hósdagur 26. februar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
19
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Fram við stálbustini
Øssur Winthereig
fríyrkis journalistur
K
lokkan var júst farin av
eitt mikudagin, tá boðini
sprungu upp í høgra
borði á heimasíðuni
hjá Føroya Rætti undir »Seinasta
nýggja«: Dómur sagdur av Føroya
Rætti 25. februar 2015«.
So var bara at skrolla skjótt
niður í gjøgnum tær 60 síðurnar og
leita eftir setninginum ”Thi kendes
for ret!”
Og har stóð tað púra greitt, at
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður,
fekk rætt í øll sínum pástandum
móti Kringvarpinum og Portal.fo.
Og har sat eg á redaksjónini í kring
varpshúsunum í Sortudíki, tí eg
fýra tímar seinni – sum avloysari
– skuldi í studio við eini sending um
– júst henda dómin.
Inni á Facebook, sum hevur átikið
sær leiklutin, sum fimta statsvald
og hvørt sekund umboðar fólka
havið í landinum, sprungu við
merkingar upp um, at dómsvaldið
var í hondunum á Jørgen ella at
nú var endaliga prógvað, at Jørgen
ikki hevði gjørt nakað galið, ella at
nú var prógvað, at kringvarpið var
andstøðumiðil.
Tann mánadagin, tá fyrsti rættar
fundur var hildin, fór eg ein túr inn
í Føroya Rætt.
Har sótu tey fýra umboðini fyri
pressuna við eitt borð til vinstru við
sínum verjum, og til høgru í rættar
salinum vóru Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður, og Christan
Andreasen, verji hansara. Jørgen sat
og Christian stóð uppi og blaðaði í
ringbindum og greiddi rættinum frá
teimum setningum, sum teir vildu
hava rættin at døma deyðar at vera.
Tann morgunin helt eg tað vera
ófrættakent at síggja trý av stats
valdunum trýstroyna hvønn annan.
Annað statsvaldið – tað útinnandi
– triðja statsvaldið – dómstólin – og
tað sonevnda fjórða statsvaldið –
pressuna.
Í mai í fjør var tað fyrsta statsvaldið
– tað lóggevandi – sum við eini
misálitisuppskoti eisini trýstroyndi
valdskipanina.
Í løgtinginum var gandaorðið »álit«
ein partur av sjálvari løgtings
viðgerðini. Spurningurin var um
løgtingið hevði álit á landsstýris
manninum. Í uppskotinum frá
tjóðveldi, javnaðarflokkinum,
framsókn og sjálvstýrisflokkinum
var eitt nú sagt, at álitið á politisku
skipanina og rættarfatanina verður
máað burtur, um hetta ikki fær
avleiðingar og ábyrgd at staðfesta.
17 av 33 tingfólkum høvdu fram
haldandi álit á landsstýrismann
inum – 16 høvdu ikki.
Føroya Rættur átti so tørn og skuldi
taka støðu til um tað var rætt, at
Jørgen Niclasen ikki hevði álit á tí,
sum kringvarpið hevði borið fram
um tollmálið um árskiftið 2013-2014.
Jørgen Niclasen hevði í fyrsta
lagi funnið 50 brot í tíðindasend
ingum og øðrum sendingum, sum
hann helt vóru ærumeiðandi fyri
seg.
Tá til stykkis kom, stóðu 18 brot
eftir.
Og á síðu 59 eftir »Thi kendes
for ret«, stóð, at Jørgen hevði rætt
í sínum misálitið á kringvarpið og
vær ærumeiddur.
Tey 18 brotini eru nú dømd
deyð at vera, og bæði Kringvarpið
og Sveinur Tróndason, sum tá ar
beiddi á portal.fo, fingu bøtur og
Jørgen skuldi eisini hava endurgjald
teimum.
Og í dag – dagin eftir – gruni eg yvir,
um tað var ófrættakent ella um alt
hetta er eitt tekin um, at vit hava
eitt sunt fólkaræði, har tey fýra
statsvaldini stríðast sítt stríð.
Og at tað er á henda hátt, at enda
ligar reglur verða settar fyri, hvussu
vit gera í okkara fólkaræði. Har
spælireglurnar verða teknaðar og
endaliga rættvísið verður høgt í
grót.
Í fyrsta lagi nakrar gerðir hjá
einum landsstýrismanni í fíggjar
málum, í øðrum lagi ein journal
istisk viðgerð av gerðunum, síðani
politisk viðgerð og so dómstólurin,
sum setur alt upp á pláss.
Og so aftur pressan og so Face
book sum hvør í sínum lag aftur
viðgera tað, sum hendi í Føroya
Rætti.
Um hetta er mátin, sum vit finna
fram til okkara slag av rættvísi, so
skal álitið millum allar hesar partar
(Facebook undantikið!) verða høgt
í grót.
Og tað er tað ikki!
Onki tykist longur vera høgt í
grót.
Jú, tað er eitt sindur ófrættakent,
tá fyrstu viðmerkingar eftir ein
slíkan dóm eru, at dómarin er í
lummanum í Jørgen ella at kring
varpið er í lummanum á politisku
andstøðuni ella at løgtingið ikki
tænir fólkinum.
Álit merkir ikki at renna sum
flongdur hundur undan hvørjum
øðrum, men álit merkir, at vit hava
hvør okkara leiklut og verða vird
fyri at fylla innihald í leiklutin.
Onkursvegna mugu vit avgera,
um vit vilja hava eitt samfelag, har
vit hava álit á øllum hesum valdum,
til vit finna onkran annan máta at
skipa okkum.
Í løtuni kann tað tykjast, sum
vit skiftast um at undirgrava álitið
á valdini.
Um fýra tímar skuldi radarin í luft
ina við viðmerkingum og tankum
um, hvørjar avleiðingar hetta fór
at fáa ella skuldi hava, at sonevnda
fjórða statsvaldið fekk ein lúsing frá
dómsvaldinum. Fjórða statsvaldið
skuldi til arbeiðis.
Tað hevur staðið høgt í grót, at øll
fýra statsvaldini hava sínar leiklutir,
og álit eigur av vera millum tey,
men hesin orðini tykjast vera
mosagrógvin.
Eg haldi, at vit skulu fara eftir
stálbustini og busta mosan av
bókstavunum, so teir aftur standa
klárir.
Avleiðingin nú skal vera, at
vit tora at síggja, hvussu stóran
týdning tað hevur at hava eitt
fjórða statsvald, sum ger sítt arbeiði,
og trýstroynir valdið – tað er ein av
týdningarmestu uppgávunum hjá
pressuni.
Samstundis mugu vit ásanna,
at tað hevur eisini týdning at hava
álit á tí drátti, sum er millum øll
statsvaldini.
Størstu vandarnir beint nú eru, at
leikluturin hjá fjórða statsvaldinum
verður broyttur til krúpandi lifr
fyri hinum trimum statsvaldunum,
og at fimta statsvaldið tekur yvir,
og talið av »like« verður avgerandi
leiðstjørnan.
» Tað hevur staðið høgt í grót, at øll fýra
statsvaldini hava sínar leiklutir og álit eigur at
vera millum tey, men hesi orðini tykjast vera
mosagrógvin. Eg haldi, at vit skulu fara eftir
stálbustini og busta mosan av stavunum, so
teir aftur standa klárir. «