Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 13 Stórur kapasitetur Báturin hevur so stóran kapasitet at taka fisk, at hann helst fer at hava ríki­ligt av avlopstíð til annað ali­ arbeiði. – Báturin er fimm ferðir størri enn Vesthav, sum er størsti báturin hjá okkum í dag. Hann er til støddar, sum tey stóru kraftblokkaskipini og hevur tríggjar brunnar, so til ber at viðgera nógvan fisk í einum sam­døgri. Við stóra kapasitetinum umborð og á landi, tá nýggja virkið á Glyvrum er liðugt, verður neyvan tørvur á at brúka hann til tøku meira enn einar fýra dagar um vikuna, so hinir dagarnir kann hann brúkast til av­lús­ing. Tað er ikki óhugsandi, at vit klára at við­gera eitt heilt alibrúk upp á eitt viku­skifti ella tríggjar dagar. Tað merkir eis­ini, at um hetta fungerar, soleiðis sum vit vóna, so verður eisini møgu­leiki hjá øðrum alarum at leiga bátin. – Men feskvatnsviðgerð var als ikki hugsað um, tá skipið varð kon­ trakt­að fyri næstan tveimum árum síð­ani. Tað er nakað, sum er lagt afturat síðani, tí tá hugsaðu vit bara um tøku. So nú mugu vit fyrst prógva, at hetta virkar, sigur Regin Jacobsen. Tamarhald á støðuni Skuldi tað víst seg, at avlúsingin ikki virkar eftir ætlan, so er kortini ikki talan um nakra vanlukku. – Vit eru ikki í einari støðu, har vit ikki hava tamarhald á støðuni, men í einari støðu, har vit alla tíðina royna at menna og betra okkum. Rogn­kelsi er eisini eitt spennandi alterna­tiv, og tað næsta verður kanska, at allir alarar fara at hava rogn­kelsi í øllum ringunum. Hjá okk­um kann tað sagtans koma afturat fesk­vatns­við­ gerð­ini. Um vit sleppa heilt undan kemi­kalium, so er nógv vunnið. – Eitt annað nýtt og spennandi am­boð eru lasarar. Vit hugdu upp á ta loysnina í fjør heyst, men hildu tað vera í so dýrt at keypa tá, tí vit vita ikki so nógv um, hvussu tær greið­irnar rigga í ringunum. Men skipanin verður heilt víst í onkrum før­oyskum aliringum longu í ár, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðr­enn skipanin verður vanlig. Hon verð­ur longu brúkt av støðugt fleiri alarum í Noregi, sigur hann. Minka váðan Regin Jacobsen vísir á, at laksalúsin fyllir nógv í fimm ára milliarda íløgu­ ætlanini, sum fyritøkan almanna­ kunngjørdi í 2013. – Íløguætlanin var upp á 1,1 milliard krónur, men í 2014 endur­ skoð­aðu vit hana og løgdu 400 milliónir krónur omaná. Nógv í ætlan­ini hevur at gera við at minka um váðan í alingini, og har er laksalús ein týdningar­mikil partur í allari til­ gongd­ini. Ein týðandi táttur her er út­bygging av smoltstøðunum, so vit fáa møguleika at hava smoltini gang­ andi longri á støðunu, til tey viga meira, tá tey verða sett út. Í dag viga tey okkurt um 120 gramm, men um tvey ár skulu tey viga 300 gramm. Tá styttist framleiðslutíðin úr 18 niður í 14 mánaðir, og harvið koma vit at taka teir seinastu mánaðirnar burtur úr sjó­aliring­unum, tá avbjóðingin við lús er størst, sigur hann. Skot við lasara Lasertólið virkar soleiðis, at tað hyggur at laksinum, tá hann svimur framvið í upp til ein metur frástøðu, og er lús á, verður ein laserstrála skot­in eftir henni við so nógvari orku, at lúsin doyr. Fyri at tólið altíð skal kenna lýsnar aftur, er tað fóðrað við millión­um av myndum av laksalús í øll­um støddum og frá øllum hugsandi vinklum. Íløgan í eina slíka skipan er 600.000-700.000 krónur fyri hvønn ring. Tað ljóðar ikki av nógvum saman­borið við nýggja kombineraða brunn­bátin, sum kostar 230 milliónir krónur. – Nei, men tað er kortini dýrar greiðir at koyra í ein ring, tá vit vita so lítið um, hvussu greiðirnar rigga í praks­is. Tí hava vit valt at bíða, men vit vilja gjarna hava tær, tá vit vita, at tær fungera, sigur Regin Jacobsen. Hann leggur dent á, at hóast nógv verður gjørt burtur úr at standa laksa­lýsnum kurl, so eru Føroyar enn fremsta alilandið í heiminum, tá tað snýr seg um góðsku og burðardygd. Laksurin trívist – Vit hava eitt felli á átta prosent, og tað hevur verið heilt niðri á seks. Aðra­staðir er vanligt við einum felli á millum 20 og 30 prosent – eisini í til dømis Noregi. Og frá 2010 til 2014 øktist saml­aða føroyska laksaframleiðslan úr 50.000 tonsum í 85.000 tons. Í sama tíðarskeiði øktist miðalvektin á tøku­laksi javnt úr 5,6 kilo í 6,4 kilo. Tað sigur nakað um trivnaðin, tí um fisk­urin ikki trívist væl, so ber ikki til at fram­leiða hann til stóran fisk. Tí tá hevur tú bio­log­ iskar avbjóðingar, so hann má drepast fyrr, sigur stjórin á Bakkafrost. Øll tann føroyska alingin fór fyri bakka fyrst í øldini, og ofta fær ILA skyldina fyri tað, men hesum tekur Regin Jacobsen ikki undir við. – Vit brúktu kreppuna tá til at taka nakrar skilagóðar avgerðir, sum eru orsøk til, at vit nú er fremst innan aling. Men tað er skeivt at siga, at ILA gjørdi av við alivinnuna tá fyrst í øldini. Tað var líka so nógv tann ali­ skip­anin vit høvdu tá og tað, at laksa­prísurin kollapsaði í eini trý ár á rað, sum var orsøkin. Tey árini var laksa­prís­urin heilt niðri á 13-15 krón­um kilo, sigur hann. Skrædl vendi gongdini Men skrædlið tá gjørdi, at øll tann føroyska alivinnan varð enda­ vend og skipað av nýggjum. – í 2003 fingu vit eina heilt nýggja ali­skipan, sum millum annað ásetti, at tað bara skal vera ein alari á hvørj­ um firði, og at alibrúkið skal tømast millum hvønn árgang. Síðani tá hevur tað gingið javnt framá, og ser­ liga síðani 2008 hevur tað eydnast okk­um at menna føroyskan laks til eina altjóða merkivøru. Generelt er heilsu­støðan í Føroyum betur enn aðra­staðir, og vit eru einasta alitjóð, ið als ikki brúkar antibiotika. – Vit hava eina góða økis­upp­deil­ ing, eina greiða skipan við bara einum árgangi á sama stað, brunnbátar og afturlætnar eindir til tøku. Vit upp­ føra okkum, sum um fiskurin altíð er sjúkur, tað gera tey ikki aðra staðir, sigur hann, men ávarar tó móti at verða hugmóðig. – Føroyska alingin er helst tann burðardyggasta sum finst, men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu betra okk­um. Og vit kunnu sanniliga eisini fram­haldandi læra av Kili og øðrum, sjálvt um vit hava betri úrslit enn teir, sigur Regin Jacobsen. Í hernað móti lýsnum Heilsustøðan í føroysku alibrúkunum er helst hin besta í heiminum, men eisini her er laksalúsin ein stór avbjóðing, og stórar upphæddir verða brúktar uppá at berjast ímóti lúsini. »Hans á Bakka« kann hava 450 tons av livandi fiski umborð í 24 tímar Hans á Bakka skal eisini nýtast til at avlúsa laks við feskvatni. Skipið er 75,8 metrar langt og 16 metrar breitt. Tað lastar 3.000 rúmmetrar, bruttotonnasjan er 3.560 BT, og tað kann hava 450 tons av livandi laksi umborð í 24 tímar í senn. Maskinan hevur eina framtøkumegi á 2.998 kW. Regin Jacobsen, stjóri í Føroya Størstu alifyritøku Bakkafrost, var sjálvsagt til staðar, tá stóri kombimeraði brunnbáturin Hans á Bakka fór av bakkastokki á Yalova-skipasmiðjuni í Turkalandi í desember. Teldugjørd mynd