hósdagur 26. februar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
10
tíðindi
Jørgen Niclasen hevur
hvørki svikað ella snýtt
Fýra fjølmiðlafólk eru nú dømd at rinda tilsamans 195.000
krónur fyri at ærumeiða Jørgen Niclasen
Áki Bertholdsen
J
ørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, hev
ur hvørki snýtt ella svikað í
tolli.
Tað er niðurstøðan hjá dómar
anum í Føroya rætti, nú avgerðin er
fallin í tí, sum á manna munni hevur
verið kallað tollmálið.
Í fleiri greinum á Portalinum, og
tíðindasendingum í Kringvarpinum,
hevur Jørgen Niclasen verið skuld
settur fyri at hava snýtt í tolli við
tað, at hann fekk ótollaðar vørur av
goymsluni hjá Skipafelagnum, tá ið
hann í sínum ungu døgum var stjóri
í Niclasen-fyritøkuni í Sørvági.
Tað endaði við, at Jørgen Niclasen
stevndi fýra tíðindafólkum fyri æru
meiðing.
Og í gjár dømdi Føroya rættur
Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í Kring
varpinum, og Dia Midjord stjóra í
Kringvarpinum, 20 dagbøtur á 1.000
krónur, ella 20.000 krónur í bót í part.
Jan Lamhauge, journalistur í
Kringvarpinum, fær 10 dagbøtur
á 1.000 krónur, ella 10.000 krónur
í bót, og Sveinur Tróndarson, sum
var tíðindamaður á Portalinum, tá
ið málið var uppi, fær eisini 20 dag
bøtur á 1.000 krónur, ella 20.000
krónur í bót.
Tey skulu eisini rinda Jørgen
Niclasen 50.000 krónur í endurgjaldi
fyri tort og sviða, tó skal Jan Lam
hauge í mesta lagi rinda 5.000 krónur.
Harumframt skulu tey rinda
Jørgen Niclasen 75.000 krónur í
sakarmálskostnaði.
Sostatt kostaði tað hesum fýra
fjølmiðlafólkunum tilsamans 195.000
krónur at hava ærumeitt landsstýris
mannin í fíggjarmálum.
Samstundis er tað, sum er sagt og
skrivað um Jørgen Niclasen í hesum
máli, dømt deytt at vera.
Men tað er í øllum førum eisini
greitt, at síðsta orðið er ikki sagt í hes
um sakarmálinum enn, tí í skrivandi
løtu hevur Sveinur Tróndarson longu
gjørt av at skjóta dómin inn fyri
landsrættin.
Einki prógvað av nøkrum
Dómarin í Føroya Rætti sigur, at bæði
tollmyndugleikarnir í Vágum og í
tollmyndugleikarnir miðfyrisitingini
í Havn, vistu, at ótollaðar vørur vórðu
tiknar av goymsluni.
Men tey gjørdu einki við tað og
hava sostatt í stillum góðtikið hesa
mannagingdina.
Dómarin heldur somuleiðis, at
tey fýra fjølmiðlafólkini hava ikki
klárað at víst á, hví Jørgen Niclasen
skuldi hava eina serliga skyldu til
at kanna eftir, um heimild var fyri
mannagongdini, sum myndugleik
arnir høvdu góðtikið.
Tað er heldur ikki prógvað, at
Jørgen Niclasen hevur villeitt Skipa
felagið ella hevur gjørt sær dælt av
eini slíkari villleiðing við tí endamáli
at fáa ótollaðar vørur útflýggjaðar av
goymsluni í Sørvági.
Harafturat er tað heldur ikki
prógvað, at hvørki landskassin, ella
Skipafelagið hava mist pening av tí,
at ótollaðar vørur eru útflýggjaðar av
goymsluni í Sørvági.
Tvørtur ímóti er tað prógvað, at
landskassin ikki hevur mist pening
av hesum sigur dómarin í Føroya
Rætti.
Skulu verjast
Dómarin í Føroya rætti staðfestir,
at, eins og øll onnur, skal Jørgen
Niclasen ikki noyðast at tola tað, at
skuldsetingar um álvarslig brotsverk
verða førdar fram í fjølmiðlunum,
hóast einki grundarlag er fyri at føra
tær fram.
Hetta er serliga galdandi, tá ið tey,
sum føra slíkar skuldetingar fram,
alla tíðina hava vitað frá løgregluni
um, at ber ikki til at staðfesta nakað
revsivert.
Dómarin leggur dent á, at fjøl
miðlafólkini lættliga kundu havt
borið søguna fram um, at lógin ikki
var hildin uttan at ærumeiða Jørgen
Niclasen við skuldsetingum um svik,
tí tær høvdu hvørki týdning, ella vóru
neyðugar fyri søguna.
Dómarin leggur eisini dent á,
at í einum lítlum samfelagi sum tí
føroyska, er tað neyðugt fyri fólka
ræðið, at fjølmiðlar ikki ógrundað
sleppa at skuldseta fólkavaldar og
verjuleysar politikarar fyri at hava
brotið lógina.
Avleiðingin av tí kann vera at
fólk fara at aftra seg við at stilla upp.
Sostatt kann tað vera ein hóttan
ímóti vallistunum, við tað, at tað
fáast ikki nokk av valevnum, heldur
dómarin.
»Avleiðingin av tí
kann vera at fólk
fara at aftra seg
við at stilla upp«
– Í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska, er tað neyðugt fyri fólkaræðið, at fjølmiðlar ikki ógrundað sleppa at skuldseta
fólkavaldar og verjuleysar politikarar fyri at hava brotið lógina, sigur dómarin í Føroya rætti