Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 128 - 8. juli 2004 Nr. 128 - 8. juli 2004 25 NÓG VAKSIN AT FLYTA HEIMANIFRÁ Eg eri ein sera fittur kettlingur, sum eri reinligur og dugi at eta og leppa. Mær dámar væl at spæla, men mamma tímir ikki at spæla við meg longur. Ring á tlf. 311033/227767 3 FITTIR HUNDAHVØLPAR Kunnu latast til djóravin. Verða ikki stórir. Tlf. 258668 Lív KETTLINGAR Tveir sera fittir kettlingar verða lætnir djóravini. Ein er svartur og hin er svartur og hvítur. Báðir eru kettur. Ring 254315 FITTIR HUNDAHVØLPAR 1 hundur og 2 tíkar kunnu fáast við at ringja tlf. 503560 ella 756819 ÍSLENDSKT ROSS 5 ára gamalt íslendskt ross, við góðari ættartalvu, til sølu. Tlf. 315797/507303 HUNDAHVØLPAR fáast við at avheinta teir. Verða bert latnir til djóravin. Tlf. 211600 Húsarhaldstól YNSKIST Eimhetta ynskist. Tlf. 312539 KØLISKÁP TIL SØLU Eitt fimm ára gamalt Zanussi ZFT 155 køliskáp til sølu fyri 1200 kr. Tað er í sera góðum standi. Tlf. 318024 FRYSTIBOKS TIL SØLU Merki: Gram, árg. 2000, Ltf. 414. Prísur 2.000 kr. Tlf. 216469 TIL SØLU VEGNA FLYTING Frystiboks (Vestfrost) , sum nýggj. Mál 73x61x81cm. Kr. 1000. Tlf. 372703 TIL SØLU Whirlpool køliskáp, uml. 1,33 m høgt. Bert 3 ára gamalt, fæst bíliga. Tlf. 583388 EL-KOMFÝRUR Whirlpool el-komfýrur til sølu, lítið brúktur, sum nýggjur. Nýprísur kr 4.500, til sølu fyri kr 2000,- Tlf. 263146 Innbúgv TIL SØLU Dupult sovisofa 1.500 kr. og sofaborð 300 kr. Tlf. 581378 TIL SØLU 8 lyklaklárar innhurðar, eru brúktar. Hædd 2,10m. Breidd 80 cm. Tlf. 373091 SOVISOFA OG SOFABORÐ Vanlig sovisofa, 1.500,- kr. og eitt sofaborð, 300,- kr., vælegnað til ungdómskamar ella gestakamar. Tlf. 581378 KLÆDNASKÁP TIL SØLU Klædnaskáp – loft til gólv – við dragihurðum 123 cm. br. til sølu fyri 500,- kr. Tlf. 210554 TIL SØLU Ljósagrønt baðikar 160 x 70 og vask v/ soylu til sølu fyri 350 kr. Tlf. 444307 SKENKUR TIL SØLU Myrkt træ. Lítið brúktur. Nýprísur kr. 5.400 - selist fyri kr. 2.000 Ring 225100 TIL SØLU Lúta stovuborð + 6 stólar, sofaborð, skenkur + spegl, song, náttborð + skáp, sofasett og antikt klaver. Tlf. 228266 STOVUMØBLAR TIL SØLU 6 pers. svørt leðurhornasofa og 1 sofaborð við marmorplátu, selist samlað fyri kr. 2.500. 2 svartir leðurlenistólar v/skamli, kr. 600 stk. Møblarnir eru brúktir, men í góðum standi. Ring 225100 KIRSUBER REOLVEGGUR v/eyka tilhoyri til sølu fyri 5.000 kr. Nýprísur 9.000 kr. Ring Tlf. 211745 BOX MADRASSA Ein 140 x 200 box madrassa v/beinum til sølu fyri 500 kr. Ring á tlf. 269198 Matur TIL SØLU Saltað grind og spik til sølu. Tlf. 332342/224877 Pløgg TIL SØLU Myrkablá mannfólkatroyggja, nýggj til sølu, longd 63 cm. ermalongd 45 cm. Tlf. 310992 eftir kl. 18 ella 226025 GRAVIDITETSTØJ (Fra H&M, Benetton, Events) Str. M(38-40) bla. kjole, strømpebukser, bukser, toppe, bluser, køb hele papkassen for 1000,- Ring 322120 eller 522120 YNSKIST Mynstrut troyggja til føroysk klæði stødd 3-4 ár (drong). Tlf. 510860 TIL SØLU Skjúrt til føroyska búnan str. 38-40. Tlf. 509790 TIL SØLU Sera vakrir nýggir beigefarvaðir Buffalo skógvar, opnan hæl, str. 38, til sølu fyri 600,- Tlf. 509790 TIL SØLU Buksir til føroyska búnan til smádrong 4-6 ár. Tlf. 258967 VAKURT blátt hondbroderað silki turriklæði og fyriklæði til smágentu 5-7 ár. Tlf. 258967 TIL SØLU Dreingjahúgva til 1/2-1 ára gamlan drong. Bundin svørt og reyð til føroysk klæði. Kr. 200,- Tlf. 319310 eftir kl. 15 TROYGGJA til føroyska kvinnubúnan stødd 44 og eitt reytt broderað vestastykki stødd ca. 5 ár til sølu. Tlf. 252375 SERA VAKUR Lilly brúðarkjóli str. 38 við tilhoyri, til sølu. Áhugað ringið tlf. 421880 ella 512275 e. kl. 18 Samband EFTERLYSNING Som teenager havde jeg mange pennevenner, bl.a skrev jeg sam- men med pige fra Færøerne, kon- takten gik tabt efter nogle år, men nu synes jeg det kunne være spæn- dende om det ville være muligt at finde fremtil hende igen. Hendes navn er Elsebeth Debess og på postkort der er stemplet december 1962 har hun satstreg under Tors- havn, så formentlig boede hun der, i 1962 har Elsebeth formentlg været ca 12 år, jeg har et billede af hende i spejderuniform (grøn spejder). Jeg hed dengang Mette Hansen og boede i Vesterborg på Lolland. Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn. Bill.mrk. 1870 HVØR EIN FITT og lágvaksin havnadidda vil svara einum 56 ára gomlum bygdafrelli úr Eysturoynni. Ger nú títt besta. Skriva til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn. Bill.mrk. 1868/1 Sjavs SJAVSKAPPING verður í LÍF-húsinum hóskvøldið kl. 18.45. LÍF Súkklur HONDA ATV TIL SØLU 1 ára gomul, prísur 65.000 kr. 4x4 5 gear + bakgear. Hevur elspæl 1.350 kg. Egnar seg væl til bøndar og at reka við, og hevur sleipikrók, koyrir gott og nógva kraft at sleipa við. Tlf. 506553 ER TAÐ NAKAR Sum iegur eina brúkta damusúkklu at selja mær. Tlf. 442067 ella 264267 DREINGJASÚKKLA TIL SØLU Góð brúkt Winther dreingjasúkkla, 3 gear, 8-12 ár, til sølu fyri 1000 kr. Tlf. 315421 TIL SØLU BMW 1100 RS motorsúkkla árg. 94 til sølu. Tlf. 441792 GENTUSÚKKLA TIL SØLU 1 ára gomul vínreyð gentusúkkla 16'' til sølu fyri 900,- kr. Nýprísur 1700,-kr. Er passandi hjá 4-6 ára gomlum børnum. Tlf. 332982 ella 266070 ROCKY MACAW 20" dreingjasúkla, blá og grá við 3 gearum, horvin uttan fyri Vesturgøtu 13 leygardagin 26. juni. Veit nakar um hesa, vinarliga ring 320696 TIL SØLU Yamaha Aerox. Sær gott út og koyrir væl. Til sølu fyri 15.000 kr. Tlf. 510153 SKUTARI TIL SØLU Ein Derby Atlantic skutari til sølu. Um hóskandi boð fæst. Óbrúktur. tlf. 217202, Missiónshúsið í Hvalba MOTORSÚKKLA TIL SØLU Suzuki GSX 400 F, DOCH, árg. 81, í góðum standi til sølu. Tlf. 252623 TIL SØLU VEGNA FLYTING Kondisúkla, keypt í 2004 fyri 2200 kr., nú fyri 1500,- kr. Vinarliga ring 372703 TIL SØLU 3 ára gamalt Yamaha Aerox. Ring Tlf. 264664 HONDA X&R-S Skutari til sølu. Sær sera væl út. Koyrir væl. Hevur koyrt uml. 6.900 km. Er sera væl hildin. Prísur 16.500 kr. Tlf. 315639 ella 253068 SÚKKLA TIL SØLU Ein brúkt Dolphin Moscito súkla við 7 gearum, 4 ára gomul, í góðum standi, til sølu fyri kr. 1.000,00. Egnað til 10-12 ár. Tlf. 315298 ella 218777 DREINGJASÚKKLA YNSKIST Góð brúkt dreingjasúkkla 8-10 ár ynskist bíliga til keyps. Tlf. 448990 Teldur 8 SPØL TIL PLAYSTATION 2 Plus pistol sælges for 1.000 kr. Bl.a. Dino Stalker - Simpsons Pool Academy - Rayman - Jimmy Nevtron m.m. Tlf. 509840 ASUS A2500H FARTELDA ASUS A2500H fartelda til sølu. P4 2.66 Ghz. 512 Mb ram. 60 Gb harddisk. 15” TFT skerm, 5 usb/ 1 firewire (IEEE 1394) innbygt modem, CD-brennara, bluetooth tráleyst, LAN kort, S-video útgang fyri at nevna nøkur ting. Til sølu fyri 9.000,- (Nýprísur 12.500,-) Tlf. 229029 PC-TASKA Rúmlig computara taska, merki Samsonite, á hjólum til sølu. Tlf. 212238 TELDUSPØL TIL SØLU Hitman 2 250 kr. Harry Potter (Hem. Kammer) 250 kr. Lord of the Ring 1 300 kr. Shattered Light 50 kr. Tlf. 457027 ella257527 EURO 2004 Euro 2004 til PS2 til sølu fyri 400,- Tlf. 221310 LUMMATELDA TIL SØLU HP Ipaq lummatelda til sølu. HP Ipaq 4150. 400 Mhz. 64 Mb Ram. Bluetooth. Tráleyst netkort (802.11b). Windows mobile 2003 Premium. Er sera lítið brúkt. Til Sølu fyri 4500. Ring 509696 FARTELDA TIL SØLU HP Pavilion ze4400. Amd Athlon XP 2500+ (2,5 Ghz). 512 MB DDR Ram. 40 GB Hardisk. 15" TFT Skerm64 MB Grafikkort v/ TV-Out. Vanl. Netkort. Tráleyst netkort. K56 Modem. DVD-Rom. CD-Brennara. Diskettudrev. Eyka USB Mús. Firewire. Windows XP ProNorton Antivirus 2004. Microsoft Office 2004 PremiumTeldan er sera vælhildin, verður seld tí at eg havi ikki brúk fyri henni longur, av tí at eg eri liðugur við skúlan.Til sølu fyri 12.000,- Ring 509696 GER KVETTIð! Við at ogna tær eina Fujitsi siemens senic (ca 2 ára gomul). Á telduni eru forrit so sum Windows xp professional, Office 2000, 1,5 Ghz Pentium 4 Pross:40 GB Maxtor Hardiskur, 768 ddr Ram, Readon 9200 seris 128 mb analog og digital Audio/video, Liton cd/dvd r/rw, 17" siemens skíggja, 56 v data fax modemLan 10/100. Prísur einans 7.500 kr. Ring 321832/531832 rkr@kallnet.fo TELDA TIL SØLU Ein DELL dimension 3,0GHz Intel P4, 512MB Dual DDR-RAM 120GB Hardisk 128 DDR nVidia GeForce FX5200 grafikkort, innbygt netkort 10/100, innbygt V.92 Data/Fax/Voice modem, innbygt ljóðkort 5,1. DELL tráðleyst knappaborð og mús. Harman kardon 395 hátalarar + subwoffer. Dell 19" skermur. Til sølu fyri 7.000 kr Tlf. 226887 (eftir kl. 19) PLAYSTATION II TIL SØLU 12 spøl, 4 demodiskar, dual shock joystick, headsett. Nýprísur 9.500 kr. Til sølu fyri 6.000 kr. Tlf. 272786, Martin TIL SØLU Canon Color Bubble Jet BJC 250 printari fyri 800,- kr., sera væl hildin. Canon BJC 1000 Bubble jet printari fyri 800,- kr., sera væl hildin, at kallað onki brúktur. Tlf. 310039 eftir kl. 18 HYGG HER 1 1/2 ára gomul telda. Intel Pentium 4 1.5 Ghz 1024 RAM, 19" Skerm, netkort 52x spedd cd-rom, 48x24x48 brennara G-Force 4 128 mb Ram v/ Tv output (til Sjónvarp) 40 gb harddisk Windows XP pro. Office 2000 (Word, EXcel o.a.) Keyboard, mús, printara, vevkamera. Sera góð til skúlabrúk og spøl. Alt til sølu fyri 5.800 kr. benny@post.olivant.fo PLAYSTATION við 5 spølum til sølu fyri 800 kr. Tlf. 504229 Tónleikur KLAVER av slagnum Hohner til sølu. (Hvít) Tlf. 317280 MARSHALL 9100 Marshall 9100 dual mono block slavuforsterkari, tvær ferðir 50 watt rør til sølu fyri 6.000,- kr. Nýprísur 13.000,- Ein 8u SKB rackcase er við í keypinum. Tlf. 229029 DANTAX hátalarar, Rockbox 5000, 250/350 watt, 15" bass. Tlf. 503373 JETHRO TULL 2 atgongumerkir til konsertina 11. august, prísur 275,- hvørt. Til sølu fyri bert 175,- hvørt. Tlf. 221316 SONY DISKANTAR 150 w max input, xs - h05. Nývirði 795 kr. nú 500,- Hátalararnir eru óútpakkaðir. Tlf. 221316 5 HÁTALARAR TIL SØLU K.E.F. Surround sound, silvurlittir, ovalformaðir, sum nýggir. KEF subwoofer PSW 2000 sum nýggjur. Tlf. 312359 YAMAHA DSR-290 KEYBORD Keypt í mars 04. Sera lítið brúkt. Nýprísur 4.000 kr. Til sølu fyri 3.000 kr. Tlf. 224014 TIL SØLU JBL 1500 GTI, 15'' subwoofari, 1.000 ways Tlf. 272988 TIL SØLU Yamaha W5 keyboard við hópin av ljóðum og 16 spor sequensara 6000,- kr. Roland JV1080 ljóðmodul 5500,- kr. Tlf. 270137 Út- & Sjónvarp »BIOGRAF LÆRRED« 92" lærred við svørtum kanti + svartari baksíðu (Projecta high contrast Projection screen) Prísur 3.900,- Tlf. 504327 Ymiskt MÁLNINGAR TIL SØLU Málningur frá 1984 av Eivindi Mohr til sølu til hægstbjóðandi. Stødd 81x65 við rammu. Digital mynd kann mailast. Málningur frá 1976 av Eivindi Mohr til sølutil hægstbjóðandi. Stødd 56x45 við rammu. Digital mynd kann mailast. Málningur frá 1943 av Óla Egilstrøð til sølu til hægstbjóðandi. Stødd 43x34 við rammu. Digital mynd kann mailast. Ringið 314129/216622 REMUNGTON TIL SØLU Hálvautomatisk 1187 super- magnum, 1 ára gomul og brúkt ein vetur til haruskjóting, 7.000 kr. Tlf. 506553 GOTT GRÓT Fyri 300 kr. pr. less til sølu. 3 bingir til sølu. Tlf. 270427 ella 312981 EITT NEYST við bátahylin í Sørvági til sølu. Tlf. 332893 PLASTIKHURÐ TIL SØLU Uml. 185x85 cm. Vinstra inn, 2.000 kr. Tlf. 447321 ella 267521 WINDOWS FARTELEFON SPV E100 til sølu. Telefonin hervur windows stýrisystem, og hevur tískil outlook, msn messenger, media player (mp3+filmar), mms, gprs, nógv spøl ogmangt annað. Er akkurát sum ein lítil telda. Við fylgir: headsett, USB-datakaðal, tastatur og 128 mb memory-kort. Einans 2.500 kr. Ring 254045 NOKIA 8310 Ein Nokia 8310 fartelefon til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 224351 NOKIA 8310 Ein Nokia 8310 fartelefon til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 224351 SIEMENS S35 fartelefon við tasku, løðara og billøðara til sølu fyri 500 kr. Tlf. 260590, Saltangará TRÆ PERSIENNUR Træ persiennur, kirsuber, til sølu. 2 stk L x B: 210 x 120 cm. 400,- stk. 4 stk L X B: 120 x 130 cm. 300,- stk. Tlf. 332982 ella 266070 KAVARAÚTGERÐ TIL SØLU Kompl. útgerð við kavarateldu + 15. l. fløsku, sum nýtt. Brúkt minni enn 10 ferðir. 17.000 kr. Tlf. 223164 STÁLPLÁTUR til tak ella húsaklædning verða seldar bíliga. Tlf. 215609 NOKIA FARTELEFON TIL SØLU Nokia 7250 við øllum hugsandi hentleikum so sum kamera, radio, bíliga til sølu. Tlf. 522681 TRÆ PERSIENNUR Tríggjar træ persiennur á 140x130 cm. Tvær úr kirsuber træi, ein úr ljósum træi, til sølu fyri 300 kr. stk. Tlf. 318024 FARTELEFON TIL SØLU Samsung S300, hon hevur faruskerm innan og uttan o.m.a. bíliga til sølu. Tlf. 522681 TIL SØLU eru 5 kr. frá 1969 75,- kr. pr. stk. Tlf. 212289 APEX FERÐASEÐIL Vágar-Danmark til sølu við avsláttri. Tlf. 332006 ella 221863 TRAPPA YNSKIST til keyps fyri ein sámuligan prís. Hædd uml. 250 cm. Tlf. 315613 LOPPUMARKNAÐUR Skótalið Frelsunarhersins hevur loppumarknað leygardagin 10. juli kl. 10.00-13.00 í sali Frelsunarhersins. Skótalið Frelsunarhersins TIL SØLU Canon 540EZ Speedlite Flash til sølu. Nýprísur.4.995.-. Ì sera góðum standi til sølu fyri 2.500,- Tlf. 743159 JETHRO TULL 2 atgongumerkir til konsertina við Kathro Tull í Norðurlandahúsinum 10. august kl. 20 til sølu fyri 275,- pr. stk. Tlf. 319265 ERICSSON T68 Hevur litskerm og er í góðum standi, er 6 mánaðar gomul, til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 254550 TIL SØLU Baðikar til sølu við hvítum stálfronti fyri kr. 600,- Heintast í Fámjin. Tlf. 265090 TEORI- OG KOYRITÍMAR FRÁ Sp/f Koyrikorið virðið 5.000 kr selist fyri 4.500 kr. Tlf. 314710 TIL SØLU Bundin dukkuklæðir til Baby Born og nakrar barnatroyggjur til sølu. Tlf. 271790 DYKKERUDSTYR SÆLGES Komplet udstyr med dykker computer + 15 l. flaske, som nyt, brugt under 10 gange. 17.000 kr. Tlf. 223164 MODELBÁTUR við fjarstýring til sølu fyri 6.000 kr. Tlf. 318482 FJARSTÝRDUR Monstertruck 1.9 hk 3,5 ccm, 2 x 4 – 4 x 4. Øll útgerð fylgir við, til sølu fyri 4.000 kr. Tlf. 265028 TIL SØLU Ein Sony Ericsson til sølu fyri 1.900 kr. Hon hevur litskerm, camera, polyfoniskar ringitónar og mangt annað. Telefonin er sera lítið brúkt og sær út sum nýggj. Tlf. 269446 NÝGGJ MAHOGNY-ÚTHURÐ v/ karmi til sølu vegna feilkeyp. Prísur 5.500 kr. Ring Tlf. 211745 BRÚKT TRAPPA TIL SØLU Góð brúkt trappa til sølu. 180 gradir, fult sving, høgra upp. Passar til trappurúm, breidd uml 150 cm. Hædd 260 cm. Prísur 7.500 kr Tlf. 222067/333450 eftir kl. 17 STIMI Nýggjur stimi til sølu fyri 450,- kr. Tlf. 318096 HUSMORVINDEYGU Um tað er onkur, sum hevur 2 husmorvindeygu 80 x 110 cm til sølu, vinarliga ring tlf. 422312 RADIATORUR Dupultur radiatorur til sølu, hædd 55 cm, longd 3 m. Ring og sig hvat tú vilt gjalda. El-radiatorur, lítil, 4 rør, ókeypis. Tlf. 316663/216663 NOKIA 6610 8 mán. gomul, hevur litskerm og radio, til sølu fyri 1.000 kr. Er í góðum standi. Tlf. 210837 NÝGGJ FLAGGVINDEYGU úr mahogni, málaði innan 3 ferðir við hvítum gl. 50. 5 stk. vindeygakarmar 90,5x135,5 cm. 4 stk. vindeygakarmar 86,0x134,0 cm. 1 stk. 90,0x120,0 cm. 1 stk. 44,0x85,5 cm. 1 stk. 85,5x79,0 cm. 1 stk. 51,0x46,0 cm. 1 stk. 47,0x135,5 cm. 1 stk. 80,0x110,0 cm. 4 stk. 97,0x100,0 cm. Skal seljast samlað. Ring og hoyr um prís á Tlf. 212432 eftir kl. 17.00 Skráin fyri Vestan- stevnuna fevnir bæði um tað traditionella og okkurt nýtt, sum ikki hevur verið á stevnuni fyrr VESTANSTEVNA Edvard Joensen Sørvági: Ítróttur og mentan eru afturvendandi tiltøk á stevnunum. Eisini á Vestan- stevnu. Men í ár verður eisini okkurt nýtt í Sørvági, siga fyrireikararnir. Sørvingar bjóða til mál- ingakríggj í grótholinum, sum teir siga. Tað er tað sonevnda Paintball kríggið, teir hava fingið vestur á Vestanstevnu, sigur Jákup á Stongum, formaður i Sør- vágs Ítróttarfelag, sum er høvuðsfyrireikari av Vest- ansstevnuni í Sørvági. Av øðrum forvitnisligum tiltøkum er at nevna, at sørvingar fáa vitjan úr Ísl- andi. Tað eru tenorurin Smári Vílfisson og pianist- urin Viðar Guðmundsson, sum fara at hava fram- førslur í fimleikarhøllni í Sørvágs skúla í samband við málningaframsýning, sum verður har á Vestan- stevnu. Tann framførslan verður sunnudagin klokkan 17.00. Men undir setanini, sum verður leygardagin klokkan 14.oo verður eisini høvið at hoyra málið á íslendska tenorinum. Leygarkvøldið verður midnáttarsamkoma, sum byrjar við kyndlagongu úr grótholinum heim til fótbóltsvøllin, har Pál Weihe, sum er sørvingur, fer at halda røðu. Aftan á verður fýrverk og felags- sangur. Dansur verður bæði fríggjakvøldið, leygar- kvøldið og sunnukvøldið. Bæði í stevnutjaldinum og í Sørvág Bio. Sunnudagin klokkan 16.00 byrjar útisjónleikur við bátahylin, og farið verður so heim eftir Nið- aravegi fram við sjónum, meðan spælt verður. Leikurin endar við brúnna um Kongshyl heimi í bygdini. Evnið í leikinum eru søgur og sagnir úr Sørvági. Málningaframsýningin i skúlanum er við luttøku av listafólkum úr Vágum. Umframt er eisini ein onnur listaframsýning i gallarínum á Stongunum, sum Lasse S hevur. Eisini hevur Sørvágs Bygdarsavn opið, meðan stevnan er, har høvið millum annað verður at síggja eitt stórt mynda- savn. Vestanstevnan verður sett av Rasmusi Niclasen leyg- ardagin klokkan 14.00. Byrjað verður við skrúð- gongu frá bátahylinum klokkan 13.45. Í samband við setanina fer Sørvágs Tonleikarafelag at spæla, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir. Aftan á verður so kapp- róðurin, har væntandi er, at onkur meistari fer at verða funnin. Sørvágsfjørður er langur, og pláss er fyri fullum teinum til bæði áttamanna- og tíggju- mannaførini. Sunnudagin klokkan 14.00 verður bjargingar- roynd á vágni, har tyrlan hjá Atlantsflogi fer at lut- taka. Aftan á verður møgu- leiki hjá áhugaðum at síggja tyrluna á havnar- lagnum, siga stevnufyri- reikararnir. Sunnudagin verður guðs- tænasta í missiónshúsinum Libanon. Hetta kemst av, at kirkjan i løtuni verður málað, siga fyrireikararnir. Umframt verða so møti bæði í Libanon og í Ked- ron. Eisini verður útifundur fríggjakvøldið, har fólk frá trúboðaraskipinum Ana- stasis fara at luttaka. Eitt sindur av undirhaldi og skemti verður eisini á stevnuni. Sunnukvøldið klokkan 20.00 verður skipað fyri slíkum tiltaki á fótbóltsvøllinum. Tað frætt- ist, at eitt av tiltøkunum skal vera politisk posarenn- ing. Stafett skal tað vera, skilst. Onkur skemtingarsamur sørvignur heldur, at politikararnir skuldu heldur verið koyrdir í ein posa, sum bundið varð fyri. Tann, sum so slapp út, kundi sloppið at roynt seg til næsta val. Fjølbroytt stevnuskrá Sørvágur hýsir Vestanstevnuni í ár. Sum ein av fáu stevnubygdunum hevur Sørvágur møguleika fyri kappróðri á heilum teinum C M Y K 25 24 HEILSANIR Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum mongu, nær og fjar, sum gleddu meg á konfirmatiónsde gnum 4. apríl. »Vakurt vinar- lag er góðum Gudi frá...« Blíðar heilsanir Pætur Bærentsen, í Brekkuni, Skopun Til tvíburðarnar Helena og Durita í Fuglafirði Góðu tit báðar. Hjartaliga tillukku við tí fyrsta runda talinum 22. juni. Ynskja omma og abbi á Toftum Góði fitti Markus Hjartaliga tillukku við 7 ára føðingardegnum í dag. Deiligt at hava teg her heima. Edd-omma, John-abbi og Birgir-gubbi Internet Lýsið við brúktum bilum -tað loysir seg Lesið