Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Vilmund Jacobsen »Adipositas« er læknaliga heitið fyri yvirvekt, tá henda er so stór, at hon kann gerast ein vandi fyri heilsuna. Seinastu fimmti árini er talið av teimum, sum ger­ast ov feit, nógv vaksið, og um­ leið 14% av vaksnað danska fólkinum viga ov nógv. Góðu tíðindini eru, at vøkst­urin sambært Jens Meldgaard Bruun, sum er for­maður fyri Dansk Selskab for Adipositas­forskning, er steðg­aður. Ringu tíðindini eru, at enn eru ikki effektivir viðgerðar­ møguleikar, tá sæð verður burtur frá skurðviðgerð. Dansk Sundhedsinstitut kom í fjør við eini frágreiðing um lívstílviðgerð fyri fiti og yvirvekt, og niðurstøðan var eitt nú, at »lívstílviðgerð av fólki við yvirvekt bara hevur eina lítla ávirkan á vekttap – líka mikið, hvat slag av uppí­ legging verður brúkt…« Í ávísan mun Men, hetta ger ikki Bjørn Richelsen, doktara í føðslu og serfrøðing í fiti, ovfarnan. – Broytingar í kosti og motion kunnu brúkast fyri at vinna á einari lítlari yvir­ vekt, men tosa vit um yvir­ vekt á 15-20 kilo ella meiri, er talan um eina meira kron­ iska støðu, enn tey flestu geva sær far um. Fólk missa kanska ein part av yvir­ vekt­ini, men oftast taka tey kilo’ini upp á aftur. Fyri­ byrging er eftir mínum tykki ein nógv betri íløga í mun til at berjast fyri at fáa yvir­ vekt­ina burtur aftur. Bjørn Richelsen leggur tó dent á, at tað eru nógvir heilsu­ligir fyrimunir við at eta sunt og motionera, sjálvt um fólk ikki sleppa av við tey nógvu kilo’ini. Peter Frunch-Jensen, doktari í kirugiskari gastro­ enterlogi, sum er ein teirra, ið hevur gjørt flestar »gastric bypass« viðgerðir í Danmark, stuðlar úttalilsunum hjá Bjørn. – Tað eru umleið fimm pro­sent, sum eru før fyri at tapa seg og síðan halda fast um vektina – bert við at halda seg til klænkikurin. Kropp­urin vil altíð royna at taka upp á aftur í vekt, og henda effektin varar í fleiri ár. Peter Frunch-Jensen heldur, at fólk, sum hava vekt­trupul­leikar, kortini eiga at royna at tapa í vekt við lívs­tíl­broytingum. – Ert tú millum tey fimm prosentini, sum hava eydn­ una við sær, eru ongar av­ leið­ingar ella vandar knýttar at hesum. At kirurgi er eitt skilagott alternativ hjá teimum 95 pro­sentunum, er Jens Meldgaard Bruun, lækni, samdur í:   – Beint nú er kirurgi hin einasti effektivi við­gerðar­ hátturin  hjá teimum, sum viga alt ov nógv. Jens Meldgaard Bruun heldur tó, at talið av teimum, sum eftir vekttap kunnu halda seg til røttu vektina, ligg­ur nakað oman fyri fimm pro­sent. vilmund@sosialurin.fo Vánalig inniluft Í Danmark vísa kanningar, at inniluftin í meiri enn helminginum av landsins skúlastovum er ov vánalig. Ring inniluft í skúlum kann geva næmingum trupulleikar við at konsentrera seg, høvuðpínu og trupulleikar við innlæring. Hava børn eisini astma og ovurviðkvæmi, gerast trupulleikarnir uppaftur størri. Inniluftin í meiri enn 56% av donskum fólkaskúlum er so vánalig, at næmingarnir hava trupult við at læra. Tað vísir ein kanning, sum Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og Center for Indeklima og Energi hava gjørt. Granskarar eru ovfarnir av úrslitinum. Best er at fyribyrgja fiti At vera fangi í egnum kroppi Heilsubetri kostur og meiri motión eru orðini, sum í nógv ár eru brúkt fyri at fáa fólk at ansa eftir síni vekt. Men sambært læknum, eru tað bara eini fimm prosent, sum megna at halda vektini við líka, so tey ikki taka upp á aftur – Tað er ræðuligt at viga so nógv, og tú ert fangaður í egnum kroppi, sigur danin, Hardy Hvam Tað er ikki bara sum at siga tað at tapa seg í vekt, um tú ert vorðin ov feit/-ur. Tað siga læknar, sum tó mæla til, at fólk ansa eftir, hvat tey eta Vilmund Jacobsen Í Danmark er »gastric by­ pass« mest brúkti hátt­ur­in, tá stórir trupulleikar eru við yvirvekt. Við »gastric bypass« verður eitt nú magin minkaður, og eisini kann føðin leiðast uttan um byrjan­ina av tarmunum – tólv­fingra­tarmin – sum merkir, at ikki øll neringin frá matinum, tú etur, verð­ ur tikin upp. Tað ber ikki til at broyta tað aftur, sum verður framt við »gastric bypass« skurð­ viðgerðini, hóast sjúkling­ urin ikki hevur hug at vera verandi viðgjørdur. Ein teirra, sum hevur fingið »gastric bypass«, er Hardy Hvam. Hann er farin út 188 kilo niður í 103 kilo. – Tað er ræðuligt at viga so nógv. Tú ert fangaður í egnum kroppi. Tú sigur nei til nógv, sum tú kundi hugs­að tær, men sum tú ikki kanst. Tú roynir at billa tær sjálvum og øðrum inn, at tú ikki tímir, men inn­ast inni ger tað ilt, sigur hann.