Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 16 tema Lúsakríggj Umfatandi lúsagransking á Fiskaaling Ingolf S. Olsen – PRESS E isini á Fiskaaling, ið hevur høvuðs­sæti við Áir í Sunda­ lagnum, halda tey laksa­ lúsina vera tí størstu avbjóð­ ingina í alivinnuni í løtuni. Og tað er eisini orsøkin til, at ikki færri enn átta ymiskar verkætlanir viðvíkjandi laksalús í løtuni eru í gongd í almennu fyritøkuni, sum burturav fæst við aling – bæði við gransking, framleiðslu og sum tæn­ astu­veitari til privatu alifyri­tøkur­nar. Lúsaverkætlanirnar eru fjøl­tátt­ aðar. Ein snýr seg um aling á opnum havi, at kanna, um trupulleikin við lús er minni har. Tvær verkætlanir snúgva seg um at finna veikleikar í lýsnum, so setast kann inn á hesar veikleikar við rætta heiliváginum. Tvær snúgva seg um at kanna, hvussu laksalúsin spjaðir seg. Ein snýr seg um at kanna og kortleggja ymisk ítøkilig mátitøl – parametrar – á aliøkjunum fyri at finna munir í smittu­trýst­inum. Ein snýr seg um at gera myndlar. Og so er tað royndarverkætlanin við rognkelsum. Tekniskt brek Kristian Petersen, stjóri á Fiskaaling, viðgongur uttan himpr, at tey hava havt stórar trupulleikar við hesi verkætlanini, og hann skilir væl, at alarar halda tað ganga ov seint, og at alifyritøkan Luna ikki hevði tol at bíða, men fór til Íslands eftir sínum rognkelsum. – Um alt hevði gingið sum ætlað, so høvdu vit havt selt tey fyrstu rogn­kelsini fyri tveimum árum síðani, men vit hava havt nógvar tekniskar trupul­leikar, millum annað við vatn­góðsk­uni,, og vit hava mugað gjørt stórar íløgur í at reinsa sjógv. Men nú sær út til, at tað riggar, í apríl vænta vit at fyrstu rogn­kelsini verða seld, og er málið við royndar­verk­ætlan­ini at koma uppá 300.000 - 400.000 fiskar, sigur hann. Stjórin hevur als ikki fortreð av, at alifyritøkur sjálvar fara í gongd og gera royndir, tá tær halda almennu granskingina ganga ov seint. Tað sær út til at fungera, men tað eru tó ikki øll rognkelsini, ið eta laksalús – umleið ein trið­ ingur av teimum dáma lýsnar « Ikki færri enn átta ymiskar granskingarverk­ ætlanir viðvíkjandi laksalús eru í gongd á Fiska­ aling. Royndarframleiðslan av rognkelsum hevur havt eina tunga byrjan, men í summar verða tey fyrstu latin alifyritøkunum, væntar stjórin Rognkelsi verður upp í góðar 60 cm. Honirnar eru væl størri enn hannarnir Myndir: Álvur Haraldsen