Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. januar 2015 sosialurin 6 11 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tíðin er komin til at strika 266b Sjúrður Skaale fólkatingsmaður Besta svarið til terroristarnar í París er at avtaka lógina sum sigur, at rætturin hjá mær til ikki at blíva fornermaður, gongur fram um rættin hjá tær til at siga tína meining T ey dripnu fólkini, sum starvaðust á Charlie Hebdo, eru útnevnd sum hetjur í vesturheiminum. Tey umboðaðu fólkaræðið, verður sagt. Talufrælsið. Alt tað, sum vit byggja á. Tí søgdu øll í farnu viku: »Eg eri Charlie«. Men eingin verður hetja av at verða dripin. Hetjur verða fólk av sínum gerningum. Og var tað so fantastiskt, sum tey gjørdu? Sumt ja. Absolutt. Uttan satiru og provokatión verður kjakið gelt. Mann kann næstan ikki ímynda sær politisku debattina í Føroyum farnu nógvu árini uttan Óla P. Men á Charles Hebdo tekn­aðu tey eisini beinagrindina á Michael Jackson undir tekstinum: »Endiliga hvítur«. Var tað so kul? Var tað neyðugt at tekna Muhamed í porno­grafiskari posering? Gagnaði tað nøkrum at tekna onanerandi nonnur? »Muhamed er ikki heilagur fyri meg«, var svarið frá blaðstjóranum, tá hann var spurdur hví hann prentaði tær grovu myndirnar, sum særdu nógv fólk. Er tann grundgevingin nóg góð? »Tað er ikki bara misnýtsla av valdi, ið kann hótta frælsið – misnýtsla av frælsinum kann eisini hótta frælsið«, skal James Madison hava sagt. Rólant í Skorini var inni á tí sama í sjón­varp­inum í farnu viku. Í hesum liggur, at vit mugu um­sita frælsið ábyrgdarfult. Og tað gera tey flestu eisini. Hvønn ein­asta dag verða tekstir og myndir koyrd í rusk­spannina á heimsins redak­tión­ um. Ikki orsaka av sensuri, men tí at til­farið bara ikki er hóskandi. Tað kann vera smakkleyst, óneyðuga áleypandi – ella bara ov býtt. Tey, sum kortini almanna­kunn­ gera alt hetta, eru ikki hetjur. Og tey eru heldur ikki livandi ímyndir av teirri stóru idéini um fría orðið. Tey kunnu tvørturímóti skaða idéina um fría orðið við at misnýta hana. Meldaður prestur At summi misnýta talufrælsið – sum tey t.d. stundum gjørdu á Charlie Hebdo – má kortini ikki hava við sær, at vit avmarka tað við lóg. Fólk skulu kunna vera bæði ómoralsk, rasistisk, homofobisk, blas­femisk og beinleiðis anti- demo­kratisk. Tað ber ikki til at verja demo­kratiið við at forða teimum at virka, sum mis­nýta demokratiið – ella bein­leiðis vilja tí ann. Tí avmarka vit teirra rættindi, so avmarka vit eisini demo­kratiið sjálvt. So lata vit ikki long­ur borgararnar hava ábyrgdina av at umsita talufrælsið, men biðja dóm­stól­arnar at gera av, hvat kann sigast og ikki. Tað er júst slíkur formyndara­ skapur, sum er tankin undir grein 266b í revsilógini. Áðrenn samkynd blivu partur av hesi lóg, meldaði rockbólkurin 200 ein prest fyri at hava skrivað sera niðrandi um samkynd. Hugsið tykkum, um tað hendi eftir lógarbroytingina! So hevði homofobiska hugsanin hjá Mogens Tilsted Christensen, presti, helst verið ólóglig í Føroyum! Nakað eftir meldaði Bill Justinussen listarmannin Ole Wich fyri satiriska verkið homoFObia. Ole Wich bleiv ikki dømdur – men so leingi vit hava 266b kundi hann blivið dømdur. Við hesi lóg lata vit tað upp til dómsvaldið at gera av, hvussu langt talufrælsið gongur. Og tað finst eing­in objektivur sannleiki um, hvat er sømiligt og ikki. Tí verður tað per­són­liga meiningin hjá onkrum dómara, sum øll onnur mugu geva seg undir. Ólógligt fornermilsi Í Føroyum verður 266b bara sett í sam­band við samkynd. Hugsanin var, at tey við hesi lóg líkasum blivu formliga góðtikin í Føroyum. So leingi henda lóg er galdandi, skulu samkynd sjálvsagt vera partur av henni. Men lógin hjálpir ongum. Myndugleikarnir kunnu ikki við lóg verja hvørki samkynd ella nakran ann­an móti teimum meiningum, onn­ur hava um tey. Myndugleikarnir skulu viðurkenna samkynd við at tryggja teimum borgarliga rættin at giftast. 266b skerjir talufrælsið tí lógin byggir á eina hugsan um, at rætturin hjá mær til ikki at blíva stoyttur ella for­nermaður, gongur fram um rætt­in hjá tær til at siga tína meining. For­nerm­ilsið hjá mær skal kunna fáa teg í geglið. Farnu dagarnar hava ávísir før­oy­ingar tosað um neyðstødd flóttarfólk í niðrandi, kyniskum og rasistiskum vendingum. Mong hava kent seg illa av at hoyra og síggja hetta. Men sovorðin ókristilig hugsan er í Føroyum. Vissuliga er tað ódámligt. Men tað er altso eingin troyst, at tað, orsaka av 266b, kann vera ólógligt at bera slík sjónar­mið fram. Tí koma tey ikki fram, ber ikki til at fáa tað kjakið, ið sum tað einasta kann broyta nakað. Okkara fólkaræðið má vera ein sjálvreinsandi mekanisma, har ymisk sjónarmið brótast, og tey vinna, sum fáa størstu undirtøkuna millum fólk. Og tað ber ikki til, um summi sjónar­mið eru ólóglig! Besta svarið Starvsfólkini á Charlie Hebdo vóru ikki hetjur. Men tey høvdu rætt til at gera tað, tey gjørdu. Og terroristarnir sum drupu tey, mugu ikki sleppa at skera so mikið sum eina flís av tí talu­frælsi, sum hesi fólk gjørdu sær dælt av. Vit svara teimum best við at lógar­festa ta hugsan, at í Føroyum er orðið púra frítt. Og tað gera vit m.a. við at avtaka 266b. »Farnu dagarnar hava ávísir føroyingar tosað um neyðstødd flóttarfólk í niðrandi, kyniskum og rasistiskum vendingum. Tað hevur verið ódámligt – men tey skulu hava fullan rætt til tað«