hósdagur 26. februar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
17
»Um alt hevði gingið sum ætlað, so høvdu vit havt
selt tey fyrstu rognkelsini fyri tveimum árum síðani,
men vit hava havt nógvar tekniskar trupulleikar,
millum annað við vatngóðskuni, og hava vit verið
noydd til at framt stórar íløgur í at reinsa sjógv.
Men nú sær út til, at tað riggar, og í apríl
vænta vit at verða klár at selja
tey fyrstu rognkelsini«
– Eg havi onki ímóti, at vinnan
sjálv fer í sving. Laksalúsin er tann
hóttanin, sum hon nú einaferð er,
so tað er væl skiljandi uppá allar
mátar, at alararnir vilja hava ferð á.
Tað hevur gingið illa hjá okkum, tað
er púra sannheit. Talan er um ein
royndarverkætlan, har vit byrja at
framleiða eitt fiskaslag, ið vit einki
kendu til, og tá má ein rokna við, at
snávingarsteinar eru á vegnum. Nú
hava vit fingið ta vitanina, ið gerð tað
møguligt at ala rognkelsi í Føroyum,
sigur Kristian Petersen.
Ein triðingur etur
Royndirnar at lata rognkelsi ganga
saman við lúsafongdum laksi hava
hinvegin gingið væl. Tey hava gjørt
hesar royndir í trimum kørum á
royndarstøðini, sum Fiskaaling
hevur í Nesvík, og Kirstin Eliasen,
lívfrøðingur og samskipari av
lúsateljingunum á Fiskaaling, er væl
nøgd.
– Tað sær út til at fungera, men
tað eru tó ikki øll rognkelsini, ið eta
laksalús – umleið ein triðingur av
teimum dáma lýsnar. Tað er fínt, men
vit royna sjálvandi at kanna, hví so
er, so vit við møguligum kynbótar
arbeiði kanska kunnu fáa lutfallið
longur upp, sigur hon.
Tó at trupulleikar hava verið
við rognkelsunum, so vísir Kirstin
Eliasen á, at granskingin hjá Fiska
aling hevur fingið nógva og slóð
brótandi vitan til vega um nógv
viðurskifti innan alingina, ikki minst
laksalúsina.
Finna rekandi lýs
– Við áhaldandi gransking eru vit í
dag komin at kenna lívfrøðina hjá
lúsini betur. Millum annað vita vit, at
hon eitt skeið av lívinum livir uttan
vert og bara fer við rákinum. Tá eru
tær sera ringar at finna, men her hava
okkara granskarar tikið øll á bóli við
at finna ein hátt, so lýsnar kortini
kunnu finnast í sjónum. Tað kann
hava stóran týdning at vita, hvar
stórar konsentrasjónir av rekandi
lús eru.
– Man hevur eisini funnið út av,
at vindur hevur nógv meira at siga,
enn man helt, tí rekandi lýsnar eru
uppi í sjónum og fara við ovasta
vatnlagnum við vindinum. Í Noregi
brúka teir eitt skjúrt rundan um
aliringin, fyri at rekandi lýsnar ikki
skulu sleppa inn. Tað er eisini roynt
á onkrum føroyskum alibrúki, veit eg,
men viðurskiftini eru ikki heilt tey
somu her, tí tá ógvusligur vindur er,
verða lýsnar blandaðar djúpri niður
í sjógvin.
– Júst hetta, at lúsin rekur frítt í
nakrar dagar beint eftir kleking, ger,
at summi øki kunnu vera betri vard
enn onnur. Stuttir firðir, sum liggja
út til opið hav – til dømis Vestmanna,
Fuglafjørður og Oyndarfjørður – eru
væl fyri í so máta. Tí tess styttri tað er
til streymasjógv, tess skjótari verður
sjógvurin skiftur út. Tað merkir at
ein størri partur av nýklæktu lýsnum
reka burtur úr aliøkinum, áðrenn tær
koma til tað stigið, tá tær vilja finna
sær ein vert, greiðir Kirstin Eliasen
frá.
Telja lýs
Lúsaarbeiðið hjá Fiskaaling er býtt
í tveir partar, gransking og tænasta.
Tí almenna fyritøkan hevur, síðani
laksateljingin varð lógarkravd í 2009,
talt lýs fyri allar tær føroysku alifyri
tøkurnar. Tað verður gjørt aðru hvørja
viku á hvørjum tí einasta alibrúki, og
sjálvt um lógin heimiðlar, at tað ein
part av árinum bara verður talt eina
ferð um mánaðin, so hevur altíð verið
talt aðru hvørja viku kortini.
Alifyritøkurnar rinda fyri lúsa
teljingarnar og fáa tølini at vita – hvør
einstøk alifyritøka fær eisini tølini
fyri allar hinar fyritøkurnar, umframt
at tær eina ferð um mánaðin eru á
lúsafundi á Fiskaaling.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan fær
eisini tølini frá lúsateljingunum, sum
hon skal sambært lógini, og har kann
landsdjóralæknin seta tiltøk í verk,
um hann metir, at lúsastøðan er vorð
in hættislig á einum alibrúki. Tá kann
landsdjóralæknin annaðhvørt útseta
ella nokta nýggjari smoltútseting.
Fakta um Fiskaaling
Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum skal granska, menna
og ráðgeva innan aling og at reka vinnuligt virksemi innan hetta
virksemisøkið. Almenna fyritøkan fær árliga játtað 9,5 milliónir
krónur til gransking, meðan restin av virkseminum verður fíggjað
við inntøkum fyri tænastur og sølu av yngli og rognum. Fiskaaling
selur umleið 70 prosent av ynglinum og rognunum, sum føroysku
smoltstøðirnar keypa. Inntøkurnar hjá Fiskaaling í fjør vóru 26,5
milliónir krónur, tá granskingarjáttanin er tald við. Roknskapurin
er ikki almennur enn, men sambært Kristiani Petersen, stjora, fer
hann at vísa eitt hall. Høvuðssætið hjá Fiskaaling er við Áir, har
stórur partur av granskingini eisini fer fram. Ein royndarstøð er
eisini í Nesvík, og á Lívfiskastøðini í Skopun gongur lívfiskurin.
Umroknað til fulltíðarstøv, arbeiða tilsamans 37 fólk á Fiskaaling,
harav tey 15 eru granskarar. Trý arbeiða í umsitingini.
Kirstin Eliasen, lívfrøðingur
og samskipari av lúsateljing
unum á Fiskaaling.
Visti tú?
Rognkelsi eitur
Cyclopterus lumpus
á latínskum
fakmáli
Kristian Petersen, stjóri.
Myndir: Álvur Haraldsen
Les eisini viðmerking hjá
Birnu Mørkøre, lands
djóralækni, á síðu 29