Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 51

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 10 l 2. mars 2015 11 Sjóvinna vikutema NORWEGIAN ACCREDITATION MSYS 002 ISO 9001/ISO 14001/OHSAS 18001 CERTIFIED COMPANY NORWEGIAN Qualified Achilles JQS Bryggjan 5 420 Hósvík Tel 422503 www.thor.fo Søgnin um Tórð úr norðurlendsku gudalæruni hevur lagt navn til reiðarafyritøkuna THOR í Hósvík, sum í løtuni letur fýra nýggj skip byggja í Turkalandi. Nøvnini á skipunum taka eisini støði í søgnini, og í tráð við sjálvsøgdu javnstøðurættindini hava tvey teirra fingið mannfólkanøvn og tvey konufólkanøvn. Skipini eita Thor Magni, Thor Móði, Thor Frigg og Thor Froya. Navnið á reiðarafyritøkuni í Hósvik, THOR, er sjálvandi ikki tilvildarliga valt, tí bygdanavnið stavar frá navninum, Tórs vík, eftir sterka norrøna torugudinum, Tórði. Somuleiðis er høv­ uðs staður okkara, Tórshavn, nevndur eftir áðurnevnda. Norðurlendska søgnin hevur røtur langt aftur í tíðina, men verð­ ur oftani sett í samband við víkingatíðina. Tórður var sera væl um tóktur í víkingatíðini. Serliga í strandalondunum vestanfyri. Hetta sæst millum annað aftur á mongu fornlutunum, sum av­ mynda stríðshamara hansara, Mjølnir. Navnið Tórður, ið er at síggja á ymsum sniðum, kemur fyri nógvastaðni. Bæði sum fólka navn, staðarnavn og vikudagur. Tað er sniðið, Hóri, ið er upprunin til navnið, Hósdag. Sunnanfjørðs eitur dagurin sum kunnugt Tórsdagur. Hósvík, har reiðaríið hevur heimstað, merk ir sostatt víkin hjá Tórði. Nú tey fýra nýggju skipini verða partur av flotanum hjá THOR , hevur reiðaríið gjørt av at geva teimum nøvn úr sama sagnarheimi. Tað varð hildið at vera rættiliga upplagt, at tvey teirra skuldu hava nøvn eftir synunum hjá Tórði, Magna og Móða. Og í hesum javnstøðutíðum er tað sjálvandi hóskandi at navngeva hini bæði skipini eftir teimum báðum fremstu norrønu gudinnunum, Froyu og Frigg. Nøvnini verða kortini nýtt í ensku sniðunum, og skipini koma sostatt at eita Thor Magni, Thor Modi, Thor Frigg og Thor Freyja. Magni merkir “hin sterki” og Móði “hin vreiði”. Froya, sum oftani verður sett í samband við fruktbæri, gróður og ást, verður søgd at vera hin vakrasta av kvinnum og eisini tann, ið lærdi æsir gand. Frigg verður lýst sum mamma og kona og er eisini sett í samband við fruktbæri og barnsburð. Fíggjadagur er kallaður upp eftir Frigg, og báðar guðinnurnar hava verið høgt í metum í germanska heiminum. Tað fyrsta av nýggju veitingarskipunum hjá THOR varð givið eig arunum í februar mánaði og hini skipini fara í vinnu seinni í árinum. Sí annars www.thor.fo Vinarliga P/F THOR Hósvík NORRØN nøvn til nýggj skip NiNG - Tel 215 315