu onnur um tolsemi, tí sjálvandi
eiga føroysku dyrnar at standa upp á víðan vegg fyri
flóttafólkum.
Hetta við flóttafólkunum vísti so í øllum førum,
at kjakmentanin í Føroyum hevur tað ikki serliga
gott. Av tí at summi vóru »politiskt ókorrekt« og vístu
á vánaligar royndir frá grannalondum okkara og
samstundis – og kanska eisini tí – settu spurnartekin
við, at vit skuldu fáa eina rúgvu av flóttafólkum
til Føroya, vóru tað onnur, ið beinanvegin langaðu
»rasismu-kortið« á borðið og søgdu seg skammast
av, at føroyingar veruliga kundu vera so kaldir
og hjartaleysir, tá tað kom til flóttafólk. Tosa um
polarisering…
Alt skúmaði framvegis á Facebook og aðrastaðni,
tá óhugnalig tíðindi bórust um, at tveir víðgongdir
muslimar høvdu skotið og dripið fleiri fólk á
einum fronskum satirublaði. Aftur her gjørdi seg
galdandi, at meðan summi vístu á, hvussu ræðuligur
átrúnaðarligur yvirgangur kann vera, vóru tað
onnur, ið avnoktaðu átrúnaðarliga veruleikan,
sum var sjálvur botnurin undir yvirganginum,
men bara vildu síggja hetta sum eitt álop á talu- og
skrivifrælsið.
Tað er tó løgið, at tað í Føroyum – og aðrastaðni
við – ikki skal bera til at seta spurnartekin við
nakað, so skjótt sum tað hevur okkurt við islam og
muslimar at gera. Tá verður beinanvegin hússjað
og tosað um stigmatisering av øllum heimsins
muslimum, og at tað ikki sømir seg at skera øll yvir
ein kamb og alt tað. Nei, sjálvandi, men tann dag,
tá tað ikki longur ber til seta orð á sín iva og ótta, er
væl heldur eingin verðsins orsøk til at hava talu- og
skrivifrælsi. Tá hava vit longu grivið okkara egnu
grøv við einum amboði, eingin hevur loyvi til at siga
navnið á…
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Hilmar Jan
Hansen
Eitt sindur um fiskivinnu
Olaf Olsen
Nógv verður
tosað
um
fiskivinnu og
um, hvussu
hon skal stýr
ast fyri at hon
skal geva mest møguligt til
samfelagið.
Í løtuni er tað uppsjóvar
vinnan, sum mest verður tos
að um. Og spurningurin er,
hvussu verður ágóðin av henni
rættvísast fordeildur.
Fyri at leggja meg eitt sind
ur upp í kjakið, so haldi eg
fyri tað fyrsta, at tað er púra
skeivt at býta skip og loyvi til
at fiska í tvær búskaparligar
eindir. Ein hevur eitt amboð til
at gera arbeiðið við, og gevur
tað væl av sær, so er amboðið
nógv vert. Gevur tað lítið og
einki av sær, so er amboðið
tilsvarandi minni vert. At siga,
at tú sleppur at nýta amboðið
er nakað annað. Er tað ein
teigur, sum tú eigur sjálvur, so
gert tú helst, sum tú vilt.
Er tað á einum øki, har
fleiri kunnu vera, so er støðan
øðrvísi. So hevur tú ábyrgd
yvir fyri øðrum eisini, so tú
ikki misrøkir økið, so tað gevur
minni. Hevur tú nýtt pening og
tíð til at gera arbeiðið soleiðis,
at tú fært meira burtur úr, so
hevur tú ein frammíhjárætt til
at arbeiða á økinum. Er vandi
fyri, at tú misrøkir økið, so er
neyðugt at gera reglur fyri,
hvussu fram skal farast, og
táið reglur verða settar, sum
avmarka arbeiðsmøguleikan,
so byrjar beinan vegin virðið at
avskeplast. Er økið avmarkað,
og mark fyri, hvussu mong
kunnu virka á økinum, so
verður tað helst ein fyrimunur
fyri nøkur at sleppa at virka
har. Er ikki møguleiki fyri
at fleiri kunnu vera har, so
byrjar rætturin til at virka at
fáa annað virði enn tað, sum
kann fáast við at arbeiða har.
Hvat ger ein so? Jú, hann kann
spyrja ein av teimum, sum
virkar á økinum, um hann
kann yvirtaka amboðini hjá
honum. Vil hann tað, so selur
hann amboðini til hin, og so
kann hann virka undir somu
treytum sum tann, ið selur.
Eru tað fleiri, sum vilja sleppa
framat, so kann tað vera, at
hann kann fáa meira fyri
amboðini, enn hann hevur
keypt tey fyri.
Er tað hinvegin soleiðis,
at hann fær lítið og einki
burtur úr at virka á økinum,
so kann vera, at hann vil selja
amboðini, og finnur hann ein,
sum vil keypa, so fær hann
helst lítið fyri amboðini. Tað
eru amboðini, sum skifta
virði; økið vil hava sama virði.
Tí haldi eg, at tað er púra skeivt
at býta virðið sundur millum
rættin at sleppa at virka og
amboðini.
Avmarkingar vilja altíð
avskepla virðir, hvat tað so er.
Um rætturin at koyra taxabil
er avmarkaður, so vil virðið á
einum taxabili broyta virðið,
alt eftir um tað loysir seg
væl at koyra taxabil ella ikki.
Myndugleikarnir eiga ikki
rættin til at koyra taxabil,
um tað er avmarkað, men
kunnu hava fyri neyðini at
regulera rættin. Tað er tað
sama við rættinum til at fiska.
Myndugleikarnir eiga ikki
rættin til at fiska, men hava
fingið rættin til at regulera
veiðina.
Avgjøld
At leggja avgjøld á forkant
av veiðini er eisini púra
skeivt. Sum nevnt, so eiga
myndugleikarnir ikki rættin
til at fiska, men bert rættin til
at regulera. Myndugleikarnir
eiga ikki fiskastovnarnar.
Gongur tað væl hjá teimum,
sum fiska, so kunnu teir, sum
fiska og sum eiga amboðini,
tjena væl. Teir brúka sín pen
ing í samfelagnum og rinda
25% av tí teir útvega sær, til
samfelagið, umframt at teir
rinda skatt, og teir, sum eiga
amboðini rinda eykaskatt,
um teir tjena væl. Henda
skatt og meirvirðisgjald hava
myndugleikarnir møguleikar
fyri at regulera og broyta,
um teir fáa samtykki til tess.
Vit vita, at eitt skattaprosent
uppá 0% ella 100% gevur ong
an skatt, og tað er tað sama
við meirvirðisgjaldinum, og
so er at finna tað lutfallið,
sum gevur mest, og tá ræður
um at finna pínumarkið fyri,
nær borgarnir halda, at tað er
rímiligt.
Um tað skal verða eitt av
gjald uppá veiðina, t.d. sum nú
er eitt vektgjald, so er tað púra
burtur við at lata tað gjaldið
fara inn á fíggjarlógina, tí tað
gevur politikkarunum eitt
høvuðbríggj, sum hevði verið
gott at sloppið frá, tí fongurin
og avkastið er so broytiligt,
at tað kemur at vera torført
at gera eina fíggjarlóg, sum
er stabil. Tað frægasta, sum
kann gerast við eitt slíkt gjald,
er at nýta tað til at niðurgjalda
skuld við. Tað bilar minni, um
tað svingar frá ári til ár.
Heimaflotin
Eg skal ikki skriva so nógv
um heimaflotan annað enn
tað, at eg haldi reguleringina
av útróðraflotanum vera
heilt burtur við. Hesin floti er
minkaður niður í ein brotpart
av, hvat hann var, og hann er
als eingin hóttan fyri nakran
stovn. Tað eru so fáir bátar –
og menn við – sum eru í hesi
vinnuni, so ístaðin at hjálpa til
við at køva hana heilt, so eigur
øll avmarking at verða tikin av.
So hevði kanska onkur hildið
fram nøkur ár aftrat. Onkur
hevur sagt: Hvat nú, um tað
fer at verða nógv at fáa, og
allir frítíðarfiskimenn leggja
til brots! Jú, so fáa teir nógvan
fisk, og er tað ikki bara gott?
Táið lítið verður at fáa, so tíma
teir ikki meir, og so halda teir
uppat, so tað regulerar seg
sjálvt. Tak alla avmarking av
útróðrarflotanum!