mánadagur 16. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Birita Lamhauge
Jóansdóttir
Sexologi verður í vísindahøpi ofta
søgd at vera heimsins elsta og mest
granskaða vísindagrein og eisini tað
fakøki, ið ofta er truplast, at hava
við at gera. Sexologi er ein tvør
grein, sum í høvuðsheitum fevnir
um læknafrøði, sálarfrøði, sjúkra
røktarfrøði,
heilsufrøði,
náms
frøði, samfelagsfrøði, heimspeki,
mannfrøði, søgufrøði og gudfrøði.
Og sum við øllum øðrum vísindag
reinum, eru tað granskarar, ið hava
slóða fyri og ment sexologiina til
tað støðið, hon er á í dag. Og sum
við øllum øðrum vísindagreinum,
krevur sexologiin og sexologisku
evnini eina holla fakliga vitan og
sakliga tilgongd og viðferð. Tí er
tað bæði harmiligt og ørkymlandi
at
uppliva,
hvussu
sexologisk
evnir, so sum eitt nú fosturtøka,
javnstøða, kynsleiklutir, ST- til
mælir, barsil, LGBT- viðurskifti
og seksualundirvísingin í fólka
skúlanum í almenna rúminum
av mongum vera tilvildarliga og
ósakliga viðgjørd. Brádliga tykist
tað vera fakliga ”í lagi”, at blanda
átrúna og etikk og brúka ósaklig
uppáhald um menniskjaligar sann
leikar sum argumentasjón fyri,
hvat menniskjan er og ikki er fyri
ein stødd. Brádliga tykist tað vera
fakliga ”í lagi”, at kroysta persónlig
an hugburð niður yvir onnur um,
hvussu tey skula liva og leikast.
Og brádliga tykist tað vera fakliga
”í lagi”, at brúka tað, ein persónliga
”heldur” og ”meinar” ella ”trýr uppá”
sum argument fyri, hvat er vanligt
og hvat er sjúkt.
Sex er eitt – seksualitetur
nakað annað
Sex og seksualitetur eru tætt knýtt
hvør at øðrum, men tey hava hvørki
sama málsliga týdning ella vísa til
sama innihald. Sex vísir í fyrstu
atløgu til kyn og umfatar mentala
og kropsliga atferð í samband við
kynslív. Seksualitetur hinvegin, er
eitt breitt og vítt fevnandi hugtak
og í fyrstu atløgu ein náttúruligur
partur av, at vera menniskja.
Seksualiteturin umfatar sálarligar
bygnaðir, ið sum útgangsstøðið,
kunna mennast og broytast alt
lívið og seksualiteturin kemur
til sjóndar í samband við fantasi,
girnd, njótilsi, kenslur, vælveru,
nærleika, erotikk, parløg, kyns
leiklutir,
nøring
og
kynsliga
atferð og orientering. Eisini er
seksualiteturin ávirkaður av lív
frøðiligum, sálarfrøðiligum, sosial
um,
búskaparligum,
mentanar
ligum,
rættarligum,
søguligum,
átrúnaðarligum,
andaligum
og
politiskum viðurskiftum og sam
spælinum teirra millum. Seksuali
teturin kann eisini bera brek og
fara av kós og vera til skaða fyri
ein sjálvan og onnur. Tá er talan
um sjúk seksuell frávik og eru tað
til hesi gjørd altjóða leiðbeiningar
og viðgerðar tilmælir.
Hugtakið homoseksuali
tetur varð ikki alment
fyrr enn í 17-øld
Nógvar eru meiningarnar um
homoseksualitet. Eitt nú tykist
tað vera ein almenn misskiljing, at
homoseksualitetur millum menn
iskju hevur eina náttúruliga for
kláring, tí fyribrigdi er eisini at
finna millum djór. Fortreytin fyri
homoseksualitet er, at har framm
anundan er ein seksualitetur. Men
djór hava ikki ein seksualitet og
kunna tí ongantíð vera ella blíva
homoseksuell. Djór eru djór og
nørast sum djór. Haraftrat er sjálvt
heitið homoseksualitetur eitt eftir
gjørt hugtak, ið stakk seg upp í
1800-talinum og hevði til enda
máls, at lýsa sjúkueyðkennini hjá tí
fátali av monnum, ið høvdu fingið
sum lagnu, bert at hava seksu
ellan tokka til men. Hóast atferðin
søguliga bæði er at finna í gamla
Hellas og Rómaríkinum, var homo
seksualitetur als ikki til fyri 17 øld,
soleiðis sum vit vísindaliga og sam
felagsliga skilja hugtakið í vestur
heiminum í dag.
Ein onnur misskiljing tykist
ofta vera, at homoseksualitetur,
tí hann ikki er vanligur, má vera
sjúka. Vanligt er bert tað, flest fólk
eru ella gera, og tað hevur einki at
gera við, at tað óvanliga tí má vera
sjúkt. Homoseksualitetur er hvørki
í læknaligum ella sálarfrøðiligum
høpi ein sjúka ella eitt sálarligt
frávik.
Amerikanska
diagnosu
skipanin DSM-5, tók alment homo
seksualitet burturúr í nýggjastu
útgávu síni í 2013 og í Evropeisku
skipanini ICD-10, stendur greitt, at
kynslig orientering í sær sjálvum
ikki er ein sjúka. Tað er tí bæði fak
liga og vísindaliga skeivt, at halda
uppá nakað annað.
Ein onnur misskiljing er ofta, at
um ein er homseksuellur er tað tí,
at ein er føddur homoseksuellur.
Men líka so lítið, sum tað er funn
in nøkur heteroseksuell ílega er tað
heldur ikki funnin nøkur homo
seksuell ílega. Tað eru funnin ein
rúgva av kromosomum og alt eftir
hvussu hesar samansetingar eru
og í samspæl við ílegurnar annars
og aðrar lívfrøðiligar, sálarligar og
sosialar umstøður, eru tað summi,
sum eru homoseksuell, summi sum
blíva ella velja at vera tað og sum
mi, sum fara frá tí aftur.
Eisini eru tað fólk, ið alt sítt lív
hava liva í heteroseksuellum par
lagið, sum um 40 ára aldur flyta
seg yvir í eitt homoseksuelt parlag.
Oftani eru tey kvinnur og tær
siga seg hvørki vera homoseksu
ellar ella biseksuellar. Tær eru
bara tilvildarliga falnar fyri einari
kvinnu og árini á baki og persón
leikin hevur kanska gjørt, at tær nú
í lívinum finna seg betur til rættis
í parlagið við einum við sama kyni.
Fólkaskúlin og seksual
undirvísingin
Í Føroyum kann ikki síggjast burt
ur frá, at seksualitetur og seksual
frálæra kunna vera sera viðkvom
at fyrihalda seg til og hava við at
gera, bæði hjá næmingum og hjá
lærarum, og tað ber illa til at tosa
um og viðgera sexologisk evnir,
uttan onkursvegna eisini at skula
fyrihalda seg til sín egna seksuali
tet og seksualitetin hjá øðrum.
Eisini er tað føroyska málið
kanska eitt haft um beinini í frá
læruni. Tað kann vera órímiliga
trupult, torført og torskilt, at sam
skifta um kyn og seksualitet á
føroyskum. Málið er her serliga
fátækt og enntá í orðabókini bein
leiðis skeivt og innihaldsliga mis
vísandi. Eisini eru málburðir og orð
oftani annaðhvørt “fordanskað”
og yvirdrivin klinisk og hátíðarlig
ella tey eru ófantaliga fúl, pínlig og
barnslig. Tað manglar í føroyska
málinum
veruliga
eitt
vanligt
gerandis “seksuelt mál”, soleiðis at
til ber sinniliga og virðiliga at sam
skifta um kyn og seksualitet á før
oyskum.
Øll menniskju hava vit tó ein
seksualitet og øll menniskju eru
seksuellar verur. Børn hava ein
seksualitet, ung hava ein seksuali
tet, vaksin hava ein seksualitet
og eldri hava ein seksualitet og
seksualiteturin kemur sum oftast
til sjóndar í sambandinum millum
menniskju.
Sambært
heimsheilsustovn
inum WHO, er tann menniskjaligi
seksualiteturin altíð samansettur
av lívfrøðiligum, sálarfrøðiligum
og sosialum umstøðum, hann er
altíð er í samspæl við tíð og stað
og í fyrstu atløgu eitt jaligt heilsu
fyribrigdi, heldur enn bert frávera
av sjúku. Seksuellur trivnaður og
seksuelt frælsi er sambært altjóða
sáttmálum ein mannarættur og góð
seksuell heilsa er sambært WHO
ein grundleggjandi og lívsneyðugur
partur av, at vera menniskja.
At upplýsa skynsamiliga
Fólkaskúlin er einasti almenni
stovnur í landinum, ið hevur krav
da skyldu at upplýsa um seksuali
tet. Fólkaskúlalógin sigur tó einki
um tímatal, flokstrin, innan hvørja
lærugrein seksualfrálæran skal
vera givin ella á hvønn hátt, hon
skal skipast. Men í mun til før
oyska dansin, heimildar lógin ikki
foreldrunum, at taka børnini úr
seksualundirvísingin og er hon
sostatt nakað øll børn í føroyska
skúlanum hava rætt til og krav
uppá.
Sum er, liggur seksualundirvís
ingin í námsætlanini undir læru
greinini lívfrøði og er avmarka
til 8. flokstrin. Evnini í vera gjøg
numgingin eru í høvuðsheitum;
munurin á monnum og kvinnum,
barnsburður, kynssjúkur og fyri
byrging. Hóast bæði fólkaskúlalóg
in og námsætlanin gevur pláss fyri
einari rúmligari, fjølbroyttari og
meira tvørfakligari seksualundir
vísing á øllum floksstigum, virkar
tilgongdin til hugtakið “seksual
upplýsing” sambært námsætlanina
bert vald at vera lívfrøðilig, kynslig
og praktisk.
Í londunum rundan um okkum
verður hinvegin stórur dentur
lagdur á, at seksualundirvísingin
eisini tekur hædd fyri sálarligu og
sosialu viðurskiftunum av seksu
alitetinum í undirvísingini, at kyn
og seksualitetur altíð er í samspæl
millum hesi og at øll hava rætt til
at trívast seksuelt og til eina góða
seksuella heilsu.
Av tí, at øll børn í Føroyum
ganga í skúla hevur fólkaskúlin
møguleikan at gera stóran mun,
tá tað snýr seg um at geva børnum
og ungum neyðugu vitanina og
førleikarnar, soleiðis at tey kunna
menna seg til ábyrgdarfull og tol
lynt vaksin, bæði móti sær sjálvum
og hvør øðrum. Tað er tó upp til
skúlarnar sjálvar, at fyrihalda seg
til og praktisera seksualupplýs
ingarskylduna. Tí er tað eisini sera
ymiskt frá skúla til skúla, hvussu
nógv seksualfrálæran verður rað
fest og hvørja vitan og frálæru
næmingar runt um í Føroyum fáa.
Eitt hugskot hevði kanska verið,
at skúlarnir fingu sett í verk eina
gjøgnumhugsaða og væl skipaða
heildarætlan, ið bæði tekur atlit fyri
at geva næmingunum ta frálæru,
teimum tørvar og hava rætt til - og
lærarunum teir førleikar og tað
tilfar, teimum tørvar og hava rætt
til.
Føroyar í norður
lendskum høpi
Heimsheilsustovnurin WHO er
undir ST og av tí at Føroyar ikki
eru ein sjálvstøðug tjóð, kunna
Føroyar hvørki vera limir í ST ella
WHO. Danmark er limur bæði í
ST og WHO og allir altjóða sátt
málar, ið Danmark viðtekur, eru
eisini galdandi fyri Føroyar uttan
so, at tað beinleiðis stendur í sátt
málanum, at hann ikki er tað. Men
við heimastýrislóginu, kann eing
in altjóða sáttmáli, hóast hann er
samtyktur í Danmark galda í Før
oyum, fyrr enn hann er samtyktur
av føroyskum myndugleikum.
Føroyar eru enn partur av
danska kongaríkinum og danskari
lóggávu. Føroyar eru partur av
norðurlondum og norðurlendskum
samstarvið. Føroyar samanbera seg
við Danmark og hini norðurlondini.
Danmark og hini norðurlondini,
eru limir í ST og hava bundið seg
til at fylgja altjóða heilsu leiðbein
ingunum hjá WHO, ið undirskilt
eisini umfatar at virka fyri góðari
seksuellari heilsu.
Tí vildi tað veri náttúruligt, at
Føroyar eisini samanbera seg við
og samstarvar við Danmark og
hini norðurlondini í samband við
politisk mál og fakøki, ið hava við
sexologisk viðurskifti at gera og
har tað hevur týdning, at tryggja
borgarunum síni seksuellu rættin
di, góða seksuella heilsu og góðan
seksuellan trivna.
Týdningarmikið, men
viðbreki evni
Evnir, ið snúgva seg um seksualitet
eru viðbrekin at viðgera. Tey eru
allastaðni og tað hevur tí serliga
stóran týdning, at fakfólk, politik
arar og øll vit onnur, bæði í kjaki
og tá avgerðir vera tiknar, ansa
eftir ikki at blanda saman vísind,
mannarættindi og etikk við persón
ligar sannføringar og átrúna.
KRONIKKUR
Vit hava øll rætt til at
trívast seksuelt
Vit hava øll ein seksualitet
og rætt til at trívast seksuelt
– uttan mun til hvat vit
persónliga »halda«, »meina«
ella »trúgva«!
Birita Lamhauge Jóansdóttir