Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. januar 2015 sosialurin 6 15 13. november 2014 fingu Teitur, Adrian og Hóri ein lítlabeiggja. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4450. Foreldrini eru Ingibjørg Eysturoy og Johannes Olsen, Velbastaður. Føðingar Tann 14. desember fingu Jan Michelsen og Joan Við Neyst Michelsen eina dóttur. Hon vigaði 2860 og var 50 cm long. Leygardagin 20. desember fingu Birita og Búgvi V. Olsen, Uppsala, Svøríki, eina dóttur. Hon vigaði 3490 gr og var 50 cm long. Hon eitur Annika. Til minnis um okkara kæra starvsfelaga Sonju Gleðisheygg Til minnis um okkara kæra starvsfelaga Sonju Gleðisheygg SG er ikki á tímatalvuni meira Situr ikki á stólinum Eingi fet í gongini Knagin er berur Einki lyklaklirr Skápið er myrkt Skuffan er fryst Rúmið er tungt Hillin er still Kaffi er beiskt Tímaglasið er runnið Lærarastovan er svørt Blekkið er tornað Skúlin grætur Einki er, sum tað var Skúlaklokkan ringir Men tíðin er steðgað Í morgin kemur ikki Men vit mugu víðari Vit sakna títt lyndi Tína meining Tína rødd Tíni mál Títt íkast Títt smíl Tín látur Títt skemt Tína nærveru Tína fyrireiking Tína frálæru Tín leiklut Tína orku Títt trúfesti Títt vinalag Títt samstarv Títt hjálpsemi Títt hjartalag Títt lív Tú vart so livandi Tú vart so nógv fyri mong Tú dugdi at standa fremst Tú hevði styrki at sita aftast Tín partur lá ikki eftir Men tað ger hann nú Fyrimyndin er stór Vit eru fátækari Himmalin er ríkari Takk fyri tíðina Takk fyri minnini Takk fyri vónina Takk fyri alt Starvsfelagarnir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra systir okkara Anna Wood Blackpool fødd Berg, ættað av Skála andaðist sunnudagin 11. januar, 97 ára gomul. Systkini