mánadagur 16. mars 2015síða 86
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 16. MARS 2014
46
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Norrøna
Chevrolet
Bel Air í
Vestmanna
við Óla Olsen
H
enda Norrøna hevur siglt síðan
2003, tá ið hon kom nýggj úr
Lübeck í Týsklandi. Hon er 165
m. long, 30 m. breið, og motororkan
er 21.600 KW ella um 29.000 hestar.
Pf Smyril Line eigur og rekur farið,
ið sum skilst kann hava upp í 1500
ferðafólk og 800 bilar umborð. Dýrt
er at smíða sovorðið skip, og fyrstu
árini varð siglt í heldur tungum sjógvi
fíggjarliga, men tíbetur hevur gingist
væl seinastu árini, og áhugin at sigla
hesa væl umtóktu farleið veksur støð
ugt.
Nú, hávetur er, siglir Norrøna til
Hirtshals ein túr um vikuna. Hesa
tíðina siglir hon eisini farmatúrar til
Seyðisfjarðar, tá ið viðrar, og tekur
ferðafólk við. Seinast í hesum mán
aðinum verður aftur farið at sigla til
Íslands eftir ferðaætlan. Um summ
arið siglir Norrøna umframt til Seyðis
fjarðar tvær ferðir til Hirtshals um
vikuna.
Í 1983 varð pf. Smyril Line stovnað,
og Gustav Wasa, sum siglt hevði mill
um Trelleborg og Travemünde, varð
keypt og fekk navnið Norrøna. Hetta
skip kom at sigla millum londini í
Norðurhøvum í samfull tjúgu ár, tá
ið nýggja Norrøna tók við. Millum ár
og dag er ferðaætlanin broytt nak
að, og ikki allar havnir verða nevndar
her. Helst var tað í 1997, at sigling
in broyttist frá summar- til heilárs
sigling.
Gamla Norrøna, sum tænti okkum
so trúgv frá 1983 til 2003, varð smíð
að í Týsklandi í 1973. Logos Hope,
sum skipið nú nevnist, er trúboðara
skip og siglir í FAS (Føroya Altjóða
Skipaskráseting) og sostatt undir før
oyskum flaggi.
Í 1975 varð grundin undir farleiðina
løgd, tá ið strandfaraskipið Smyril
(Mortan Mols) tað summarið fór at
sigla til Seyðisfjarðar og Bergens.
Summarið eftir kom Scrabster í
Skotlandi upp í rutuna. Soleiðis
varð siglt til 1980, tá ið Hanstholm
eisini varð partur av farðleiðini.
Teistin (Mikkel Mols) kom sama árið,
og Strandfaraskip Landsins hevði
aftur skip at røkja Suðuroyarleiðina
burturav.
Nú, sólarmyrkingin stendur fyri durum – fríggjadagin 20. mars – er flaggskip okkara, Norrøna,
komið til landið við hópin av ferðafólki, sum vilja uppliva hetta sjáldsama náttúrufyribrigdið
saman við okkum. Útferðir verða gjørdar hesar dagarnar, tey steðga í Føroyum
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
B
ilurin hesa vikuna er ein Chevro
let Bel Air árgang 1955 hjá
Erlandi Isaksen í Vestmanna.
Bilurin var keyptur brúktur úr Havn,
Arne Andreasen hevði átt bilin og
koyrdi á bilstøðini Bil í Liðagøtu við
honum. Bilurin var grønur við gulum
taki. Erland koyrdi rutukoyring millum
Vestmanna og Kollafjørð við bilinum.
Myndin er frá 1958, tá bilurin er
farin útav vegnum í kava oman fyri
Vestmanna. Sum tað sæst, er síðan
komin í grótið, og bilurin varð sendur
til Havnar við trolaranum Gullfinni at
umvæla. Koyrast kundi ikki til Havnar
fyrr enn í 1966.
Legg til merkis viðførisstativið og
ein spaki á takinum. Spakin var helst
er til at hjálpa sær við í kava.
Mynd: Karmal Olsen
Úr savninum hjá Páll
Hellu í Vestmanna
SKIPSSØGA
BILASØGA