Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 10 l 2. mars 2015 12 Sjóvinna vikutema Vilmund Jacobsen – Eftir fyrireikingar í eina tíð, eru vit nú klárir at bjóða okkum fram sum ein seriøsur, álítandi og tryggur veit­ ari til alt innan hvs. Tað siga teir á maskinverkstaðnum Áway í Norðragøtu, sum brøðurnir, Álv­ ur og Tollakur Joensen, eiga og reka. – Seinastu fýra árini hava vit havt mest fokus á maskinsmíð, veit­ ing­ar til skip, sølu og viðlíkahald av truckum, kranun, umframt viðlíkahald av alskins slagi innan maskinsmíð. Áway vísir á, at hvs hevur verið partur av virkseminum, men mest í nær­umhvørvinum. – Nú økja vit um hetta virksemi og bjóða okkum at veita alt innan hvs kring alt landið. Áway hevur sett roynt fólk at taka sær av hvs-virkseminum hjá maskin­ verk­staðnum í Norðragøtu. Goymslan er eisini dagførd, og fyritøkan fer at liggja inni við øllum vanligum lutum til egið brúk í fyritøkuni - og til sølu. Áway hevur gott samstarv við dugnaligar veitarar til bæði stórt og smátt innan hvs. – Vit leggja stóran dent á at veita viðskiftafólki eina góða og tíðarhóskandi veiting, siga teir hjá Áway í Norðragøtu. Samdøgurtænasta Skipavinnan, alivinnan og fiska­virkis­ vinnan í økinum hava nógvar ring­ virkningar við sær. – Hetta kemur eisini okkum til góðar. Vit hava eitt góð samstørv við aðrar veitarar, tá ræður um arbeiðir um­borð á skipum. Áway hevur eisini samdøgur­tæn­ astu til vinnuna, og hetta er neyðugt, tá arbeitt verður nógv umborð á skip­um og bátum. – Nógv av tí, sum vit gera umborð á skipum, fellur uttan fyri vanliga verkstaðstíð. Vit eru tøkir, tá skipini eru inni - líka mikið, nær á samdøgninum tað er, siga teir hjá Áway í Norðragøtu. Áway veitingar á landi og sjógvi MEST hevur nú gjørt avtalu við Rolls Royce MEST umboðar nú Rolls Royce í Føroyum innan ymiska útgerð, eitt nú kranar, spøl og skrúvuútgerð Vilmund Jacobsen Skipasmiðjan MEST hevur umboðað Bratt­vaag trolspøl í 25 ár, og roynd­ irnar við hesum spølum hjá føroyska skipa­flotanum hava verið sera góðar øll árini. Tá navnframa fyritøkan Rolls Royce Marine fyri nøkrum árum síðan keypti norsku fyritøkuna Brattvaag, varð í heyst gjørt av at víðka um samstarvið við MEST. Um somu tíð keypti Rolls Royce eisini norsku fyritøkuna, sum fram­ leið­ir ABAS ODIM-kranarnar, sum eru kendir kring allan heim. Avtalan varð undirskrivað millum Rolls Royce og MEST í fjør heyst um sam­starv á sjóvinnuøkinum. Avtalan fevnir millum annað um Bratt­vaag-spøl, Liaan-skrúvur, Ul­ stein-skrúvuútgerð, Tennfjord-stýri­ maskinur, Rauma-spøl og Rolls Royce-kranar (fyrr kend sum ABAS ODIM). Long livitíð - lágir kostnaðir Fyri føroyska flotan kemur avtalan væl við av tí, at nú er møguligt at fáa útgerð, sum veruliga er í heims­flokki til eitt betri tænastu- og kostnaðar­ støði. Rolls Royce-kranarnir (fyrr ABAS ODIM) eru umborð á skipum á øllum heim­sins høvum. Valt varð at keypa hesar norsku kranarnar av tí, at teir hóska væl inn í vøruútboðið hjá Rolls Royce, sum umboðar hægstu góðsku. Kranarnir eru kendir fyri langa livitíð og lágar kostnaðir til viðlíkahald. Menningin av kranunum hevur frá byrjan lagt seg eftir at brúka lætt og haldført tilfar, bæði hvat viðvíkur stáli, hydraulikki og elektrónisku útgerðini. Serkranar til flotan Rolls Royce-kranarnir eru alsamt vorð­nir mentir í tøttum samstarvi við vinn­una seinastu 50 árini, og eru í dag í fremstu røð innan fiskiflotan og hava somuleiðis eina sterka støðu innan offshore-økið. Kranarnir fevna um MOB-kranar og vanligar dekskranar umframt eina røð av serkranum, eitt nú serkranar til uppisjóvarflotan og offshore flotan. Tænastur og eykalutir er ein partur av vanliga tænastukervinum kring allan heimin. Tó er umráðandi, at tey, ið vara av í nærumhvørvinum, veita eina nøktandi røkt. MEST varð fyri stuttum góðkend av Arbeiðseftirlitinum at góðkenna kranar av øllum sløgum. Við nýggju avtaluni koma MEST- starvsfólk eisini á viðkomandi skeið hjá Rolls Royce. Hetta fyri at bjóða viðskiftafólki eitt so gott viðlíkahalds- og umvælingarstøði sum gjørligt. Harumframt er ætlanin javnan at skipa fyri skeiðum og fyrilestrum fyri maskinmonnum hjá viðskiftafeløgum í Føroyum fyri at tryggja eina so góða røkt av útgerðini sum gjørligt. Øll nútímans útgerð Kranarnir kunnu bjóðast í mun til tørvin hjá brúkaranum og verða bjóð­ aðir við allari nútímans útgerð. Eisini er møguligt at byggja omaná verandi útgerð við eykaútgerð, um tørvur er á hesum. Aðaltátturin er at gera arbeiði hjá føroysku vinnuni so lætt og skjótt sum møguligt. – Nógv av tí, sum vit gera umborð á skipum, fellur uttan fyri vanliga verkstaðstíð. Vit eru tøkir, tá skipini eru inni - líka mikið, nær á samdøgninum tað er, siga teir hjá Áway í Norðragøtu, sum nú eisini ger meira burtur úr hvs-virkseminum Bogi Kirke, innkeypsleiðari hjá MEST Mynd: Álvur Haraldsen