Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Komið fyri at vera Onnur útgávan av Faroese Music Awards hepnaðist sera væl. Eitt stórsligið kvøld, føroyskum tónleiki til heiðurs Danjal av Rana Onnur útgáva av Faroese Music Awards, tiltakið har før­oysku tón­ listavirðislønirnar verða hand­aðar, var í Norður­landa­hús­inum leyg­ ardagin. Reyða teppið var lagt á gólv­ið og Norðurlandahúsið prýtt til tiltakið. 350 fólk fyltu nærum salin í Norðurlandahúsinum, tá vertirnir Barbara Holm og Eyðfinn Jensen ynsktu teimum vælkomin. Vertirnir vóru í skemtiliga lag­ num, og sjálvandi vóru nakrar við­ merkingar um tollmálið. Henrik Old, ið sat á fremsta beinki, fekk eisini toyggið fyri hansara viðmerkingar í samband við Spæl Føroyskt-vikuna hjá Kringvarpinum í fjør. – Hetta er heilavask og minnir um norðurkoreanskar tilstandir, rungaði av tingsins røðarapalli, tá løgtingsmaðurin kærdi sína neyð um, at einans føroyskur tónleikur var at hoyra í eina heila viku, og sjálvandi var hetta ljóðbrotið spælt í Norðurlandahúsinum leygar­ kvøld­ið. Umframt tær 21 virði­s­løna­hand­ anirnar vóru fleiri framførslur á skránni. Alvi Joensen byrjaði við einum vøkrum verki á klassikum gittara, T.O.S. høvdu allar sínar har­ monikur á palli, umframt at Bárður á Lakjuni eina løtu stóð við megafon í hond. Halleluja-Sofus kom sjálvandi koyrandi inn á pallin á síni Harley og Vágaverk vóru akku­rát so Vágaverk sum einans teir kunnu vera. Sakaris bergtók all­an salin við síni framførslu av I put on this dress only for you, ið ikki sørt vekir minnir um the Jack­son Five, meðan AVE, tó uttan Petur Pól­son, vísti júst hví teir vóru ársins bólk­ur. Greta Svabo Bech, Yggdrasil, Xperi­ment, Systrar, Signar í Homr­ um, Quarter to Three, kristina Bær­ end­sen og Dánjal á Neystabø vóru eis­ini á palli undir tiltakinum, áðr­enn Týr endaðu ballið við einum braki. 21 virðislønir vóru handaðar hetta kvøldið, og gøtumenninir í AVE stungu av við fýra teirra. Kristina Bærendsen og Greta Svabo Bech fingu hvør sínar tvær virðis­ lønir, meðan hinar vóru so kristiliga býttar millum 13 onnur. Samanumtikið var talan um eitt sera væleydnað tiltak. Vertirnir komu væl frá uppgávuni, alt handan leiktjaldið koyrdi sum smurt, og bæði tónleikarar og áhoyrarar lótu til at hugna sær óført.