hósdagur 26. februar 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015
SOSIALURIN 24
15
- Vit telja lús hvørja viku, og tað er
ongin ivi um tað, at rognkelsini halda
teimum niðri, sigur Bogi Jacobsen
finst her framman undan, í før oysk-
an sjógv.
Í Noregi høvdu tey tó eisini trupul-
leik ar við at kyns bóta arbeið num og
við at fáa rognkelsayngul undan, men
so varnaðust íslendingar føroyska
áhug an í rognkelsum og bjóðaðu seg
fram.
- Tað var íslendska kynsbótastøðin
Stofnfisk, ið var áhugað at framleiða
rogn kelsas molt til okkum. Teir fram-
leiða frammanundan laksarogn
og –yngul til føroysku alivinnuna,
hava eisini góð sjúkuhagtøl, og
Heilsufrøðiliga Starvs stovan segði
tað vera í lagi, bara vit fingu eina
heilsuváttan úr Íslandi. So vit gjørdu
avtaluna við Stofnfisk longu í fjør
vár, sigur Bogi Jacobsen.
Góður handil
Í fyrstu syftu bað Luna bara um
150.000 rognkelsismolt at seta út í
ali brúkið í Sørvági, men kyns bóta-
ar beiðið hjá íslendingunum gekk so
væl, at teir fingu heili 500.000 smolt
und an. Tí endaði Luna við at keypa
200.000 rognkelsi, settu 70.000 út í
Mið vági 14. november og 130.000 í
Sør vági 19. desember.
Hvørt rognkelsi kostar 15 krónur,
so talan er um stórar íløgur. Men rigg-
ar tað, so er talan kortini um ein góð-
an handil.
Í Føroyum eru ongin neyv, almenn
tøl fyri, hvat kemiska avlúsingin í ali-
vinnuni kostar, men í vinnuni verð-
ur roknað við, at kostnaðurin er á
leið hin sami sum í Noregi. Og har
hevur avlúsingin seinastu árini kost-
að millum eina og tvær krónur fyri
hvørt framleitt kilo av laksi.
Árliga føroyska laksaframleiðslan
er í løtuni umleið 70 milliónir kilo
(70.000 tons), og tað merkir, at bar-
dag in móti lýsnum kostar millum 70
og 140 milliónir krónur um árið, um
ikki verður funnið upp á okkurt nýtt
– sum til dømis at brúka rognkelsi.
Fyri Luna, sum framleiðir 10.000
tons um árið, kostar vanliga av lús-
ingin 10-20 milliónir krónur um ár ið,
um norsku tølini eisini passa í Før-
oy um.
Tað ganga javnt umleið tvær
millión ir laksar í ringunum, og mest
effek tiva avlúsingin við rognkelsum
fæst, tá eitt rognkelsi er fyri hvørjar
tíggju laksar. Tað merkir, at Luna skal
brúka eini 200.000 rognkelsi um árið.
Kost nað urin er 15 krónur stykkið, so
ár ligi kostnaðurin verður tríggjar
millión ir krónur. Men tað er minni
enn ein triðingur av, hvat avlúsingin
kost ar, um bara avlúsingarevni verða
brúkt.
Størri smolt
Sjálvt um nógv bendir á, at rognkelsi
er eitt gott alternativ til kemisk av lús-
ingarevni, so ásannar Bogi Jacob sen,
at tað ikki er ein loysn, ið einsa møll
megnar at standa lívsseigu laksa lýs-
num kurl.
Og her kemur stóra útbyggingin
av smoltstøðini hjá Luna á Fútakletti
á Vág oynni inn í myndina. Her er
fram leiðslukapasiteturin øktur mun-
andi við eini útbygging fyri umleið 60
milliónir krónur. Henda útbyggingin
er júst liðug og fyrstu ynglini eru sett
út í kørini í nýggju, stóru høllini.
Eitt høvuðsendamál við hesi út-
bygg ing ini er at fáa møguleika fyri
at lata smoltið vaksa longri í kørum
á landi, áðrenn tey verða sett út í
alibrúkini. Tað hevur í øllum førum
tveir greiðar fyrimunir við sær –
framleiðslan kann økjast uttan at
økja talið og vavið av sjóaliøkjum, og
sam stundis verður fiskurin minni
ábær ur fyri lúsavøkstri. Tí fiskurin
skal ganga í styttri tíð á sjónum, enn
tá smærri smolt verða sett út, og tá
laksa lús brúkar tíð at byggja seg upp
og menna seg sum stovn, merkir tað,
at hon ikki fær so góða tíð at fáa fótin
fyri seg, sum tá fiskurin skal ganga í
út við tvey ár í ringunum.
- Vit miðja ímóti, at vektin verður
600 gramm, áðrenn smoltið fer á
sjógv. Tá skal tað bara ganga eitt ár
í ali brúkinum, áðrenn tað er komið
upp á umleið seks kilo og klárt at
taka, og vit vóna, at hetta saman við
rogn kelsunum fer at halda lúsatølini
und ir markvirðinum. Í øllum førum
eiga vit við hesum at kunna avmarka
kem isku avlúsingina munandi, sigur
Bogi Jacobsen.
Framleiðslan økist
Tá alingin í Føroyum tók seg upp í
1980-árunum, var vanligt, at smoltini
vórðu sett út, tá tey bara vigaðu um-
leið 40 gramm. Seinastu árini hevur
miðal vektin á smoltunum verið um-
leið 120 gramm, og tað er nústani nú,
at alifyritøkurnar miðvíst eru farnar
at lata smoltini vaksa seg enn størri.
T il dømis fer Luna í næsta mán-
aða at seta smolt, ið viga millum 300
og 500 gramm út í alibrúkið í Vest-
manna, og longu næsta ár verður
standard vektin 600 gramm.
Talan er um stórar íløgur á landi,
men hjá Luna meta teir íløguna vera
góða, tí við at seta so stór smolt út,
sum kunnu takast aftur longu eftir
ein um ári og sendast á marknaðin,
ber til at økja framleiðsluna við einari
helvt, um alt gongur til vildar.
Her í nýggju høllini hjá Luna omanfyri Fútaklett
á Vágoynni skal laksaynglið vaksa seg til 600
gramm stór smolt, áðrenn tey verða sett út