hósdagur 26. februar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
18
kjak
klumman
Endiliga gevur
Oscar meining
UNESCO listin og skyldan
at varðveita mentanararvin
M
ánanáttina vóru árligu Oscars heiðurs
lønirnar handaðar. Umleið 40 milliónir
hyggjarar úr øllum heiminum settu
seg frammanfyri skíggjan at hyggja
at kjólum, talum og tárum hjá teimum, sum vunnu
tann gylta mannin.
Oftast eru røðurnar ein tøkk til tey, sum hava
hjálpt viðkomandi vinnara upp á pallin – líka frá
barndómi til tey sum seyma klæðini.
Í ár var tað øðrvísi – takk og lov. Kanska onkur
teskaði í oyrað á teimum tilnevndu, at tey, tá tey
standa har á pallinum, hava eina av heimsins størstu
áskoðarfjøldum, og tað er faktiskt heilt ókey at siga
okkurt meiningsfult.
Patricia Arquette vann fyri leiklutin í filminum
»Boyhood«, og tá hon hevði takkað teimum vanligu,
helt hon áfram og segði »Til allar kvinnur, ið hava átt
børn. Til allar skattaborgarar. Vit hava kempað fyri
líka rættindum. Tíðin er komin til, at vit fáa líka løn
fyri allar kvinnur í USA.«
Meryl Streep og Jennifer Lopez reistust úr stólun
um og klappaðu.
Takk sigi eg bara. Ikki tí eg vænti, at Patricia ella
Meryl eru tær, sum venda hvørjum oyra, men líka
løn fyri líka arbeiði er ein sjálvfylgja, og at hoyra tað
frá einari kendari fyrimynd kann kanska fáa eyguni
upp hjá onkrum, sum enn blunda.
Næsta røða, sum vermdi, var røðan hjá høvund
anum Graham Moore, tá hann takkaði fyri Oscarin,
hann vann, fyri bestu søgu í »The imitation game«.
»Eg royndi at beina fyri mær sjálvum, tá eg var
16 ár. Nú standi eg her. Eg vil venda mær til barnið
har úti, sum heldur, at tað ikki passar inn. Tað gert
tú. Halt áfram at vera løgin og øðrvísi, og tá tað er
tín túrur at standa á hesum pallinum før tá sama
boðskap víðari.«
Sum eg elski hesi orðini. Tí hvør heldur, at man
passar inn, tá man er 16 ár, og heimurin er ein
meldur av kenslum og valum? Eg vóni, at nógvir
tannáringar sóu hesa røðuna og duga at taka hana til
sín. Tí tað er júst soleiðis, tað er. Uttan tey løgnu og
øðrvísu børnini, hevði heimurin verið so øgiliga nógv
fátækari.
So eg fegnist um, at eg var uppi mánanáttina.
Oskar fær »væl góðkent« hesuferð – og kjólarnir
vóru, sum vanligt, fantastiskir.
Inna
Törnroos
Gunvør Balle
Í fjør heyst
skipaði
før
oyska UNESCO
nevndin
fyri
kunnandi fundi
um UNESCO
sáttmálar,
heimsarv
og
føroyskan mentanar- og
náttúruarv og um verju av
immateriellum mentanararvi.
Bæði føroyskir og útlendskir
serfrøðingar løgdu fram síni
sjónarmið.
UNESCO sáttmálin er mest
kendur fyri heimsarvslistan,
ið er listi við dømum um
mentanar- og náttúruarv, ið
verða mett at hava so stórt
virði fyri heimin, at serlig
átøk skulu gerast fyri, at hesi
kunnu verða varðveitt fyri
eftirtíðina. Stór virðing er
knýtt at heimsarvslistanum,
og lond leggja stóra orku í
at fáa sítt heimsarvsevni á
listan. Í Norðanlondum eru
kend støð á listanum eitt nú
Þingvellir, Ilulissat ísfjørðurin,
rúnarsteinarnir í Jellinge og
Bryggjan í Bergen. Onnur kend
støð á heimsarvslistanum
eru eitt nú pyramidurnar í
Giza, kinverski múrurin og
Great Barrier Rief í Avstralia.
At eitt land fær mentanar-
ella náttúruarvsevni á listan
hevur stóran týdning fyri
ferðavinnuna, tí ferðafólk
í stórum tali vitja støðini á
heimsarvslistanum. Føroyar
hava onki evni á heimsarvs
listanum, men kunnandi
fundurin var eitt fyrsta stig
til at seta føroyskan heimsarv
á dagsskránna.
Fundurin á Tjóðsavninum
staðfesti, at fyri at søkja um at
koma á listan hjá UNESCO yvir
heimsarv skal eitt umfatandi
og miðvíst arbeiði gerast
heima hjá okkum sjálvum
fyrst. Víst var á dømi um
materiellan og immateriellan
mentanararv, ið kann koma
uppá tal at søkja um. Tá tað
snýr seg um materiellan
mentanar- og náttúruarv vísti
stjórin á Fornminnissavninum
Erland V. Joensen m.a. á, at
mentanarminnini í Kirkjubø,
búsetingin úti á Reyni, Koltur
og Hvalastøðin við Áir kundu
verið sjálvsøgd at arbeitt
víðari við. Tá tað snýr seg um
immateriellan mentanararv
kundi talan t.d. verið um før
oyska dansin og kvæðini og
tann ræsta smakkin.
Visit Faroe Islands hevur
rós uppiborið fyri at hava
strongt á, at fáa gongd á
arbeiðið at lýsa hvat skal
til fyri at koma á listan hjá
UNESCO yvir heimsarv, tí
hetta skumpar undir, at vit
gerast tilvitað um týdningin
av okkara mentanararvi. Sølva
Patursson hevur ótroyttiliga
víst á týdningin av, at fáa
munagóða brimverju fyri
fornminnini í Kirkjubø. Og tess
fleiri bólkar og einstaklingar í
samfelagnum trýsta á, tess
størri vón er fyri, at ein miðvís
og skipað tilgongd at varðveita
fornminnir og mentanararv
verður sett i verk.
Men tað er týðandi at vit
gera okkum greitt, at hetta
arbeiði skal gerast uttan mun
til ferðavinnu og UNESCO
listar. Tað skal gerast, tí vit
sjálvi síggja og skilja tað
neyðuga og virðismikla í
mentanararvinum. Um tað
kann gagna ferðavinnuni at
vit møguleika koma á listan
hjá UNESCO, er tað ein eyka
ágóði, vit bara kunnu gleðast
um. Men tað er sjálv tilgongdin
og viljin vit vísa í verki til
at varðveita fornminni og
mentanarminnini,
sum
er mest týðandi, fyrst og
fremst fyri okkum sjálv. Varð
veitingararbeiðið í Kirkjubø
er dømi um, at arbeitt verður
miðvíst fram ímóti, at ment
anarminnini í Kirkjubø sum
ein heild verða góðkend av
alheimssamfelagnum sum
heimsarvur. Men samstundis
er manglandi raðfesting av
brimverjuni dømi um mis
røkt, ið bókstaviliga máðar
støði undan varðveitingar
arbeiðinum.
Mentanarminni umboða
okkara felags mentanararv,
og tí er tað ein felags skylda
og ábyrgd at varðveita tey
til framtíðar ættarlið. Hesin
mentanararvur skal varðveit
ast við virðing, umhugsni og
teimum bestu kunnleikum
og royndum, ið finnast.. Tí
má varðveiting av mentanar
minnum fáa nógv størri rúmd
og raðfesting enn higartil.
24. februar 2015
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Tað er einki minni enn eitt frambrot, at Koltur framyvir skal umsitast
sum mentamál. Harvið eru fortreytirnar til staðar, at skapa nakað heilt
serstakt og visjonert - fyri okkum sjálv og fyri umheimin. Ein serlig
friðingarskipan, ið bæði umfatar mentanararv og náttúruarv, skal skipa
Koltur sum ein livandi tjóðgarð. Um rætt verður borið at, fer Koltur
at gerast ein kelda til stoltleika, gleði og vitan fyri okkum heimafólk,
skúlaflokkar o.a - eins væl og fyri útlendingar - ferðafólk, granskarar
og listafólk. Vitan um fornar byggisiðir og -búsetingar, velting,
jarðarbrúk og um hvussu náttúran sær út, tá hon er ótamd og órørd.