hósdagur 26. februar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
12
Laksalúsin er helst tann størsta avbjóðingin hjá alingini, men
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, gevur henni eisini æruna fyri,
at alingin ikki veksur skjótari, enn hon ger, um allan heim og har
við veitir trygd fyri einum framhaldandi góðum laksamarknaði. Í
summar tekur Bakkafrost ein stóran, nýggjan brunnbát í brúk, ið
sum nakað heilt nýtt eisini skal nýtast til at avlúsa laks við feksvatni
Lúsakríggj
tema
Ingolf S. Olsen – PRESS
K
ring allan heim verða
risastórar íløgur gjørdar í
gransking og menning av
hættum at berjast ímóti
laksalúsini. Tí síðani bilbukt er fingin
við teimum stóru dreparasjúkunum
í alivinnuni – her heima man ILA
standa fremst í minninum – er laksa
lúsin størsta avbjóðingin í vinnuni.
Stóru trupulleikin er, at lúsin
støðugt verður mótstøðufør móti
støðugt fleiri viðgerðarevnum, og tí
má finnast upp á okkurt annað eisini.
Men sambært Regini Jacobsen,
stjóra í Bakkafrost, er laksalúsin, tó
at hon elvir til nógv høvuðbrýggj, eis
ini alivinnuni kring allan heimin ein
góður tænari.
– Tann stóra avbjóðingin er altíð
laksalús, men tann stóra trygdin fyri
einum framhaldandi góðum laksa
marknaði, er eisini laksalúsin. Hon
ger nevniliga, at alingin ikki veksur
skjótari, enn hon ger, um allan
heimin, sigur hann.
Ein neyðug bremsa
Øll tey fyrivarni og verjutiltøk, sum
í dag verða gjørd fyri at halda lúsini
niðri, eru við øðrum orðum tann
neyðuga bremsan, ið má verða fyri
at byrgja fyri, at alt fer av sporinum
aftur.
– Tá vit í 1980’unum framleiddu
10.000 tons til samans av alifiski
um árið, var vanligt við fiski, sum
var bitin niður í nakka av lús. Í dag
kemur tú ongantíð út í ta støðuna,
sjálvt um vit nú ala umleið 80.000
tons. Vit telja lýsnar í minsta lagi 14.
Hvønn dag og vita akkurát, hvussu
nógv er av kynsbúnari, fastsitandi
lús o. s. fr., og vit grípa inn, áðrenn
lúsin sleppur at nøra seg. Vit brúka
orku upp á at halda henni niðri, og
hjá okkum ganga vit í dag øgiliga høgt
uppí í dag, at tað ikki skal vera meira
enn ein lús fyri hvørjar tveir fiskar.
Hetta er fyri at frammanfyri, tí um
tú ikki gert nakað, fyrr enn tú ert
upp ímóti markvirðinum, so kanst tú
skjótt verða ov seinum, um til dømis
veðrið spælir okkum eitt pussveður
og vindur knappliga ikki eru til vildar
í fleiri daga. Hinvegin skulu vit eisini
ansa eftir ikki at avlúsa ov ofta
við kemikalium, tí so verður lúsin
skjótari mótstøðufør, greiðir Regin
Jacobsen frá.
Feskvatn er lúsaeitur
Í juni væntar Bakkafrost at kunna
taka nýggja brunnbátin Hans á
Bakka í brúk. Báturin verður bygdur
í Turkalandi og skal bæði virka sum
vanligur brunnbátur at flyta tøkufisk
frá alibrúkunum til stóra sláturvirkið,
sum nú verður bygt á Glyvrum, og til
avlúsing við feskvatni.
– Hetta man vera tann fyrsti
brunnbáturin í Norðuratlantshavi,
sum er bygdur til viðgerð við fesk
vatni í einari lokaðari skipan, har
feskvatnið verður reinsað og endur
nýtt fleiri ferðir. Í so máta er hann í
veruleikanum útgjørdur eins og ein
smoltstøð, sigur Regin Jacobsen.
Hann hevur góðar væntanir um
nýggja bátin.
– Hann kann hava 450 tons av
livandi fiski umborð í 24 tímar, uttan
at vatnið skal skiftast. Royndir vísa,
at eftir trimum tímum í feskvatni
er laksurin sloppin av við heilt upp
í 97 prosent av lýsnum, sigur Regin
Jacobsen.
Vit eru ikki í
einari støðu, har
vit ikki hava
tamarhald á
støðuni, men í
einari støðu, har
vit alla tíðina
royna at menna
og betra okkum«
Teldugjørd mynd
Lúsin er
bæði plága
og tænari