Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Heilsuverk Føroya á einum vegamóti Eivind Warberg Lækni Meðan politikkarar skiftast um at blaka runu, ákæra hvønn annan og fremja síni eg­nu lokalpolitisku áhuga­ mál, sigl­ir før­oyska heilsu­ verk­ið sín egna sjógv, sum meir og meir líkist eini søkk­ andi skútu, har skiparin og stýri­maðurin eru farnir av brún­ni, meðan sjúklingar og heilsu­starvsfólk halda í hond­ina á hvørjum øðrum í salong­ini, meðan orkestrið spæl­ir ”Nearer My God to Thee”. Vantandi ábyrgdin og valagn Nakr­ir av grundarsteinunum inn­an alla medisinska við­ gerð, nevniliga ábyrgd og ábyrgd­ar­kenslu, tykist verða púra frá­verandi millum før­ oysk­ar politikkarar. Nógv verð­ur tosað, men lítið verð­ ur ítøkiliga gjørt, og tað sum verð­ur gjørt, verður gjørt í óð­um verkum. Eitt nú flyting av við­gerðum og skjerjing og um­skipan av játtanum. Tað er tíverri væntandi, at upp til komandi val, fer før­oyska heilsuverkið enn eina­ferð at verða hálovað við gylt­um lyftum um eina bjart­ari framtíð fyri heilsu­ verk­ið og sjúklingar tess. At misnýta heilsu­verk­ið á henda hátt, er tað alt ov dýra­bært til. Tað er ein sann­ roynd, at eitt væl­virk­andi heilsu­verk verður ikki bygt eft­ir einum degi, men kan syndr­ast upp á stutta tíð. Hetta hava nógv onnur lond í heiminum ásann­að. Veik stýring og maktvakuum Støðan er nú tann, at av tí at eingin verulig yvir­skip­að ætlan er fyri føroyska heilsu­ verkið og lyftir verða brot­in hendir m.a tað, sum vit nú síggja, nevniliga at ser­lækn­ ar standa fram alment og tala sína søk fyri síni serøki og ”sínar sjúklingar”. Aðrir heilsu­starvs­fólka­bólk­ar tala eisini at verandi gongd­ini. Um somu tíð, sum heilsu­ starvs­fólk hava skyldu til at vísa á, um tað ikki eru nøkt­ andi umstøður í við­gerð­ ini av sjúklingum, so eigur heilsu­verkið heldur ikki at vera stýrt soleiðis, at tann sum rópar harðast fær sín vilja. Stýringin ber brá av skund- og lappaloysnum. Medi­sinsk faklig tilmæli verða ikki fylgd, ja allarhelst als ikki eftirspurd. Raðfesting, raðfesting, raðfesting Tíðin er meir enn búgvin til at gera raðfestingar innan heilsu­verkið. Hvussu skal tað skipast í framtíðini? Hvus­su nógv sjúkrahús og hvørj­ar viðgerðir skulu veit­ ast á hvørjum sjúkrahúsi og innan hvørt øki? Hvørji ser­lækna­øki skulu vera í Før­oy­um, og hvussu nógvir ser­lækn­ar skulu vera innan hvørt øki? Hvørjar viðgerðir skulu gerast uttanlands, og í hvørjum landi? Har hava før­oy­ingar møguleika at av­ gera, hvørjar og hvar man vil gjalda fyri viðgerðir. Har liggja fleiri lond rundan um Før­oy­ar, ið kunnu veita við­ gerð til kanska enn hægri kvali­tet og betri prís enn sum er. Hvørjar viðgerðir kun­nu takast heim til Før­ oya? Hvussu skal leiðslan í heilsuverkinum skip­ast í fram­tíð­ini? Hvussu skal man trygg­ja, at serlæknar koma og støð­ast í Føroyum? Osfr. Osfr. Alt hetta er ov týdningar­ mik­ið til, at politikarar royna at nýta tað til persónligan politiskan vinning og alt ov álvars­ligt til, at nakar politik­ ari kann skáka sær undan at taka ábyrgd. Her mugu føroyskir pol­ it­ik­a­rar hyggja longur fram í fram­tíðina enn bert kom­ andi val og valskeið. Tað vil sjálv­andi vera púra náttúr­ ligt, at politikarar leita sær ráð og spyrja seg fyri hjá m. a medisinsk fakligum um­ hvørv­um, bæði her á landi og uttan­lands. Og síðani fylgja teirra til­mælum! Skriftin á vegginum Tey fyrstu ófrættakendu tek­ini til, at heilsuverkið er í kreppu síggjast longu nú og hava verið sjón­lig leingi. Dugna­lig heilsu­starvs­fólk gev­ast, bæði sjúkra­røktar­ frøð­ing­ar og læknar fara uttan­lands at arbeiða, meðan nøkur framvegis búgva í Før­ oy­um. Tá átti tað at sagt øll­ um so mikið, at her er okkurt heil­t galið. Um einki ítøkiligt verð­ur gjørt, fer trupulleikin bert at blíva enn størri, tí tað fara t. d. at mangla enn fleiri ser­læknar um nøkur fá ár. Tað finnast nógvir dugna­ ligir føroyskir læknar uttan­ lands, eisini serlæknar, sum uttan iva høvdu verið áhug­ aðir í at komið til Føroya at arbeitt, men við verandi gongd­ini eru tað nógv, ið set­ast aftur. Hetta kann broyt­ast, men tað mugu m. a. politikarar tora at taka ábyrgd­ina av, eisini um tað fer at viðføra illa umtóktar av­gerð­ir. Kjarnuveitingin í heilsuverkinum Føroyska heilsuverkið hev­ ur nógvar fortreytir fyri at verða eitt framkomið heilsu­ verk, fyrst og fremst dugna­ lig heilsu­starvsfólk, ið kann sam­met­ast við onnur lond. Men tað krevur raðfestingar og lang­tíðarætlanir. Ein kann og skal fremja ratio­naliseringar, har tað kann fremjast, men tað er ein sannroynd, at heilsa og heilsu­v­erk kostar. Eis­ini tyk­ist tað undrunarvert, at ratio­nal­i­seringar tykjast at vera byrjaðar við teimum sum veita kjarnutænastuna í einum og hvørjum heilsu­ verki, tey sum arbeiða á gólv­i­num: heilsu­starvs­fólk­ ið. Sjúkra­røkt­a­rf­røðing­ar, heilsu­røkt­ar­ar, lækn­ar, bio­ ana­l­yt­ikar­ar, radiografar, fysi­o­tera­peut­ar, ergo­ter­a­ pe­ut­ar osfr. Utt­an hesi fólk­ ini einki heilsu­verk. Hvussu nógv­ar og hvørjar rationali­ ser­ing­ar eru gjørdar í fyri­sit­ ing­ini? Føroyar hevur seinastu árini gingið í akkurát somu spor­um innan heilsu­fyri­sit­ ing sum m. a. nógv av okk­ara granna­londum við so­kallaða ”New public manage­ ment”, sum nú er fyri stór­ um atfinningum í okkara granna­londum og restin av heim­i­num. Sjúklingur er ikki longur sjúk­lingur, men kundi, og sjúkra­hús er ikki longur sjúkra­hús, men fram­leiðari av heilsu­ tænastum. Og saman við fínum orðum sum misjón, visjón og strategi er tað komið eitt alsamt vaks­andi skrivstovuveldi og krav um dokumentatión uttan nakra trygd ella prógv fyri hækk­an av kvalitet innan diagnostikk og terapi. Tað er heldur ikki nokk at byggja nýggjar glasiligar sjúkra­hús­bygningar, um eingi starvs­fólk støðast at a­rbeiða har. Líkamikið hvussu harmoniskt fysisku karm­arnir máttu verið, hvussu nógv list hongur á vegg­unum og hvussu nógv ljós sleppur inn. At man so harafturat nýtir yvir eina hálva millión at sýna alt hetta fram talar fyri seg, men pengarnir til eina tílíka fram­sýning kundu blivið nýtt­ir til okkurt frægari enda­mál, sum eitt nú heili­ vág ella tól. Heilsuverk er bad business At røkja eitt heilsuverk kost­ ar nógva pengar og fer ikki at blíva bíligari við tíðini. Tað er bert at hyggja at granna­ londunum og øðrum heilsu­ verkum í heiminum. Tað er beinleiðs naivt at trúgva, at ein fer at fáa meir og betri heilsuverk fyri minni í fram­ tíðini. Óansæð hvussu nógv­ ar og hvørjar ratio­nal­i­ser­ ingar ein ger. Tað eru fleiri orsøk­ir til tess. Tað koma støðugt fleiri viðgerðir, nýggj­ur heilivágur og nýggj tól um somu tíð sum fólk liva longri og harvið náa at fáa fleiri sjúkur, harav fleiri í størri og størri mun kunnu við­gerðast. At hava eitt framkomið heilsu­verk kostar, og verður ongan­tíð ein yvirskots­for­ rætn­ing ella BIG busi­ness. Men tað skal m. a. verða við til at tryggja, at allir borgarar í sam­felagnum fáa ta kanning og viðgerð teimum tørvar til røttu tíð, á einum støði, ið kann samanberast við t. d. okkara grannalond, soleiðis at tey kunnu kenna seg trygg og í góðum hondum, um tey gerast sjúk. Hetta er ein av kjarnuveitingunum í einum vælferðarsamfelagi. Sparing eftir reyv Um játtanin er ov lág ella ov høg kann altíð kjakast um. Fakta er, at man vil aldrin kunna fylla heilsu­ karið. Man verður noyddur at rað­festa og seta eitt mark. Kjarnin er, at ein fær tað heilsuverk ein vil gjalda fyri. Sum støðan er nú, hava før­oyskir politikarar valt at gjal­da minst til heilsu­verkið í pro­sent av BTÚ sam­mett við norðurlendsku granna­ lond­ini. Sannleikin er, at ein støð­ ug niðurlaging yvir fleiri ár vil ikki kunna vendast eftir ein­um degi, men tekur somu­ leið­is fleiri ár at venda fyri at koma upp á sama ella hægri støði. Tað er væntandi, at um verandi gongdin heldur fram verða avleiðingarnir tað størri í framtíðini. Apati, drál og utopi Stórar og allarhelst dýrar kanningar og frágreiðingar hava verið gjørdar og har­ eftir goymdar í onkrari skuffu gjøgnum árini. Og tað hevur borið brá, av at vera sum, ”meðan vit bíða eft­ir Godot”. Absurd! Seinasta nýggja er nú eitt løg­tings­mál um ”Uppskot til sam­tyktar um eina visjón og menn­ingarætlan fyri Sjúkra­ hús­verk Føroya”. Hetta er fyri so vítt jaligt, men tíðin vil vísa, hvussu leikur fer. Um vend kemur í ella, um hetta eisini bert verður enn eitt upplop, sum við tíðini tagn­ar og hvørvur uttan at nakað ítøkiligt verður gjørt. Hetta fer í so fall at krevja breiðar politiskar semjur. Men tað liggur longu í fíggj­ar­lógaruppskotinum fyri 2015, at heilsuverkið komandi árini skal spara milliónaupphæddir. Tá tað ikki fer at verða ókeypis at fremja eina tílíka lang­ tíðar­ætlan er tað givið, at hetta tykist vera rættiliga órealistiskt og nærmast utopiskt, um man um somu tíð ætlar at spara. Líkamikið hvørjar rationaliseringar ein ger. Harafturat fer ein menningarætlan at taka tíð at gera. Arbeiðsbólkar skulu gerast og frágreiðingar skulu skrivast. Tíð, sum man í veru­leikanum als ikki hevur, tí allir hesir spurningar eru átrokandi og er eitt mál, ið hev­ur skund. Soleiðis sum Landsstýris­ mað­urin og løgtingsfólk ítøki­liga hava røkt sína upp­ gávu seinastu árini og inntil víðari líkist tað mest einari skurð­viðgerð har sjúk­ling­ urin er lagdur í nar­kosu, men eingin skurð­lækni er til­stað­ar, ið torir og vil taka ábyrgd­ina av at byrja sjálva skurð­við­gerðina! Í veru­leik­ an­um vil tað tá vera náttúr­ ligt at man biður um hjálp og fær onkran annan at fremja skurð­viðgerðina. Um komandi val fer at vísa á nakran sum vil og kann fremja tey neyðugu átøkini vil tíðin vísa. Tað krevst dirvi, treiskni og ábyrgdarkenslu. Neyðugt er at gera eina veruliga miðvísa og lang­ tíðar­æt­lan fyri alt føroyska heilsu­verkið, og síðan føra tað út í verkið. Hetta hevur brá­skund! Bløðandi sjúka føroyska heilsu­verkið liggur fram­ vegis í narkosu á skurð­ borði­num uttan, at knívurin er settur í.