Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 SAMRØÐA – Hetta er at broyta livi- hátt og ikki bert ein kurur, sum er liðugur, tá eg er kom in niður á ta vektina, eg ynski, sigur hon. Hjálpir at vera opin Tað hjálpir at tosa við tey nærm as tu um tilgongdina, tá ein vil missa vekt. Frida sigur, at hon greiðir sjeiki- num ella mammu síni frá, tá hon mungar eftir onkrum søt u m. Síðani tosa tey um, hvussu valið ávirkar hana, og hvussu hon hevur tað aftaná, sigur Frida. – Tú skalt eisini loyva tær at snýta av og á, og um tú hevur etið ov nógv er týdn- ingarmikið ikki at geva upp. Tú skalt ikki byrja av nýggj- um fyri tað um tú hevur ver- ið í føðoyingardegi og etið ov nógva kaku – tú skalt halda á, sigur hon. Týdningarmikið er eisini at seta lutmál, so tað ikki verð ur so torført at hava yvir lit yvir tilgongdina. Sjálv hev ur Frida eina talvu, har hon skrivar málini niður á, sum hon vil røkka eftir eitt ávíst tíðarskeið. – Fyrsta málið var at koma und ir 100 kilo. So gjørdi eg eina avtalu við sjeikin, at tá eg røkki hesum málinum, sku lu vit fara út at eta. Hetta gera vit so sjálvdan, so tað motiveraði meg, sigur hon. Tá eg kláraði á 70 kilo hevði eg keypt alkoholfría sjampan ju, og hátíðarhelt av rik ið saman við børnunum og sjeiki num, sigur Frida. 1700 gram av eyka húð Tá 40 kilo vóru farin av kroppi num hjá Fridu var nak að av leysari húð á maga- num. – Í byrjani hugsaði eg, at hong ur tað jamen, so hongur tað! Tað kann eg gott liva við. So kom eg á mál, og húðin plágaði meg, tí hon gnýggjaði ímóti og gav mær sár. Eisini tarnaði hon mær, tá eg vandi, sigur hon. Frida fór til læknan fyri at vita, um møguligt var at skera húðina burtur. Tað gingu bara seks dagar, so var skurðurin yvirstaðin á ein- um privatum sjúkrahúsi, tí bíði tíðin til almenna sjúkra- hús ið var ov long. Læknarnir skóru 1700 gram og 32 cm av húð burtur av maganum hjá Fridu. Teir seymaðu eisini 8 cm saman, tí búkmusklarnir vóru farnir frá hvørjum øðr- um, meðan hon hevði gingið við børnunum. Enn er búkurin hovin, og um hon gongur ella situr ov nógv, hevur hon ilt um kvøld- ið. Hóast hetta hevur hon tað gott, og læknarnir siga, at alt verð ur normalt eftir trimum ella seks mánaðum. Fakta Frida Kristina Nielsen er 26 ár. Ættað av Argjum og býr í Danmark. 12 ára gomul møtti hon sjekinum, sum hon fekk fyrsta barnið saman við sum 14 ára gomul. Næsta barnið fekk hon, tá hon var 18 ár. 480 limir eru í Facebookbólkinum »Fridas kamp fra 110 kg til 70 kg«. Eftir at Frida varð klænkða 40 kg tóku læknarir 1,7 kg av leysari húð á kroppinum.