Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. januar 2015 sosialurin 6 12 KJAK Dagur & Vika bar misvísandi tíðindi Bjørn Kalsø landsstýrismaður Um dagarnar hevur ein serfrøðingabólkur verið í Føroyum og lagt fram niðurstøður og tilmæli í eini uttan­ hýsis eftirmeting, sum á fyrsta sinni er gjørd av Fróðskaparsetri Føroya. Í sambandi við framløguna av frá­greiðingini var skipað fyri tiltaki í Mentamálaráðnum, har niðurstøður og tilmæli vóru løgd fram. Møguleiki var eisini at seta spurningar. Væl av fólki var møtt og Kringvarpið var eisini á staðnum. Í kjalarvørrinum á tiltakinum í Mentamálaráðnum vóru innsløg í Útvarpinum hjá Kringvarpinum og í Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, har frágreiðingin varð viðgjørd og samrøður vóru við Lindu Nielsen, formann í serfrøðingabólkinum, og Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Setrinum. Eftir míni meting var innslagið í útvarpinum sakligt og viðgjørdi inni­haldið í frágreiðingini frá ser­frøð­ ingabólkinum, men tá Dagur & Vika á kvøldi tann 13. januar fór undir at lýsa málið, vóru tíðindini eftir míni bestu sannføring misvísandi. Nógv bendir á, at fyri­reikingar­ arbeiðið undan innslagnum ikki var gjørt til lítar, og tí varð neyðugt hjá rektaranum á Fróðskaparsetrinum, Sigurði í Jákupsstovu, at rætta tað, sum Kringvarpið bar fram ferð eftir ferð. M.a. varð ført fram, at universitet uttan fyri Føroyar høvdu ilt við at góð­kenna útbúgvingarnar á Setrinum og at lesandi í Føroyum av teirri orsøk høvdu ilt við at sleppa framat at lesa víðari í útlandinum. Somuleiðis var ført fram, at professari í orkuverkfrøði, sum starvast á Setrinum er løntur av vinnuni. Bæði hesi uppáhald geva eina skeiva mynd av støðuni, og verða tey heldur ikki borin fram í frágreiðingini hjá serfrøðingabólkinum, sum Kringvarpið annars vildi vera við. Sjálvandi hava miðlarnir rætt til at viðgera Fróðskaparsetrið kritiskt, og eftirmetingin vísir eisini á viðurskifti, sum Setrið kann gera betur. Men í eini tíð, har arbeitt verður við at draga fleiri ung lesandi til okkara einasta universitet, er hugstoytt, at Kringvarpið - okkara sterkasti miðil og einasti almenni public service- stovnur - ber fram ógrundaðan og skeivan kritikk tiknan úr leysum lofti. Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Latið okkum Sprotan ókeypis! Kristina Clementsen Limur í Samstarvsnevndini hjá Studentaskúlanum í Hoydølum Í 1. januar 2015 fór Sprot­in at kosta hjá øll­um, eisini hjá skúla­næmingum. Sprot­in hevur veitt eina ókeypis tæn­astu í fleiri ár, men nú verður tað hildið, at tað er ov dýrt at veita skúla­næm­ ingum ókeypis orðabøkur á netinum. Við hesum sagt eru tað fleiri, ið ivast í, hví tænastan brádliga varð tikin frá okkum. Tær 13 frálíku teldutøku orðabøk­ urnar hjá Sprotanum hava verið góðar hjá nógvum, og helst skúla­ næmingum. Sprotin hevur verið við, at styrkt um menningina av føroyska málinum, og givið fólk­inum møguleika at læra seg fremmand mál ígjøgnum føroyska málið. Nú hevur Mentamálaráðið givið kommununum ábyrgdina at veita tænastuna til fólka- og miðnámskúlanæmingar. Men hetta er gjørt uttan nakra semju ella ætlan um framhaldandi at veita næmingum orðabøkurnar ókeypis, og tað er heilt burturvið! Tað átti, at verið eitt áhugamál hjá Mentamálaráðnum, at varðveitt ókeypis orðabøkur. Nú hava tey tikið orðabøkurnar frá okkum, og siga, at tey ikki hava ráð at gjalda. Mentamálaráðið vil vera við, at miðnámsskúlanæmingar og hægri lesandi enn kunnu nýta Sprotan ókeypis, men hetta er ikki veruleikin. Vit hava møguleika at nýta orða­ bøkurnar í skúlanum, men longri sleppa vit ikki. Tá vit koma heim, og tað liggja fimm málsligar innlatingar, ið bíða eftir at verða gjørdar, so er tað eingin, ið veitir okkum orðabøkur. Ungdómurin ynskir, at Sprotin gerst ókeypis aftur! Vit vilja “sprota” tey orðini, ið vit ikki kenna til. Tað gevur okkum betri møguleika at gera okkara uppgávur á einum hægri støðið. Júst tað átti at verið eitt áhugamál hjá Mentamálaráðnum, tí tað er Mentamálaráðið, ið hevur evstu ábyrgd av dygdini í undirvísingini. Hetta var orsøkin til mótmæli í Studentaskúlanum í Hoydølum í dag. Tá ungdómurin fer at rópa um orðabøkur, tá er tíð hjá teimum, ið hava ábyrgd, at lurta eftir! Við ónøgdari studentakvøðu, Vit eiga styrkja og menna yrkisútbúgvingar Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Rákið í Føroyum, eins og í londunum rund­anum okkum, er, at alsamt fleiri ung velja gymnasialu mið­náms­út­búgv­ ing­arnar, meðan færri velja yrkis­ útbúgvingar. Ein av orsøkunum til skeiklaðu gongd­ina er, at gymnasialu mið­námsútbúgvingarnar hava verið rað­festar hægri enn yrkisútbúgvingar, av politiska myndugleikanum. Til dømis, hevur man síðan 2009 lagt stóra orku í at útvega øllum pláss á miðnám, uttan at spyrja, um hetta var tað, ið øll hesi ungu høvdu hug og evnir til. Skeiklaða gongdin kann gerast ein alsamt størri trupulleiki við tað, at vit koma at hava nógv ung, ið ikki fingu tað útbúgving, ið tey ynsktu sær, samfelagið kemur at mangla yrkislærda arbeiðsmegi, og møguleikarnir fyri vinnuligum vøkstri gerast færri. Nógv tos um yrkis­ útbúgvingar og fleiri lærlingar Samgongan hevur tosað nógv um at vit mugu fáa fleiri lærlingar. Hetta hevur tó bert verið tos, øll átøk, ið kundu verið við til at útvega fleiri lærupláss eru feld. Vit hava ístaðin innflutt handverkara og í eini tíð har byggivirksemi er í hæddini eru tað 20 færri lærusáttmálar undirskrivaðir í 2014 enn 2013, nevniliga 228 í mun til 278 í 2013. Henda gongd vísir tíðuliga, at onki er gjørt við at økja um talið av læruplássum. Hvørki hvat viðvíkur, at útvega fleiri læripláss eiheldur at seta krøv til byggivinnuna um at seta lærlingar, í samband við útboð av almennum arbeiðum. Hetta eru átøk, ið okkara grannalond hava framt seinnu árini. 3 milliónir til uppraðfesting av yrkisútbúgvingum í 2015 Fíggjarlógin er júst samtykt. Millum uppskotini, ið andstøðan hevði, í alternativu fíggjarlógini vóru 3 milli­ ónir til at nýskipa, menna og fjøltátta yrkisútbúgvingarnar. Tí vit ásanna at neyðugt er at uppraðfesta yrkisútbúgvingar. Talan kann vera um fleiri átøk, fleiri læripláss, endurskoða ver­ andi útbúgvingar, seta á stovn fleiri yrkisútbúgvingar og skipa meiri kunning og vegleiðing um yrkisútbúgvingarnar. Í hesum sambandi eigur greiða at vera fingin á, hvussu yrkisútbúgvingar kunnu skipast so tær økja um áhugan hjá ungdóminum. Ungdómurin eigur at vera spurdur hvørjar yrkisútbúgvingar tørvur og áhugi er fyri, soleiðis at nýggjar útbúgvingar kunnu verða stovnsettar. Eisini er neyðugt at útboðið av hesum útbúgvingum gerst attraktivt og viðkomandi fyri bæði kynini. Sum nú er eru tað heilt fáar gentur, ið fara yrkisvegin, hetta orsaka av vantandi valmøguleikum. Ítøkiligar broytingar og uppraðfestingar eru lyklaorð í menningini av yrkisútbúgvingum. Tí eiga vit sum politikkarar í samstarv við ungdómin og vinnuna at finna fram til eina loysn, ið kann bøta um støðuna soleiðis at skeiklaða gongdin broytist til fyrimuns fyri bæði ungdóm og vinnu.