Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA Annika Kunoy Im 480 limir eru í bólkinum »Frida's Kamp fra 110 kg til 70 kg« á Facebook, sum gevur okkum øllum innlit í gongd­ ini hjá Fridu Kristinu Nielsen at minka vektina frá 110 kilo niður á 70 kilo. – Hetta er tað besta, eg nakran­tíð havi gjørt, og eg var heilt víst ikki komin so langt sum eg eri, hevði eg ikki stovn­að síðuna. Hon hevur hjálpt mær at standa til svars fyri teimum avgerðunum, sum eg taki. Tey sum fylgja mær á Facebook hava tikið meg upp á orðið, og eg vil vísa teimum, at eg klári tað, sig­ur 26 ára gamla Frida Krist­ina Nielsen av Argjum. Ung mamma Frida var bert 12 ára gomul, tá hon møtti sjeikinum. Tá hon var 14 ára gomul varð hon við barn. Tá hon bleiv mamm­a, fór hon at leggja dent á, at sonurin skuldi eta sunnan mat og ikki fáa góð­ gæti til dagligt, hóast lítið av fokus hevði verið á heilsu í lívi hennara fyrr. Tá sonur henn­ara var gott og væl tvey ára gamal, flutti hon niður til Danmarkar at búgva, og hon greiðir frá, at hóast hon og sjeikurin fingu eitt barn afturat, tá Frida var 18 ára gomul, so vuksu tey frá hvørj­um øðrum við tíðini, og eru ikki par í dag. Hon møtti síðani sjeiki­ num, sum eisini er pápi at yngsta barni hennara, og sum hon býr saman við í dag. Tá hon fekk næsta barnið vaks áhug­in fyri sunnum mati knapp­liga, og hon fór at leita sær kunn­ing um sunnan mat og rørslu. Tað gekk tó ein tíð, áðr­enn hon veruliga tók hesa vitan­ina til sín. Hon rakk málinum eftir einum ári 10. desember í 2013 setti Frida sær fyri, at nú skuldi hon missa 40 kilo av kropsvekt síni. Hon hevði fyrr gjørt fleiri roynd­ir, sum allar gluppu nið­ur­fyri. Hesum var hon troytt av, og hóast hetta var júst fyri jól, so fór hon í gongd við stríð­ið móti vekt­ ini hendan sama dagin. – Øll søgdu mær, at eg skul­di bíða til jólini vóru far­ in framvið, men eg var troytt av at bíða, sigur hon. Hon byrjaði við at hyggja at Facebook bólkum, sum bjóða fólki at fylgja við í gongd­ini at missa kiloini og fann útav, at hetta var ein sera góður háttur at moti­ vera seg sjálva á, og valdi hon tí at stovna sín egna bólk. – Eg eri ræðuliga smæðin, men á netinum er øðrvísi. Har eri eg opin og samskifti er­liga við tey, sum fylgja mær. Eg setti mær fyri at vera erlig og ikki á nakran hátt lúgva um gongdina ella um vektina. Frida greiðir frá, at hon ynks­ir ikki at skuffa tey, sum fylgja við í stríðnum hjá henni móti yvirvektini, men ístað­in verða ein fyrimynd. – Til dømis um eg mung­ aði eftir onkrum søtum mána- ella týskvøld, so helt eg mær í teymunum, tí eg visti, at vektin skuldi al­man­ na­kunn­gerast á face­book síðu­ni miku­dag, sigur hon. Soleiðis hevur Frida havt tað, síðani hon fekk fyrsta barn­ið sum 15 ára gomul – hon skal vísa umverðini, at hetta klárar hon eisini. Og hon kláraði tað. Eitt ár sein­ ni, í desember mánaði í 2014 hevði Frida mist 40 kilo, og vigaði tá 70 kilo. – Fyrsta hálva árið misti eg umleið eitt kilo um viku­ na. Eftir seks mánaðir hevði eg mist 30 kilo. Eg ansaði væl eftir, at hetta ikki fekk skeiva gongd, soleiðis at eg útviklaði etingar­ólag. Eg vildi vísa sjeiki­num og børnunum, at eg kundi gera tað, og nú havi eg gjørt tað. – Nú siga børnini ofta, »mamma tú ert blivin ordi­ liga pen, børnini í skúlanum ken­na teg ikki aftur.« – Um eg kenni meg mót­ leysa, so siga tey mær eisini ofta, at eg riggi væl, sigur hon smíl­andi. Týdningarmikið at tað varð gjørt rætt Frida hevur fyrr roynt at klænk­að seg, og kláraði tá væl at minka talið á vektini. Møgu­liga eitt sindur ov væl. Hon fyriskipaði tá gerandis­ dag­in við strangum reglum, svølt­aði seg ofta, og loyvdi sær onki søtt í 6 mánaðir. Til endans útviklaði hon etingar­ólag og tunglyndi. – Eg helt ondini í eitt hálvt ár! Eg át lítið og onki og spýði tað upp aftur, sum kom niður­um. Tað bleiv ordiliga súrt og ræðuligt. Tá hon síðani fór í gongd aft­ur hesaferð var tað týdn­ ing­ar­mikið fyri hana, at tað var gjørt ordiligt. Hon loyvdi sær sjálvari at »snýta« av og á, og legði fokus á at venja nógv. Hvønn mikudag, tá hon hevur verið á vektini, loyvir hon sær sjálvari okkurt søtt, og hon fær sær eisini eitt kaku­stykki, tá hon er til føð­ ing­ar­dagar, ella tá tey hugna sær heima. HEVÐI IKKI KLÁRAÐ TAÐ UTTAN FACEBOOK 26 ára gamla Frida er mamma at trimum børnum. Hon hevur vigað ov nógv meginpartin av lívinum, men fyri góðum ári síðani setti hon sær fyri, at nú vildi hon missa yvirvektina, og leitaði sær til sosialu miðlarnir eftir stuðli. – Eg eri ræðuliga smæðin, men á netinum er øðrvísi. Har eri eg opin og samskifti erliga við tey sum fylgja mær, sigur hon