Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015 SOSIALURIN 24 11 ÁKI BERTHOLDSEN V it mugu altíð taka tað til eftir­tekt­ar, sum dóms­ valið sigur. Tað staðfestur Aksel V. Johannesen, formaður í Javn­aðar­ flokki­num. Hann sipar til dómin í Føroya rætti mikudagin í sambandi við tollmálið hjá Jørgen Niclasen. Skulu virða dómin Annars var Aksel V. Johannesen við til at leggja uppskot um misálit á Jørg­en Niclasen í fjør. Og tað stendur hann við. - Misálitið varð reist tí at Jørgen Nicla­sen ikki hevði viðurkent ábyrgd fyri hendingunm og hann hevði held­ ur ikki tikið haldgóð stig til at reinsa seg í rættinum. Misálitið varð reist í tí veruleika, sum galdandi tá. Men hann heldur samstundis, at vit mugu taka til eftirtektar at Jørgen Nicla­sen nú er reinsaður. - Dómurin er ein avgerð, løgtingið og øll onnur, eiga at virða, sigur hann. Ímillum Jørgen og veljaran Men hóast formaðurin í Javn­að­ar­ flokki­num ásannar, at hann tekur dóm­in, sum reinsar Jørgen Niclaen fyri svik og snýt, til eftirtektar, stað­ festir hann samstundis, at hann hev­ur framvegis púra onki álit á politikki­num hjá honum. Hinvegin verður tað framvegis stað­fest, at Jørgen Niclasen fekk ótoll­að­ar vørur útflýggjaðar. Men tað heldur Aksel V. Johanne­sen, eigur at vera ein spurningur ímill­um Jørgen Niclasen og veljaran. Vandamikið Annars er Aksel V. Johannesen ikki samd­ur við dómaran í at politikarar eiga at hava eina serliga verju í einum lítl­um samfelagi sum okkara. Dómarin sigur nevniliga, at skulu fjøl­miðlar kunna skuldseta verju­leys­ar politikarar fyri lógarbrot, uttan at hald er í tí, er tað ein vandi fyri fólka­ræðið. Tað kann nevniliga endað við, at fólk fara at aftra seg við at stilla upp, heldu­r hann. - Tað eri eg ikki samdur í. Tað hevur al­stóran týdning, at fjølmiðlarnir hava eygað við teimum, sum hava vald. Hinvegin skulu fjølmiðlarnir eisi­ni bera seg rætt at og teir skulu ansa eftir, at tað, teir bera fram, ikki er ærumeiðandi. - Men tað er nettupp tí, vit hava dóms­valdið fyri at taka støðu til mál av slíkum slagi. Aksel V. Johannesen heldur, at tað er ilt at meta um, hvussu hetta hevur skatt trúvirðið hjá Kring­ varpinum. Men eyðvitað er lakkið skøvað, legg­ur hann afturat. Kortini vónar hann ikki, at hetta fer fólk at reisa iva um alt, Kring­ varp­ið ger. Hann vónar heldur ikki, at tað fer at at vera misbrúkt og fer at forfylgja kringvarpinum í allar ævir, at Kringvarpið er dømt fyri æru­meið­ ing einaferð Hinvegin heldur Aksel V. Johanne­ sen, at hetta má fyri alt í verðini ikki elva til, at fjølmiðlar aftra seg við at taka kritisk mál upp. - Men teir skulu sjálvandi ansa eftir, at tað ikki endar við ærumeiðing. Aksel V. Johannesen er heldur ikki samdur í, at hetta eigur at fáa av­leið­ ing­ar fyri Kringvarpið. - Vit hava dómsvaldið til at taka sær av teimum málum, har onkur traðk­ar við síðurnar av og tað er ein skip­an, vit eiga at virða, sigur for­mað­ urin í Javnaðarflokkin. - Nettupp tað kann verða ein vandi fyri fólkaræðið, tí tað kann elva til, at fjøl­miðlar aftra seg við at taka kritisk mál upp, leggur hann afturat. LAKKIÐ HEVUR FINGIÐ EINA SKØVU Vit mugu taka til eftirtektar, at Jørgen Niclasen er reinsaður, men trúvirðið hjá Kringvarpinum hevur fingið eina skøvu - Hetta er eitt mál, eg taki í allar­størs­ ta álvara. Tað sigur Bjørn Kalsø, lands­ stýris­maður í mentamálum. Hann sipar til dómin, sum varð feld­ur í Føroya rætti mikudagin, har fýra fjølmiðlafólk eru dømd fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen, lands­stýris­mann í fíggjarmálum í toll­máli­num, sum tað vanliga hevur ver­ið nevnt. Bjørn Kalsø vísir á, at stýrið fyri Kring­varpið er kallað saman at við­ gera støðuna og at polititiska valdið skal halda seg eina armlongd burtur. Men hann staðfestir samstundis, at hann tekur hetta í allarstørsta álvara. Og tað, hann hugsar um, er at tað hev­ur størsta týdning, at trúvirðið ikki verður máað undan okkara al­ men­na Kringvarpi. Tað er hetta, sum hevur størsta týdn­ing fyri meg, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur, at tí fer hann at fylg­ja væl við gongdini og hann vænt­ar at frætta frá stýrinum fyri Kring­varpið, tá ið tað hevur viðgjørt mál­ið. Trúvirðið skal tryggjast Bjørn Kalsø leggur afturat, at tær met­ingar, hann hevur fingið, siga, at dómurin í málinum er rættiliga greið­ur. Men so er spurningurin um hetta hevur máað burtur av trúvirðinum hjá Kringvarpinum. Sjálvur heldur Bjørn Kalsø, at støð­an er sera álvarlig og hann vísur á, at tað eru trý fólk í Kringvarpinum sum eru dømd í málinum. Men hann vil fegin hava eina um­hugsun­ar­tíð og stundir til at við­ gera málið við umsitingini í menta­ mála­ráð­num og at tosa við stýrið fyri Kring­varpið. Hinvegin ger hann greitt, at er trú­virð­ið Kringvarpið fokið, er hann til reið­ar at taka tey stig, sum eru neyðug, fyri at endurreisa trúvirðið á Kring­varpið. - Eg fari at gera tað, sum skal til fyri at Kringvarpið kann hava tað trú­virði, ein slíkur stovnur má og skal hava, leggur hann afturat Og tað fer hann at gera, tí hann held­ur, at nettupp trúvirðið er heilt av­gerð­andi fyri ein almennan public Service stovn sum Kringvarpið. Kringvarpið má ikki missa trúvirðið, sigur landsstýrismaðurib í mentamálum Hetta taki eg í allarstørsta álvara Trúvirðið: Tað hevur størsta týdning, at fingurin ikki kann setast á trúvirðið hjá Kringvarpinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum Aksel V. Johannesen formaður í Javnaðar­ flokkinum, heldur, at hetta má fyri alt í verðini ikki elva til, at fjølmiðlar aftra seg við at taka kritisk mál upp