hósdagur 26. februar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015
SOSIALURIN 24
14
INGOLF S. OLSEN – PRESS
U
m hon sleppur, eigur
náttúran ofta sjálv
tey bestu amboðini at
fóta sær aftur, um um-
hvørvisligu ella lívfrøðiligu javn vág-
ir nar onkursvegna verða skeiklaðar.
Tað hava tey sannað á alifyritøkuni
Luna við altjóða brandinum
Hiddenfjord, sum nú ger sær dælt
av, at sjáldsami fiskurin rognkelsi er
so óður eftir laksalús.
Fyrr í vetur vórðu rognkelsi sett út
í aliringarnar í sambandi við smolt út-
set ing í alibrúkunum hjá fyritøkuni í
Mið vági og í Selvík í Sørvágsfirði.
- Vit kunnu staðfesta, at rogn kel-
sini longu hava spart okkum fyri í
hvussu er eina avlúsing, sigur Bogi
Jacob sen, menningarleiðari hjá Luna.
Mótstøðuføri
Eitt er, at pengar eru at spara við
at brúka minni av dýru av lús ing ar-
evnunum, annað og kanska týdn-
ing armiklari er, at hesi evnini hava
støðugt minkandi virknað. Laks-
urin er nevniliga við tíðini vorð in
mótstøðuførur móti næstan øll um
avlúsingarevnunum. Í veru leikanum
eru tað bara tvey evni hydrogen per-
oxid og eitt nýggjari samansett evni,
sum enn virka nøkulunda.
- Tað er stóri trupulleikin við teim-
um kemisku evnunum, at fis k urin
eftir eina tíð verður mót støðu førur,
og har eru skjótt ikki fleiri skot í
byrsuni, sigur Bogi Jacobsen.
Tá Luna í 2010 setti smolt út í somu
økjum sum í fjør var ikki neyðugt við
av lúsing, men í 2012 mátti avlúsast, og
í fjør var nógvur lúsavøkstur. Hesin
steðg aði, tá rognkelsi vórðu sett út.
- Vit telja lús hvørja viku, og tað er
ong in ivi um tað, at rognkelsini halda
teimum niðri, sigur Bogi Jacobsen.
Váðilig avlúsing
Tað eru ikki bara lýsnar í sjálvum
sær, sum eru eitt vandamál, ið ali-
fyri tøkur nar helst vilja minka um.
Sjálv arbeiðsgongdin við kemisku av-
lús ing ini fer illa við fiskinum. Nótin
má turk ast og ein presending dragast
und ir fiskin, so tað verður sum í einum
kari, áðrenn avlúsingarevnið verður
latið í. Ein maskina við slangum
syrg ir fyri súrevnisveiting, meðan
náttúr liga gjøgnumstreymingin
er steðg að í aliringinum, men tað
slepst ikki undan, at fiskurin verður
illa strongdur, meðan avlúsingin fer
fram – og tað er ikki bara laksurin, ið
verð ur strongdur.
- Nervarnir sita altíð uttaná hjá
okk um øllum, meðan vit avlúsa, tí
van di er altíð fyri, at okkurt kiksar, og
við 60.000 fiskum í einum ringi kann
tað skjótt gerast ein dýrur umgangur,
sig ur Bogi Jacobsen.
Hann vísir á, at tað eisini kostar
í mistari vekt og harvið framleiðslu
at avlúsa við avlúsingarevnum, tí
fisk urin skal svøltast í nakrar dagar,
áðr enn hetta arbeiðið kann gerast,
tí tá megnar hann betri at verða
strongd ur.
Íslendsk rognkelsi
Fiskaaling, sum er ein almenn fyri-
tøka, ið granskar innan aling og veitir
tæn astur til alivinnuna, ger royndir
við at basa laksalús við rognkelsum,
og ger eisini kynsbótaarbeiði við
rogn kels um, við sølu til føroysku ali-
brúk ini fyri eyga. Men har hava verið
ávís ir trupulleikar, og Luna hevði ikki
stund ir at bíða.
Tí var fyrst farið til Noregs at
hyggja at royndum har. Norðmenn
brúka fleiri smáfiskasløg, sum eta
laksa lús, men av teimum var tað bert
rogn kelsi, ið hevði føroyskan áhuga,
tí tann fiskurin frammanundan finst
í før oysk um sjógvi. Tað er nevni liga
ikki loyvt at flyta livandi fisk,ið ikki
TEMA Lúsakríggj
ROGNKELSI
ETUR LÝSNAR
Luna hevur higartil spart minst eina kemiska avlúsing, eftir at alifyritøkan fyrr í
vetur setti rognkelsi út í aliringarnar í Miðvági og í Sørvági. Við at brúka rognkelsi
og samstundis seta nógv størri laksasmolt út enn fyrr vónar fyritøkan at sleppa
undan kemiskari avlúsing, ella í øllum førum fækka munandi um tær viðgerðirnar.
Laksalúsin er eisini vorðin mótstøðufør móti teim flestu avlúsingarevnunum
Jónstein Johannesen og Elias Falkvard
arbeiða á aliringunum hjá Luna í
Sørvági. Um veturin liggja ringarnir í
Selvík í Sørvágsfirði, men um summarið
flytir alibrúkið longur út í fjørðin