Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 10 l 2. mars 2015 10 Sjóvinna vikutema Vilmund Jacobsen KJ Hydraulik á Kambsdali hevur sein­ asta árið havt úr at gera við at byggja alibátar til føroysku alivinnuna. Síðan byrjanina av undanfarna ári hevur fyritøkan bygt ikki færr enn seks bátar, harav báturin, sum nú er latin Marine Harvest Føroyar, er hin seinasti í hesi røðini. Í fleiri ár hevur KJ havt samstarv við skipasmiðju í Letlandi, sum hev­ur bygt skrokkarnar til bátarnar. Skrokk­ arnir við dekki, húsi og mastur koma tómir úr Letlandi, og síðan verður alt arbeiði og allar instalatiónir gjørdar í Føroyum. Í Føroyum verða bátarnir sand­ blástir og málaðir og motorar, krani og koppar umframt nautisk útgerð verður alt instalerað í Føroyum. Alt hetta arbeiði tekur - um alt gongur væl - einar 10-12 vikur, og tá er báturin klárur til levering. Seks bátar Tað var alifyritøkan Luna, sum fekk tann fyrsta alibátin í 2014, Bakka­ frost hevur fingið fýra, og at enda eigur Marine Harvest Føroyar henda seinasta bátin, ið hevur fingið navnið Rinkusteinur. KJ Hydraulik hevur soleiðis smíð­ að alibátar í eitt ár fyri einar 30-35 miljónir krónur. Í sínari tíð vórðu tilsamans 17 bát­ar bygdir á Eiði, og síðan hevur KJ Hydrau­lik nú bygt 21 bátar aftrat. Áhugi er eisini fyri alibátum og ali­ ringum hjá KJ uttanlands, og herfyri fekk veitarin á Kambsdali sáttmála við alifelag í Hetlandi um ein stóran alibát, sum skal leverast í apríl. Tekur 10-12 vikur at byggja ein alibát Marine Harvest Føroyar fingið ein nýggjan alibát Rinkusteinur, sum báturin kallast, skal brúkast í alivirkseminum hjá Marine Harvest Føroyar á Oyndarfirði Vilmund Jacobsen Seinnapartin týsdagin 24. februar stevndi snotiliga farið - Rinkusteinur - inn á Oyndarfjørð. Tvíkiljan, sum KJ Hydraulik hevur bygt, er uppkallað eftir tveimum víkingaskipum, sum herjaðu oyggjarnar í gomlum døgum. Hesi víkingaskip komu til Oyndar­ fjarðar eftir at hava herjað og rænt í Fuglafirði og aðrastaðni í Eysturoy. Tá skipini vóru komin inn um býl­ing­ in í Víkum í Oyndarfirði, kom kellingin Gabriella uttar, sá skipini og gandaði tey um til tveir stórar steinar. Kellingin dømdi tey at standa har og rinka í allar ævir. Klettarnir kallast Rinkusteinar og eru kendir víða um. Stórur alibátur Rinkusteinur er 14 metrar langur, 7 metrar breiður og er 25,9 BRT. Hetta er størsti alibáturin, sum KJ Hydraulik byggir. Báturin hevur tveir motorar av merk­inum Iveco NEF 450 420 HK. Kranin er ein Palfinger PK 40002 og lyftir 2,2 tons á 13,8 metrum. Hjá Marine Harvest Føroyar verður sagt, at Rinkusteinur skal brúkast í alingini á Oyndarfirði. – Vit ynskja Steffani, Sólbirna, Fjalar og Johnny tillukku við bátinum, góða eydnu og hepni, siga tey hjá alifyritøkuni.± Rinkusteinur er hin størsti alibáturin, sum KJ Hydraulik hevur í sínum konsepti. Hann er 14 metrar langur, sjey metrar breiður og er merktur 25,9 BRT Frá tí, at skrokkurin til ein alibát kemur úr Letlandi, tekur tað umleið 10-12 vikur at gera bátin kláran til arbeiðsbrúk