Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 49

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 10 l 2. mars 2015 9 vikutema Sjóvinna Vilmund Jacobsen Leygardagin 21. februar varð Thor Magni – tað fyrsta av fýra nýggjum skip­um, sum reiðaríið Thor í Hósvík hevur bílagt úr Turkalandi – flotaður og doyptur á skipasmiðjuni Besiktas, sum liggur uttan fyri Istambul. Umboð fyri skipasmiðjuna, reiða­ ríið, fíggingar-og tøkniligar stovnar og seismikkfelagið PSG vóru við til há­ tíðarløtuna. Sambært oljan.fo eru tað lang­tíðar­avtalur við PSG, ið gera tað møgu­ligt hjá Thor at lata hesi nýggju skip byggja fyri einar 600 miljónir krónur. Tá Thor Magni fer til verka fyri PSG verða níggju mans umborð, har­ av fimm føroyingar, tveir filipinar og ein bulgari. Teir fimm, sum arbeiða á brúnni og í maskinrúminum, eru allir før­oyingar. Skipari á Thor Magna verður Fríði Danberg. Oljan.fo veit at siga, at nógv varð gjørt burtur úr navngevingini. Reyða teppið varð lagt á bryggjuna, og Merk­ið veittraði millum turkiska, norska og amerikanska flaggið, og tjóð­sang­irnir vórðu spældir. Tað var japanska konan hjá Per Gulklett, sum er ein av eigarunum, Ayami Gulklett, sum gav skipinum navnið Thor Magni. Nýggju Thor-skipini eru serútgjørd til at arbeiða fyri seismikskip og at vera teimum til handa í nærum øll­ um. Thor Magni stendur í 150 miljónum krónum, nú hann er liðugur, og kom­ andi systurskipini verða øll liðug í hes­um árinum. Tá fer samlaða íløgan í tey fýra skipini at vera umleið 600 miljónir krónur. Nú verður riggað til at fara fyrsta túrin, og fyrst verður farið til Hálands eftir olju. Haðani gongur leiðin hjá Thor Magna og manning inn á norska landgrunnin. Møguleiki er fyri, at skipið fer til Kanada longu í mai, har stórur eftir­spurningur er eftir tænastum í seismik­vinnuni. Fýra skip fyri 600 miljónir Nýggjasta skipið hjá reiðarínum Thor í Hósvík, Thor Magni, stendur í 150 miljónum krónum, nú skipið er liðugt. Tey næstu systurskipini - trý í tali - verða øll liðug í hesum árinum. Tá fer samlaða íløgan í tey fýra skipini, sum Thor letur byggja í Turkalandi, at vera umleið 600 miljónir krónur Myndirnar eru tiknar, tá Thor Magni varð doyptur í Besiktas í Turkalandi næst seinasta leygardag Myndir: Jan Müller/oljan.fo