hósdagur 15. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. januar 2015
sosialurin 6
14
A
fundi í floksstjórnini
hjá Javnaðarflokkinum
seinasta hósdag varð
einmælt samtykt, at Atli
Dam skuldi vera landsstýrismaður
eftir Villa Sørensen. Tað vóru
javnaðarfeløgini í Suðuroy, sum
komu við hesum uppskoti, og var
væl tikið undir við tí av øðrum
javnaðarfeløgum við.
Atli Dam er í løtuni í útheiminum
og kemur væntuliga fyrst í februar
mánað. Hann veður sostatt ikki
valdur beinanveign, tá løgtingið
kemur saman komandi týsdag, tí
lógin ásetur, at landsstýrismaður skal
búgva í Føroyum, tá valið fer fram.
Tað er ikki grett, hvørji málsøki,
nýggi landsstýrismaðurin fer at ahva
undir sær í landsstýrinum, mne ikki
kann roknast við at størri broyringar
fara fram. Málsøkini, ið Villi Sørensen
hevði undir sær vóru: Samferðsla,
fiskivinna, og inn- og útflutningur,
og verður tað helst heisi mál, ið Atli
Dam fer at sita fyri.
Atli Dam er 37 ára gamal. Hann tók
akademiskt verkfrøðingsprógv í 1964
og hevur virkað sum verkførðingur
á danskari fyritøku, har hann hevur
verið umboðsmaður virkisins í
útheiminum.
Seinasta hálva árið hevur hann
verið í Kuwait, har hann var sendur til
at standa fyri bygging av verksmiðju.
Atli Dam hevur ikki beinleiðis tikið
lut í politikki, men altíð fylgt væl við
politiska leikinum í Føroyum. Eisini
er hann kendur frá teim mongu
fundunum í Føroyingafelagnum í
Keypmannahavn, sum tann frálíki
debattørurin.
Hin føroyski Javnaðarflokkurin,
og tjóðin sum heild, hevur við Atla
Dam fingið gott og frískt blóð.
Vit liva í høvuðsstaðnum
Januar 1980: Farið er undir at byggja
svimjihøll í Havn. Mánaðarblaðið
Kolon hitti í hesum sambandi
formannin í stadionnevndini hjá
býráðnum í Havn, Niels Debes:
»Nú farið er undir arbeiðið upp
á nýggju svimjihøllina í Gundadali,
hevur Kolon sett seg í samband við
Niels Debes, formann í stadion
nevnd Tórshavnar Býráðs.
Tað er bert at fegnast um, at
arbeiðið nú at enda er byrjað. Gamli
svimjihylurin var bygdur í 1959, og
er hann sostatt tjúgu ár nú. Í hesi
tjúgu árini er Havnin vaksin sera
nógv, og tað hevur leingi verið greitt,
at svimjihylurin ikki er førur fyri at
nøkta tørvin.
Skuldi ein bíðað, til tað bleiv
bíligari, so bleiv tað ivaleyst seinur
dagur, Havnin, fekk hóskandi
svimjiumstøður. Arbeiðið var klárt
at fara undir, og einki annað stór
arbeiði hjá kommununi var klárt, so
tað var bert at fara undir tað.
Nýggja svimjihøllin fer at liggja
har, sum hondbóltsvøllurin lá. Hetta
vil ikki siga, at havnarfólk ikki kunnu
íðka uttandurahondbólt, tað verða
gjørdir tríggir nýggir niðanfyri, á
økinum, har tennisvøllurin nú er.
Tað er møguligt, at ein av vøllunum
so verður tennisvøllur, men tað er
ikki greitt enn, við tað, at planurin
yvir Gundadal ikki er rættiliga
liðugur enn.
– Hvat nú við tí gamla svimji
hylinum – skulu vit framvegis hava
møguleika at svikja uttandura?
– At halda tveir verður ovdýrt í
rakstri – tann eini skuldi verið nóg
stórur til tørvin. Gamli hylurin
verður kanska skoytubani, ella tað
verður sett ein »ballón« uttan um
hann – tað er alt óvist, vit hava bert
savnað okkum um tann nýggja.
Eisini roknaður til brekað
Tann eini hylurin er gjørdur so,
at hann kann brúkast til altjóða
kappingar, hetta er kappingar
hylurin. Hinir eru um helvtina til
støddar, og eru teir kavingarhylur,
barnahylur og venjingarhylur til
børn. Eisini er áskoðarasvali við
matstovu – vit liva jú í høvuðs
staðnum.
Øll høllin er roknað til, at tað
kann koyrast við rullustólum,
so hon kann eisini brúkast til
revalidering og til brekað.
Vit kunnu taka eitt dømi um,
hvussu nógv ein góð svimjihøll
hevur at siga: Tá kalksvíkingar
fingu høllinia, blivu teir eitt rættiligt
svimjandi fólk. Tað sæst eisini á
kappingunum, har er so at siga bert
Ægir, sum sigrar. Hetta týðir á tað, at
tað eru eingir venjingarmøguleikar
her, og at Ægir tí ikki fær nakra
serliga mótstøðu – nú fáa teir
kanska mótstøðu!
Atli Dam verður
landsstýrismaður
Sosialurin skrivar soleiðis 24. januar í 1970:
Floksstjórnin hjá Javnaðarflokkinum
samtykti einmælt at seta Atla Dam til
landsstýrismann eftir Villa Sørensen
afturhvarv
35 ár síðani:
Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov
Kistan verður borin úr Christianskirkjuni í Klaksvík. Berarar eru: Kristian Djurhuus, løgmaður,
Jákup Lindenskov, varaløgmaður, Sámal Petersen, landsstýrismaður, Einar Waag, formaður
Javnaðarfloksins, J. Fr. Øregaard, løgtingsformaður og Poul J. Olsen, løgtingsmaður
Mannfall hjá Javnaðar
flokkinum 1968-70
Javnaðarflokkurin hevði stórt
mannfall í valskeiðnum frá 1966-
1970.
Tann 8. november í 1968
doyði Petur Mohr Dam, løg
maður.
Landsstýrismenn
vóru tá Kristian Djurhuus
úr Sambandsflokkinum og
Sámal Petersen úr Sjálv
stýrisflokkinum. Landsstýrið
varð umskipað so, at Kristian
Djurhuus gjørdist løgmaður, og
Jákup Lindenskov og Villi Sør
ensen gjørdust landsstýrismenn
fyri Javnaðarflokkin.
Longu gott ár eftir hetta doyði
Villi Sørensen, 1. janaur í 1970,
einans 46 ára gamal, og tá verða
boð eftir Atla Dam.
Umframt Petur Mohr Dam og
Villa Sørensen, so doyðu eisini J.
H. Danbjørg, løgtingsmaður
Javnaðarfloksins og Poul Kar
bech Mouritsen hetta árið. Poul
Karbech Mouritsen var ikki
tingmaður, men stóð flokkinum
nær. Hann var prentari og var
drívkraftin á Sosialinum í mong
ár.
Í januarmánaði í 1970 varð Atli P. Dam fyri fyrstu ferð
knýttur beinleiðis upp í politikk. Tað var, tá Javnaðar
flokkurin sendi boð eftir honum til landsstýrismann,
eftir at Villi Sørensen, landsstýrismaður, brádliga doyði
nýggjársdag í 1970, bert 46 ára gamal.