Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 87
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 87

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 47 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ S uzuki eru kendir fyri at duga væl at gera slitsterkar og álít­ andi bilar. Her er Celerio einki undan­tak. Talan er um ein bil við 5 siti­plássum og fimm hurðum sum standard. Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur við stórari baklúku. Við­ føris­rúmið er 254 litrar. Designið er smart og aero­dynam­ iskt við lágari luftmótstøðu. Suzuki Celerio er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard. Instrumentborðið er einfalt og smart og girstongin situr væl fyri. Kabinan er flott og væl útgjørd. Í mun til aðrar minibilar í sínum klassa er nýggi Celerio bæði hægri, breiðari og munandi rúmligari. Koyri­ eginleikarnir eru fult á hædd við tað, vit kunnu vænta av einum nútímans bili til evropeiska marknaðin. Celerio er sera økonomiskur við Dualjet bensinmotori, sum koyrir heilt upp til 27,8 km/l og CO2 útlátið er einans 84 gr/pr.km, sum má sigast at vera flott. Orsøkin er Dualjet skipanin, sum er nýggjasta økonomi tøknin hjá Suzuki. Frá Berg Motors verður sagt, at tey vænta sær nógv av nýggja Suzuki Celerio, sum kemur á føroyska markn­aðin síðst í mars. Sum vanligt hjá Suzuki verður prísurin eisini sera attraktivur. Super Dekk / FirstStop Atlantic, sum er limur í altjóða dekk ket­uni First Stop, fekk um viku­skiftið eina dygga álitisváttan fyri góð­an innsats í 2014 / 15. Hetta var tá árligi fundurin »FirstStop KickOff«, sum altíð er fyrsta vikuskiftið í mars mánað, var hildin á Hotel Comwell Køge Strand í viku­skiftinum 7. og 8. mars. Her fekk stjórin í FirstStop At­ lan­tic, Fríðrikur Bláhamar, framman fyri stórari mannamúgvu at vita, at fyritøka hansara Super Dekk / FirstStop Atlantic, var vald til “Årets Samurai”. Grundgevingar fyri hetta er millum annað, at starvsfólkini eru í eyðkennisbúna, at fyritøkan brúkar altjóða FirstStop eyðkenni og annars er við í teimum felags átøkum sum eru á skránni og er við til at menna FirstStop ketuna. Fríðrikur Bláhamar stjóri í FirstStop Atlantic Dygg álitisváttan til FirstStop Atlantic Hybrid­skeið hjá Reyni Service Vegna skeiðvirksemi var mekaniski verkstaðurin hjá Reyni Service í Hoyvík stongdur frá 9. til 12. mars. Reyni Service hevði vitjan av undirvísarum frá teknisku deild hjá Toyota í Danmark, sum serliga greiddu frá um umvælingar og við­líkahald av hybridbilum. Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motor­ur­in supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og um­hvørvisvernd viðvíkur. Tað koma alt fleiri Toyota og Lexus hybridbilar á føroyska markn­aðin, og vit hildu at tað var rætt at seta tíð av til at dagføra okkara mekanikarar. Hóast hybrid­bil­arnir roynast sera væl, er neyð­ugt at teir koma til ásettu eftir­litini, sigur Heðin Hansen verk­staðs­leiðari á mekaniska verkstað­num hjá Reyni Service í Hoyvík. Suzuki koma nú á marknaðin við einum spildurnýggjum minibili, sum er designaður til evropeiska marknaðin. Talan er um Celerio, ið er ein hatchback við fimm hurðum Celerio – nýggjur minibilur frá Suzuki