hósdagur 1. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 123 - 1. juli 2004
Nr. 123 - 1. juli 2004
5
Hvalbiar Kommuna
roynir at beina eina á
burtur úr síni natúr-
ligu legu, men tað
halda fólk verða bæði
vera burturspiltan
pening og at gera seg
inn á náttúruna
GREVSTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvalba: Nú er Hvalbiar
Kommuna farin í hernað
ímóti sjálvari náttúruni.
Tað halda í hvussu so er
fólk í Nesi í Hvalba.
Býlingurin í Nesi liggur
nakað
uttanfyri
sjálva
bygdina í Hvalba. Í Nesi er
sera náttúruvakurt við ein
umstórum dali, eini á, sum
rennur oman ígjøgnum dal-
in oman á tann stóra sandin
og á sjógv.
Men í bygdaráðnum í
Hvalba eru tey ikki nøgd
við tað nátúrligu leguna,
sum áin hevur funnið sær
omaneftir sandinum og tí
hevur ein gravimaskina nú í
eina tíð staðið á sandinum
og grivið í eini roynd at
flyta ánna longur norður
eftir.
Hetta síggja nógv fólk í
Nesi í Hvalba ikki at síggja
nakra sum helst meining í.
Ein av teimum, sum eru
ógvuliga ónøgdir við fram-
ferðina hjá kommununi, er
Álvur Berg, sum sjálvur
býr næstur sandinum.
– Tað er hvørt einasta ár,
at kommunan grevur og
grevur fyri at fáa ánna at
flyta seg norðureftir. Hetta
er at berjast ímóti nattúruni,
tí áin finnur skjótt sína
natúrligu legu aftur – men
so verður bara byrjað av
nýggjum at grava árið eftir.
Hann veit ikki, hvat allur
hesin grevsturin skal gera
gott fyri. Men hann heldur í
hvussu so er, at kommunan
skuldi givið sandinum, og
ánni, frið til at laga seg eftir
náttúrini, tí hann dugur ikki
at síggja, at hon er til
nakran sum helst ampa.
– Tvørturímóti er sandur-
in, áin, ósin og vatnið ein
nattúruperla,
bæði
hjá
børnum og vaksnum.
– Men hvørt einasta ár
oyðileggur kommunan hesa
perluna við at grava alt upp
til eitt dýkið, siga tey í
Nesi í Hvalba.
Sandurin má steðgast
Levi Niclasen, borgarstjóri
í Hvalba er ikki samdur. Og
tað er eisini hansara fatan,
at yvirhøvur eru nesfólk
fegin um tað, sum er gjørt.
Hann sigur, at tað er fyri
at forða sandinum at veksa
so nógv, at roynt verður at
beina áina longur norður-
eftir.
– Tað vísir seg, at tá ið
áðin rennur framvið syðra
landinum, legst so nógv
afturat sandinum.
Bygdaráðið stúrir fyri, at
endin verður, at sandurin
verður so stórur, at tað fer
at forða fyri innsiglingini til
bátahylin í Nesi. Somuleið-
is verður mett, at sandurin
kann forða teimum at draga
bátarnar, sum eiga neyst
við tað syðra landið.
Borgarstjórin sigur, at tað
eru eini tvey ár síðani, at
grivið varð seinast og tá
hepnaðist tað væl.
– Men nú hevur áin flutt
seg suðureftir aftur og
sandur var aftur farin at
leggjast og tí royna vit eina-
ferð afturat.
Hann sigur, at hetta er
ikki serliga dýrt, tí tað er
ein dagur við gravimaskin-
uni.
Hetta vikuskiftið
skipar ferðavinnan í
Suðuroy fyri trimum
forvitnisligum
tiltøkum, sum bæði
føroyingar og
útlendingar kunnu
fáa gleði av
FERÐAVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy:
Ferðavinnan í
Suðuroy mennist alsamt.
Alt hetta sæst aftur í, at tað
verður alsamt skipa fyri
fleiri og fleiri tiltøkum í
Suðuroy.
Og
hetta
vikuskiftið
verða ikki færri enn trý
forvitnislig tiltøk á skránni,
har tað bæði verður farið á
sjógvin og í fjøllini.
Søgulig gonguferð
Hetta ferðavinnu-vikuskift-
ið í Suðuroy byrjar leygar-
morgunin við gonguferð úr
Trongisvági til Fámjins.
Í tí sambandi koyrir
bussur av Kunningarstov-
uni í Gamla Skúla í Vági kl.
10.00 leygarmorgunin og
av
Kunningarstovuni
á
Tvøroyri kl. 10.30. Koyrt
verður til kolanámini í
Rangabotni, har gongutúr-
urin byrjar.
Gingið
verður
undir
Gluggunum, um Oyrna-
skarð og til vakra Kirkju-
vatn. Eftir loknan gongutúr
verður koyrt við bussi úr
Fámjin til ávikavist Kunn-
ingarstovurnar á Tvøroyri
og í Vági. Gonguferð og
bussferð kosta tilsamans
100 krónur fyri hvønn.
Annars verður skipað fyri
gonguferð hvønn leygardag
og tá ið liðugt er, hava tey,
sum við eru, gingið Suður-
oynna á tamb, úr suðuri í
norð, úr eystri í vest.
Staðkend heimildarfólk
eru við á hvørjari gongu-
ferð.
Mælt verður til at hava
heit og góð klæði, góðar
skógvar ella styvlar, mat-
pakka og ein drekkamunn,
við. Tey, sum hava møgu-
leika til tað, skuldu eisini
havt kikara og eitt kort yvir
økið við.
Í fjørðin við Johonnu
Leygarkvøldið verður so
møguleikin at sleppa í
fjørðin við søguligu slupp-
uni Johonnu. Tann fiskitúr-
urin byrjar leygarkvøldið
klokkan 19 og varar í einar
2-3 tímar.
À Johonnu eru 8-9 snøri,
men tey, sum vilja royna
fiskieydnuna við tráðu
kunnu sjálvandi taka hana
við.
Kunningarstovurnar siga,
at skiparin veit um okkurt
gott fiskimið í Vágsfirði, so
tað skuldi borið til at fingið
nakrar fiskar.
Fiskitúrurin kostar 50,-
fyri vaksin, men fyri børn
er túrurin ókeypis.
Aftaná ferðina hevur
Stóra pakkhús opið til
klokkan 1 leygarkvøldið.
Har verður tónleikur og
okkurt fæst eisini til keyps.
Eygleiða fuglar í
Akrabergi
Seinasta tiltakið hetta viku-
skiftið verður sunnudagin
kl. 19.00. Tá verður farið í
hagan í Akrabergi at
hyggja eftir fugli. Hetta er
ein lættur túrur, sum tekur
umleið hálvan annan tíma.
Aksal Poulsen er stað-
kendur frásøgumaður á túr-
inum og tað skuldi borga
fyri einum forvitnisligum
túri, tí fa vita so nógv um
fuglalív, sum hann.
Bussur fer av kunningar-
stovuni í Vági kl. 19.00.
Bussurin koyrir aftur til
Kunningarstovuna tá heiða-
túrurin er liðugur.
Hesin túrurin kostar 50
krónur fyri hvønn tá ið
busskoyringin er við.
Kunningarstovan sigur, at
tað er avgjørt hent at hava
kikara og eina fuglabók
við. Og so er tað nokk
heldur ikki so býtt at hava
ein drekkamunn við, tí
hann er altíð góður at fáa
eitt góðveðurskvøld í hag-
anum.
Í Akrabergi er nógvur
fuglur, tí tað er oftani her,
at hann fyrst nemur land.
men har sæst eisini týðiligt,
hvar tey hava skorið torv.
Hesin túrurin kostar 50
krónur.
Fólk kunnu melda seg til
øll hesi tiltøkini á Kunning-
arstovuni í Vági á telefon
374342 ella 284342, innan
fríggjdagin 2. juli kl. 16.00,
ella á kunningarstovuni á
Tvøroyri tlf. 372480 ella á
284480. Men tilmelding til
fuglatúrin er bara í Vági.
Seinasta freist at melda
til tiltøkini er í morgin,
fríggjadagin, kl 16.00.
Hvalbingar berjast ímóti náttúruni
Fiska, ganga og hyggja eftir fuglum í Suðuroy
Tað eru ójavnar meininginar um tað, sum Hvalbiar Kommuna hevur gjørt á sandinum í Nesi. Summi halda, at tað er bæði
burturpilt arbeiði og at gera seg inn á náttúruna. Borgarstjórin sigur, at tað gravingin er fyri at forða sandinum í at gerast so stórur,
at hann verður til fortreð fyri bátahylin og neystini
Leygarkvøldið ber til at sleppa ío fjørðin við gomlu
vágssluppuni Johonnu
– Tilboð um undir-
vísing í tónleiki
mugu raðfestast
hægri. Hetta sigur
felagið fyri 15.000
norðurlendskar
tónleikalærar í
yvirlýsing
TÓNLEIKA-
UNDIRVÍSING
Yvirlýsing
Norðurlendska felagið
fyri undirvísarar í tón-
leiki (NUMU), sum um-
boðar 15.000 tónleika-
lærarar og leiðarar í
øllum
Norðurlondum,
ger vart við, at umstøð-
urnar til sang- og tón-
leikaundirvísing
tey
seinastu árini eru versn-
aðar bæði í fólkaskúla og
musikkskúla.
NUMU vil minna á, at
luttøka og upplæring í
tónleiki og øðrum lista-
greinum er týdningar-
mikil partur av teirri
uppaling, ið børn og ung
í Norðurlondum eiga at
fáa.
Undirvísingin eigur at
vera skipað so, at øll
hava møguleika at vera
við uttan mun til fíggjar-
ligar og geografiskar
fyritreytir.
Myndugleikar eiga við
almennari
fígging
at
tryggja, at skúlar og
lærugreinar
framhald-
andi mennast, og at bíði-
listar verða avgreiddir.
Áheitan okkara er:
Tilboð um undirvísing
í tónleiki mugu raðfest-
ast hægri!
– Tað er undir ongum
umstøðum bygda-
ráðið, sum hevur
ábyrgdina av koyr-
ingini, tí tað hevur
altíð hin einstaki
bilførarin, sigur
bygdaráðið
FERÐSLUFORÐING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Lopra: – Eg veit ikki,
hvørjum teir bíða eftir.
Kanska skal ein vanlukka
henda fyrst.
Hans Olaf Andersen í
Lopra sparir ikki krútið, tá
ið hann skal siga sína mein-
ing um bygdaráðið.
Hann er sera ónøgdur við
ferðsluviðurskiftini
í
Lopra, sum hann heldur, at
kommunan ger ov lítið við.
– Vegurin inn til tey
fyrstu húsini er hampiliga
breiður. Men beint við tey
fyrstu húsinmi, smalkar
vegurin brádliga og vegurin
ígjøgnum bygdina er sum
ein smalur bygdarvegur.
Hesar umstøður gera, at
bilførarar koma ofta við
ferð av tí breiða vegnum,
inn á tann smala bygdar-
vegin.
Og har er tað, sum so
nógva aðrastaðni, at garðar
eru stoyptir oman á vegin.
– Sostatt er útsýnið sera
vánaligt frá teimum inn-
koyringum, sum eru.
Harafturat ganga vegir
bæði omanfyri bygdina og
undir bygdini, so tey, sum
ikki hava ørindi í sjálvari
bygdini, hava tveir møgu-
leikar at koyra uttanum øll
húsini.
Hesar umstøður gjørdu,
at hann fór at tosa við
bygdaráðið um at fáa eina
ferðsluforðing
við
tey
fyrstu húsini í bygdini.
– Fyrst varð málið avvíst.
Men so hendi tað, at tað var
upp á eitt hangandi hár, at
langabbasonurin ikki varð
yvirkoyrdur, tí børn duga
ikki so væl at ansa eftir
bilunum.
– Tá vendi eg mær aftur
til kommununa og tá varð
eg biðin um at senda málið
skrivliga og tað gjørdi eg,
saman við umleið 10 øðr-
um.
Tann 12. august 2002,
samtykti kommunan at seta
eina ferðsluforðing upp,
sum skuldi avmarka ferðina
til 30 kilometrar um tíman.
Samstundis skuldi skelti
setast upp, sum ásetti mest
loyvdu ferð til 30 kilo-
metrar um tíman.
Bygdaráðið helt at hetta
skuldi tálma ferðsluni, sum
kemur inn í bygdina, eins
og tað skuldi gjørt, at bilar,
sum fara út bygdini, ikki
fáa sett ferðina upp, fyrr-
enn teir eru komnir útum.
Men tíðin gekk og onki
hendi!
Tá ið eitt ár varð farið,
vendi eg mær aftur til
bygdaráðið. Tá kom bygda-
ráðið á staðið, saman við
løgregluni og einum um-
boði fyri Landsverk.
– Har varð tosað um, at
klókast hevði verið at sett
tvær ferðsluforðingar upp,
tí tá ið farið varð undir ar-
beiðið, var meirkostnaðurin
lítil og ongin av at gera
tvær.
– Hetta kom so aftur fyri
í býgdaráðnum tann 20.
august í 2003. Men tá sam-
tykti bygdaráðið, at ein
ferðsluforðing
afturat
skuldi ikki gerast nú.
Men samstundis staðfesti
bygdaráðið, at ferðsluforð-
ingin, sum longu varð sam-
tykt, skuldi gerast eftir
summarfrítíðina.
Hans Olaf Andersen sig-
ur, at nú er so aftur eitt ár
farið aftur um bak og enn er
ongin ferðsluforðing gjørd.
– Eg vendi mær fyri ein-
um álvum ári síðani til
Landsverk og haðani fekk
eg at vita, at ongin ferðslu-
forðing verður gjørd, tí
kommunan sigur, at hon
hevur ikki ráð.
Hans Olaf Andersen hev-
ur fingið at vita, ein ein slík
ferðsluforðing kostar einar
15.000 krónur.
Hann sigur, at hann nú
hevur hann enn einaferð
afturat vent sær til bygda-
ráðið, so at ein ferðsluforð-
ing kann setast upp, áðrenn
ein vanlukka er hend.
Bilførarin ábyrgdina
Jacob Vestergaard er borg-
arstjóri í Sumbiar Komm-
unu, sum Lopra er í.
Og hann heldur ikki, at
tað er rímiligt at geva kom-
mununi skyldina, skuldi ein
vanlukka hend.
– Tað er altíð bilførarin,
sum hevur ábyrgdina av,
hvussu hann koyrir og ikki
kommunan,
staðfestir
hann.
Men hinvegin er hann
ikki ósamdur í, at komm-
unan eigur at gera viður-
skiftini so trygg sum gjør-
ligt og har heldur hann, at
ein ferðsluforðing á bygd-
arvegnum í Lopra hevði
ikki verið óhóskandi.
Sostatt hevur málið nú á
triðja sinni verið fyri á
bygdaráðsfundi. Og har var
á triðja sinni samtykt at
geva umrøddu ferðsluforð-
ing.
Samstundis verður ar-
beitt við málinum at seta
skelti upp, sum avmarka
ferðina til 30 km/t, men í
hesum sambandi skulu
bæðu løgregla og Lands-
verk góðkenna tað, so tað
tekur sína tíð.
Ætla kanska at bíða
til vanlukkan er hend
Hans Olaf Andersen vísur okkum, hvar hann heldur at tað er neyðugt at tálma ferðsluna ígjøgnum Lopra
Vágabólkurin
Tinganest hevur
givið út fløgu við
16 av teimum góðu
gomlu løgunum,
sum bólkurin er
kendur fyri
FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Góði gamli tónleika-
bólkurin Tinganest hev-
ur gjørt eitt skarvslop
inn í nýggju tøkniøldina.
Teir hava funnið tey
stóru spolabondini fram
úr bandagoymsluni hjá
Útvarpi Føroya og fing-
ið ein av fremstu ljóð-
teknikkarunum í Dan-
mark at flyta teirra tón-
leik yvir á fløgu við tí
allarnýggjastu tøknini,
sum er á marknaðinum í
dag.
Sambært heimasíðuni
www.mastertouch.dk
hevur hesin ljóðsnilling-
ur, Lehnert Kjeldsen, ar-
beitt fyri Kim Larsen,
Aqua, Laid Back, Sanne
Salemonsen og mong,
mong onnur donsk topp-
nøvn, umframt fyri so
fræg føroysk nøvn sum
Clickhaze, Teitur og Týr.
Úrslitið er eisini avbera
gott, soleiðis at ljóð-
góðskan á fløguni er
langt omanfyri hana,
sum er á teimum kass-
ettubondunum, sum teir
góvu út í sínari tíð. Ong-
antíð hava teir ljóðað
fagrari enn nú.
Og har eru landaplág-
urnar í einari perlurøð:
Upp á tá, Vágagellan,
Annan sang, Babba -
klingandi klárt og ein
fragd fyri oyrað.
Lýsingarstovan Krea í
Saltangará hevur gjørt
snotuliga
fløguhúsan,
sum er prýddur við ein-
um so fittum vínsnigli.
Inni í húsanum liggur
hefti við tekstunum til
allar 16 sangirnar, sum
eru á fløguni – umframt
at har eru forvitnisligar
myndir av bólkinum.
Eisini er í heftinum
grein um bólkin, sum
Høgni Djurhuus, út-
varpsmaður,
hevur
skrivað.
Heitið á fløguni er
»Tinganest – Longst
sum best«. Víst so. Hesir
heldur løgnu sniglarnir í
føroyska tónleikaheim-
inum hava við hesari
fløguni víst, at teir bæði
duga at skunda sær
spakuliga – og at renna
um kapp við
tíðina.
A n n a r s
hoyrist graml
um, at bólk-
urin so smátt
er farin undir
at gera nýtt
tilfar at geva
út.
Norðurlendsk yvirlýsing
um musikkskúlan
Tinganest við fløgu
C
M
Y
K
5
4