hósdagur 26. februar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015
SOSIALURIN 24
9
EIN KATASTROFA
UM GIKTLÆKNIN GEVST
– Tað má ikki henda, at vit verða slept uppá fjall, og at eingin loysn
fæst á trupulleikanum um giktlæknan í Føroyum. Vit kenna okkum
sera ótrygg, tí okkara limir hava tørv á reguligari læknahjálp, sigur
Dávur Glerfoss, sum er næstformaður í Giktafelagnum
EYDNA SKAALE
U
m Pero Sore fer, merkir
tað fyri okkum, at vit
ongan fastan hava at
fara til við okkara sjúku,
og at eingin verður at hava eftirlit við
okkum. Hetta er ein vánalig støða,
og vit kenna okkum slept uppá fjall,
sigur Dávur Glerfoss, næstformaður
í Giktafelagnum, avgjørdur.
Tørv á eftirliti
Hann greiðir frá, at fleiri av
giktsjúklingunum hava tørv á
neyvum eftirliti, til dømis teir, sum
nú fáa lívfrøðiliga heilivágin. Tey
mugu ganga til læknan javnan og
taka blóðroyndir, fyri at tryggja, at
alt er, sum tað skal vera.
- Um vit ikki hava ein fastan
giktlækna er skjótt til, at langi
bíðilistin, sum nú er minkaður
heilt fitt, fer at vaksa aftur. Tað er
eisini skjótt til, at tað koma leysir
konsulentar og avloysarar av ymsum
slagi, sum verða skiftandi. Tað ger, at
vit ikki fáa eina góða, kontinuerliga
viðgerð, men at tað kanska verður
eitt sindur meiri tilvildarligt, vísir
Dávur á.
Ein annar møguleiki er, at
giktasjúklingarnir
mugu
til
kommunulæknan, men tað er heldur
ikki betri enn næstbest, tí hann hevur
ikki neyðugu serfrøðina.
Roynt at fingið fund í lag
Giktafelagið í Føroyum hevur
omanfyri 300 limir, og í løtuni eru øll,
sum vara av felagnum, sera ørkymlað,
nú einastai giktlækni í landinum
hevur seinasta arbeiðsdag, og hevur
boðað frá, at hann ikki ætlar at møta
til arbeiðis mánadagin.
Dávur Glerfoss vísir á, at flestu
konsulentarnir, sum starvast fyri
Landssjúkrahúsið, eru danir. Eisini
konsulentarnir innan giktaøkið.
– Tað er ein trupulleiki fyri fleiri
sjúklingar, at konsulentarnir bara
tosa danskt. Fyrr hava tað eisini verið
nógvir trupulleikar av, at journalirnar
hava verið á føroyskum, og at
skiftandi konsulentarnir ikki hava
skilt, hvat hevur staðið í teimum.
Men enn veit Giktafelagið ikki,
hvat tey skulu vænta sær mánadagin,
tá tey eftir øllum at døma mugu vera
serlæknan fyriuttan.
– Vit hava verið í samband við
Heilsumálaráðið og Karsten Hansen
og roynt at fingið ein fund í lag,
men vit hava einki hoyrt aftur. Vit
hava eisini skrivað yvirlýsingar og
mótmæli, men vit hava hvørki fingið
svar ella viðmerkingar, vísir Dávur
Glerfoss á.
Ótryggir sjúklingar
– Vit vita einki um, hvat hendir nú, og
tað er sera keðiligt. Vit kenna okkum
ótrygg og tað vísir seg vera ringt at
fáa nakað at vita. Tað vit vita, vita vit
ígjøgnum miðlarnar. Eg eri bangin
fyri, at um vit ikki hava ein giktlækna,
kann giktøkið setast langt aftur í tíð,
og tað má ikki henda, sigur Dávur,
sum fegnast um, at stór framgongd
hevur verið á økinum seinastu árini.
Tó hava nakrir trupulleikar verið,
til dømis hevur arbeiðsbyrðan verið
ov stór fyri ein, einsamallan lækna.
Dávur vísir á, at tað nú verður søkt
eftir einum giktlækna afturat, men
hann undrast á, at man skal bíða so
leingi, tá trupulleikin hevur verið
stórur í langa tíð.
– Og tá ein lækni rýmir undir
slíkum umstøðum, kann man spyrja
seg sjálvan, um nakar annar tímir at
søkja. Tað er problemið.
Dávur Glerfoss vísir á, at Pero
Sore hevur verið ein sera góður
og dugnaligur lækni. Hann kennir
sjúklingarnar, og hann hevur fingið
bíðilistarnar niður frá einum ári til
undir tríggjar mánaðir. Tað hevur
sera stóran týdning fyri okkum,
at vit hava ein lækna, sum kann
tryggja okkum góða, støðuga og
framhaldandi viðgerð, vísir Dávur á.
– Heiti hylurin hjálpir móti pínu, hann ger,
at vit fáa vant, so vit ikki versna og hann
tryggjar okkara mobilitet. Vit eru fleiri, sum
sakna at hava ein heitan hyl, staðfestir Dávur
Glerfoss, næstformaður í Giktafelagnum
Sakni heita hylin
T
á tú hevur gikt, er
týdn ingar mikið at hal-
da lika mið í gongd og
gera venj ing ar. Men
tað kann vera sera pín ufult, at
til dømis liggja á einum gólvi og
venja.
– Vit sakna hylin. Eg var sjálvur
ein, sum brúkti hylin nógv, inntil
hann varð niðurlagdur. Hylurin
tryggjar, at vit fáa vant í vektloysi,
og tað ger, at vit ikki fáa eins
nógva pínu av venjingunum, sum
vit fáa á turrum. Harumframt er
hitin linnandi og hjálpir eisini
móti pínu, vísir Dávur Glerfoss á.
– Men tað vísir seg sum, at alt
nú dettur niðurfyri. Í Suðuroy og
í Klaksvík hava tey heitar hyljar. Í
Havn tosa tey nógv um reha bi li-
t ering, men her er hendir ikki so
nógv, og heiti hylurin er fortreytin
fyri at rehabiliteringin kann
fung era. Og tað er ikki bara hjá
gikt sjúklingum, men hjá so sera
nógv um øðrum sjúklingabólkum,
sigur Dávur.
Hann skilir ikki, at man nú er
farin undir at byggja Lands sjúkra-
hús ið út, men at man ikki ætlar
at gera ein heitan hyl, sum kann
koma so nógvum føroyingum í
høvuðs staðarøkinum til góðar.
– Ein heitur hylur tryggjar, at
pín an minkar, at vit ikki versna
og at vit enntá kunnu gerast betri
fyri kropsliga. Tú kanst koma inn
ambu lant, venja og fáa tað nógv
betri. Hví hetta ikki skal vera
ein møgu leiki, skilji eg ikki, sigur
Dávur Glerfoss.
Tað líkist ongum, at man ætlar
at byggja Landssjúkrahúsið út,
men at man ikki hevur hugsað
um at gera ein hyl.
Vanligt er at fáa gikt
í stóru liðirnar, men
til ber eisini at fáa
gikt í smáu liðirnar,
ryggin og aðrastaðni
Dávur Glerfoss, næstformaður í Giktafelagnum