hósdagur 15. januar 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. januar 2015
sosialurin 6
13
Miðfyristingin forðar
kommununum á eldraøkinum
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, finst hvassliga
at miðfyrisitingini fyri at halda fast um eldraøkið
Árni Gregersen
K
ommunurnar yvirtóku
eldraøkið í Føroyum
1.januar, men landsmynd
ugleikarnir halda fram
vegis fast í økinum og vilja ikki av
álvara sleppa tí.
Tað framgongur klárt av teimum
viðmerkingum, sum borgarstjórin í
Eysturkommunu, Jóhan Christian
sen, hevur sett fram alment.
– Tað stendur greitt, at miðfyrisit
ingin ikki vil sleppa økinum og heldur
fast um at avgera, hvussu vit skulu
taka okkum av teimum eldru, sigur
Jóhan Christiansen.
Hann vísir á, at kommunurnar
noyðast at koma uppí fýra ymiskar
KT-skipanir, nú tær hava yvirtikið
eldraøkið, og tað allarringasta er, at
kommunurnar noyðast at senda
skjølini í sambandi við eldraøkið til
Havnar.
– Í Eysturkommunu og Fugla
fjarðar kommunu har tilsamans 70
borgarar fáa hjálp – annaðhvørt tí
tey eru á bústovnum ella fáa heima
hjálp – hava vit ikki brúk fyri stórum
og dýrum skipanum. Hetta eru færri
brúkarar enn vit hava í barnagørðun
um, sigur borgarstjórin.
Stórt stig
At leggja eldraøkið út til kommun
urnar er eitt stórt stig at taka, og tað
hevur eisini tikið drúgva tíð.
Upprunaliga var ætlanin fyrst at
leggja kommunurnar saman í størri
eindir, men tá ið tað miseydnaðist, var
gjørd ein onnur skipan, har eldraøkið
varð býtt í samstarvsøkir.
Kommunurnar hava fingið um 400
milljónir krónur fyri at taka sær av
teimum eldru. Pengarnir eru knýttir
at forskattingini av pensjónum og
øðrum, so kommunurnar fara eisini
at fáa meira pening komandi árini.
Hetta tí nú er øllum álagt at gjalda
inn til pensjón, og hetta tal verður
tí vaksandi komandi 13 árini til øll
gjalda 15 prosent í pensjón.
Sum skilst eru nakrir spurningar
eftir at loysa, so samstarvið um eldra
økið annars fer at virka.
Serlgia eru tað tey ymisku marka
mótini, sum enn ikki eru fingin enda
liga uppá pláss.
– Vit arbeiða framhaldandi við
hesum spurningunum og sum tað
sær út so fer tað eisini at bera til at
finna eina loysn á tí, sigur stjórin
í
Kommunufelagnum,
Eyðun
Christiansen.
Sparingarnar
400 miljónir krónur letur landið til
kommunurnar fyri at røkja eldraøkið,
men onki er sum bendir á, at nakrar
sparingar verða gjørdar í miðfyrisit
ingini, nú kommunurnar sjálvar taka
sær av eldraøkinum.
Sum skilst verða framvegis áleið
tríggjar miljónur krónur goymdar
eftir hjá landinum, men ein partur av
teimum verður brúktur til at koma
burturúr leigumálum o.a.
Borgarstjórin í Eysturkommunu
dylir ikki fyri, at hann metir tað sum
miðfyrisitingin ger er ein toppstýring,
so tað munar:
– Her er talan um totala topp
stýring, har hvør minuttur verður
skrásettur og planlagdur út í æsir. Er
tað veruliga neyðugt? Er tað við at
tryggja eina góða tænastu? Tað haldi
eg ikki. Soleiðis planleggur man eina
bussleið, men ikki eina tænastu til
fólk, sigur Jóhan Christiansen.
Skil á
Borgarstjórin í Eysturoynni er rættu
liga hvassorðaður í sínum viðmerk
ingum og leggur eftir miðfyrisitingini
fyri ikki at vilja sleppa endanum og
lata kommunurnar taka sær av tí,
sum semja er gjørd um.
– Alt samskiftið vit hava havt við
landsmyndugleikanar ber brá av, at
tey halda, at skal nakað skil vera á
umsitingini av eldraøkinum, so kunna
kommunurnar ikki umsita tað. Tað
er avgerðandi fyri tænastuna, at hvør
smálutur verður sentraltstýrdur á ein
tílíkan hátt, at sjálvt tey mest komm
unistisku londini í heiminum blikna í
mun til Føroyar. Um ikki, so kollsiglur
alt eldraøkið, sigur hann.
Sosialurin hevur roynt at fing
ið viðmerkingar frá Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu við al
mannamálum og landsstýrismann
inum við fíggjarmálum, Jørgen
Niclassen, uttan at tað eydnaðist
undan evstamarki.
Nýggj kommunal eind
tekur sær av eldraøkinum
Tá ið uppskotið um at leggja eldra
økið til kommunurnar var viðgjørt í
trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum,
var ein fortreyt, at vald og gjald áttu
at fylgjast at.
Meirlutin í trivnaðarnevndini
skrivaði:
– Í allari tilgongdini at leggja
eldraøkið út á kommunurnar at
umsita hevur ein grundgeving verið,
atkommunurnar eru væl førar fyri
at umsita økið minst lika væl sum
landið. Meirilutin heldur tí, atlógin
eigur at vera so lítið avmarkandi fyri
kommunurnar sum møguligt.
Viðmerkingin hjá Jóhan Christi
ansen, borgarstjóra í Eysturkomm
unu, vísir á, at nú eldraøkið er lagt
út til kommunurnar, hendir júst tað
mótsatta av tí, sum meirlutin í trivn
aðarnevndini ynskti.
Nú er tað sum landsmyndugleik
arnir framvegis halda fast um eldra
økið og áseta kommununum treytir.
Tá ið uppskotið var í nevndini
mælti minnilutin – umboð fyri and
støðuna á tingi – til at fella uppskot
ið, tí tá vóru framvegis fleiri ógreið
viðurskiftir.
Málið var kortini samtykt.
Nýggjar eindir
Flytingin av eldraøkinum til komm
unurnar hevur eisini broytt komm
unala landslagið í Føroyum.
Upprunaliga var ætlanin fyrst at
leggja kommunurnar saman í størri
eindir áðrenn kommunurnar yvir
tóku eldraøki, men eftir at ein fólka
atkvøða hevði verið um spurningin,
datt hendan ætlan niðurfyri.
Nú er so tað hent, at nýggjar
kommunalar samstarvseindir eru
gjørdar, sum fyribils bert taka sær
av eldraøkinum.
Hetta líkist nógv skipanini í Dan
mark við regiónum, sum fyrst og
fremst taka sær av heilsuøkinum.
Regiónirnar hava kortini onnur
smærri mál eisini, sum tær taka
sær av.
Í veruleikanum er hendan skip
anin eitt lag afturat, so at vit nú
umsitingarliga hava landið, eldra
samstarvini og kommunurnar.
Sjálvt um lóggávuvaldið ikki
formliga hevur gjørt eldrasamstørv
ini til ein veruliga kommunala mill
umeind, so virkar hendan soleiðis
framvegis.
Føroyar eru tí eitt tungt umsit
ingarligt samfelag, sum mest er at
samanbera við størru eindirnar í
stórum londum.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, finst
hvassliga at, at miðfyrisitingin ikki vil sleppa eldraøkinum.
Eyðun Christiansen, stjóri
í Kommunufelagnum, sigur
at enn verður samráðst
um markamótini.