hósdagur 7. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015
SOSIALURIN 52
22
KJAK
Eivind Warberg
Serlækni í sjálvbodna útlegd
Meðan
føroyskir
politikarar framveg
is blaka runu eft
ir hvørjum øðrum,
koma við undan
førslum og uttan
umtos, og medisinsk fakliga ser
frøðin áhaldandi átalar verandi
gongdini og støðuni, siglir føroyska
heilsufarið framvegis uttan mál
og mið. Sum støðan er nú skapar
tað ótryggleika millum føroyskar
sjúklingar og vantandi arbeiðsfrið
hjá heilsustarvsfólkum í føroyska
heilsuverkinum.
Høvuðsavbjóðingar innan
føroyska heilsuverkið
Tað eru fylgjandi tríggjar høvuðs
avbjóðingar:
1) Fíggjarkarmurin. Tað er nú væl
kent, at Føroyar gjalda minst í
prosent av BTÚ sammett við hini
Norðurlondini og pr. íbúgva til
heilsuverkið. Føroysku politik
ararnir mugu gera upp við seg
sjálvar, hvat tað er fyri eitt heilsu
verk ein ynskir sær nú og í fram
tíðini. Ein fær tað heilsuverk ein
vil gjalda fyri.
2) Medisinskt fakligt. Tvs. skipan av
føroyska heilsuverkinum.
3) Heilsustarvsfólk. Rekrutering av
læknum og serlæknum.
Hesi trý hanga óloysiligt saman og
mugu tí viðgerðast og kjakast um
undir einum. Øll hesi trý hava eyð
sæð ávirkan á hvussu útgreining og
viðgerð av føroyska sjúklinginum er
og verður í framtíðini.
Aktuella støðan er ikki nýggj. Ein
støðug niðurlaging yvir fleiri ár fær
umfatandi avleiðingar og gongdin
kann ikki vendast eftir einum degi,
men tekur fleiri ár fyri at koma upp
á sama ella hægri støði.
Heilsa og heilsuverk er ein lang
tíðaríløgu, tað verið seg um tað snýr
seg um einstaklingin ella samfelags
liga. Úrslitið av tí man sáar sæst í
nógvum førum ikki fyrr enn nógv
ár aftaná.
Persónlig politisk dagskrá
vs. føroyska sjúklingin
Føroysku politikkararnir hava ikki
veruliga skilt trupulleikan og taka
ikki neyðugu og áløgdu ábyrgdina á
seg og í álvara.
Trupulleikin fer ikki at hvørva
ella blíva minni, sjálvt um man sum
politikari ikki vil taka støðu ella
hevur hug at stinga høvdið í sandin.
Tað tykist sum um føroyskir
politikarar nú eru vaknaðir við kald
an dreym, sjálvt um hetta eru trupul
leikar sum hava verið leingi.
At føroyskir politikarar framvegis
tosa við lokalpolitiskum áhuga
málum er beinleiðis ódámligt og
kemur ikki føroyska sjúklinginum til
góðar. Grundin er antin, at tey tosa
móti betri vitandi ella, at tey hugsa
fyrst og fremst um egnar atkvøður.
Tað er líka ódámligt um hugsa verður
meir um arbeiðspláss enn at veita
sjúklingum bestu viðgerðina.
Um fólkið hevði verið kunna um
hesi viðurskiftið á ein reellan hátt
kundi eisini hugsast, at tað kom eitt
fólksligt krav um at viðurskiftini
skuldu broytast.
Føroyingurin hevur ikki uppiborið
at liva við einum følskum tryggleika.
Kjakið eigur at fara frá at snúgva
seg um LS,KS, SS, útjaðarin og mið
staðarøki til, hvar fær borgarin ta
bestu viðgerðina, sum kann gevast í
Føroyum, og hvussu Sjúkrahúsverk
Føroya kann blíva ein vælvirkandi
samansjóða eind.
Sjúklingin í fokus
Allir føroyingar hava rætt til at fáa
somu viðgerð uttan mun til hvar í
landinum tey búgva. Tað er føroyski
sjúklingurin sum skal í fokus, og tað
er medisinska fakligheitin sum skal
verða stýrandi fyri tær avgerðir sum
verða tiknar, og hvussu man skipar
Heilsuverk Føroya.
Sum støðan er nú fær føroyingurin
ikki somu viðgerð við sama kvaliteti í
samband við akutta sjúku uttan mun
til hvørja sjúku sjúklingurin hevur
ella hvørjum sjúkrahúsi viðkomandi
verður innlagdur á.
Hetta ger, at nógvir føroyingar liva
við einum følskum tryggleika um,
at tað er líkamikið, hvar í landinum
ein verður innlagdur. Viðgerðin og
kvaliteturin av henni er tann sami,
men so er ikki. Í summum førum er
kanska ongantíð ein serlækni innan
aktuella økið við í viðgerðini, meðan
sjúklingurin er innlagdur. Hetta er
ikki gott nokk og eigur ikki at vera so.
Føroyski veruleikin
Føroyski borgarin eigur at vera
kunnaður á álítandi hátt, hvørjir
vansar eru við verandi skipan í
heilsuverkinum. Grundgevingin um
týdningin av nærumhvørvinum skal
ofta setast upp móti kvalitetinum og
tryggleikin er ikki altíð eftirfarandi og
ítøkiligur.
Gongdin sum hevur verið í øll
um hinum Norðanlondunum og
Vesturheiminum annars átti sjálv
andi eisini at umfata Føroyar. Hetta
snýr seg m.a. um sentralisering,
og at arbeitt verður meir og meir í
tvørfakligum toymum, ein sokallað
toymishugsan.
Tað er sjálvandi ikki líkamikið,
hvar ein verður innlagdur við akutt
ari sjúku, hvørki í Føroyum ella
aðrastaðni. Tíðin í dag krevur, at tað
ofta er eitt heilt toymið av ymiskum
serkunnleika við í viðgerðini av sjúk
lingum.
Harafturat er Føroyar so mikið
lítið, at tað er umráðandi at tær
meir álvarsligu viðgerðirnar verða
samlaðar á einum stað. Tað krevur
eitt stað og eina skipan sum er meira
von at taka sær av slíkum, og at
henda skipanin virkar alt døgnið, alt
árið. Ein skipan sum bæði hevur ta
serfrøði sum krevst og teir hentleikar
sum krevjast so sum røntgendeild
við m.a CT og MR skannara, rann
sóknardeild og blóðbanka, umframt
skurðstovur og intensiv deild. Tað er
vælkent, at royndir betra um kvali
tetin á viðgerðini, sum við so nógvum
øðrum.
Umskipan av virksemi
Tað eru trý sjúkrahús í Føroyum,
men tað er eyðsæð, at funktiónsbýtið
nú má broytast millum hesi trý
sjúkrahús, og at tað verður ein felags
leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini. Eitt
samlað føroyskt sjúkrahúsverk við
trimum eindum sum samstarvað
tætt saman.
Tað er eyðsæð, at allir akuttir
og álvarsliga sjúkir kirurgiskir og
medisinskir sjúklingar skulu ávísast
beinleiðis til LS. Harafturat er tað
eyðsæð, at allar kvinnur skulu eiga
á LS og harafturat skulu øll akutt
sjúk børn og allir traumesjúklingar
tvs. álvarsligt skaddir sjúklingar
beinanvegin flytast á LS. Vegakervið
er gott mesta staðni í landinum, og
har tað ikki er koyrandi kann ein
vælvirkandi tyrlutænasta byggjast
út eins, og man hevur gjørt í hinum
Norðurlondunum. Harafturat eru
eisini væl útgjørdir bjargingabátar
komnir til landið seinni árini. Sjúkra
flutningstænastan má útbyggjast, og
hetta er eisini í tráð við gongdina í
hinum grannalondunum.
Hvussu og hvørjar funktiónir
skulu vera á ávíkavist KS og SS kunnu
td. vera endurvenjing av ymiskum
slag og palliatión av terminalum
sjúklingum. Dagskurð av ymiskum
slag og møguliga onkrar ambulantar
funktiónir. Har eru seingjarpláss,
skurðstovur og fakligt skikkaði
heilsustarvsfólk innan fleiri øki.
Tað sum er afturvendandi trupul
leikar á sjúkrahúsum eru vantandi
seingjarpláss og skurðkapasitetur.
Tað eru nógv dugnalig starvsfólk á
øllum trimum sjúkrahúsum, og bæði
fakliga serfrøðin og fysisku karm
arnir kunnu gagnnýtast nógv betur.
Fakkunnleikin má samlast tá tað
snýr seg um akutta sjúku og meir
kompleksar støður, men fakkunn
leikin hvørvur ikki hóast ein serlækni
td. er farin til KS at arbeiða ein dag
ella okkurt heilsustarvsfólk av KS ella
SS er komið at arbeiða á LS eina tíð.
Hetta er tvørturímóti við til betra um
fakliga umhvørvið.
Hvørjir sjúklingar skulu liggja
hvar, er tað sjálvandi serlæknar sum
mugu avgera.
Men allir akutt og álvarsligir
sjúkir føroyingar eiga at flytast á LS
beinanvegin. Tíðin er búgvin til at
síggja tey trý sjúkrahúsini sum eina
eind og fáa samstarvið at rigga betur.
Tíðirnar broytast
Bæði núverandi og komandi ættar
liðið av føroyskum læknum og ser
læknum vilja sjálvandi vera við til at
lyfta føroyska heilsuverkið fram á leið
og vera við til at veita føroyinginum
tí bestu viðgerðina sum er í tráð við
altjóða og vísindaligar leiðreglur í
framtíðini. Tað inniber og krevur,
at langtíðarætlanir verða gjørdar
og at kjakið fer at snúgva seg meira
um kvalitet og ikki bert sparingar.
Sjálvandi skulu rationaliseringar
gerast og her kunnu td. dupultfunk
tiónir á teimum trimum sjúkra
húsunum og funktiónsbýti millum
sjúkrahúsini endurskoðast og
gerast nakað við. Í fyrisitingini eru
uttan iva eisini nógvir møguleikar at
rationalisera.
Serlæknar og læknar sum
heild vilja sjálvandi kunna bjóða
fremstu og bestu viðgerðina til sínar
sjúklingar.
Tíðin er broytt og broytist alla
tíðina innan læknavísund og vitanin
økist við tí rúkandi ferð. Hetta setur
sjálvandi krøv til tey sum skulu út
inna síni størv innan hetta økið.
Serlæknaútbúgving í dag er á
nógvum økjum enn smalri og best er
tí, at tað eru fleiri serlæknar innan
somu øki. Hetta er við til at skapa eitt
fakligt umhvørvið, sum aftur er við til
at betra um viðgerðina til sjúklingin.
Fortreytir og møguleikar
Vantandi rekrutering og mangul upp
á serlæknar ger, at innan fleiri øki
vera tey gangandi í 1-3 skifti vaktum,
sum sjálvandi hevur avleiðingar fyri
familjulív og privatlív hjá hesum
fólkum. Tíðin er farin frá tí har ein
lækni røkti mest sum alt sjálvur og
gekk einsamallur í vakt í áravís.
Um hetta eru korini kann av
leiðingin verða at nógv setast aft
ur. Avbjóðingarnir eru arbeiðsum
støðurnar tvs. arbeiðsbyrðuna,
fakliga menningin og umhvørvið. Í
teim meiri vakttungu sergreinunum
so sum gynækologi, anæstesiologi
og kirurgi er tað í longdini lítið
hugaligt at síggja fram til at skulla
arbeiða um náttina og síðani hava
fult ambulatorium, stovugongd og
operatiónir dagin eftir. Vandi er fyri,
at fólk brenna út og søkja sær starv
aðrastaðni.
Møguleikar fyri gransking fyri
støðugt at betra um kvalitetin av
diagnostikk og terapi, karmar fyri
møguleikan at hava tilknýti og
arbeiðsmøguleikar á øðrum størri
sjúkrahúsum uttanlands er nærmast
ein fortreyt, soleiðis at ein kann
halda seg fakligt ajour. Føroyar er
so mikið lítið, at tað er neyðugt at
neyvt samband er við útheimin og
sjúkrahús uttanlanda.
Tað er sannlíkt, at tað í enn størri
mun verður neyðugt eisini hjá før
oyskum serlæknum at hava tætt
samband við fakumhvørvið uttan
fyri Føroyar, og hetta má leggjast til
rættis fyri í framtíðini til frama fyri
føroyskar sjúklingar.
Tað skal havast í huga, at tað
tekur 5-10 ár at útbúgva ein sjúkra
hússerlækna, aftan á grund lækna
útbúgvingina, men vitan og kunnleiki
innan læknavísund í dag ger, at ein
alla tíðina má fylgja við og sostatt
ongantíð verður »liðugt« útbúgvin.
Harafturat er undirvísing ein
týðandi partur av virkseminum á
einum sjúkrahúsið, og hetta má eisini
raðfestast og tryggjast.
Sjúkrahúsverk Føroya átti í nógv
størri mun at tikið stig til at fingið
samband við lesandi, nýútbúnar,
komandi og núverandi føroyskar
serlæknar uttanlands. Á henda hátt
kundi ein fingið eitt samlað yvirlit
yvir, hvussu nógvir føroyskir læknar
eru og hvussu nógvir serlæknar eru
innan hvørji øki og hvørji eru á veg.
Hetta hevði eisini gjørt tað lættari at
leggja langtíðarætlanir.
Á henda hátt kundi man eisini
ment føroyska heilsuverkið og gjørt
brúk av serlæknum uttanlands
sum td. kundu komið til Føroya og
framt viðgerðir ístaðin fyri at flyta
sjúklingar av landinum. Tað vil tó
altíð vera sjúklingar sum noyðast
at sendast av landinum og her átti
kvaliteturin at verið í hásæti fyri,
hvar ein velur at senda føroyska
sjúklingin. Men í teimum førum har
útgreining og viðgerð kundi fari fram
í Føroyum á sama støði sum uttan
lands, so er tað sjálvandi ein fyri
munur fyri sjúklingin og bíligari fyri
samfelagið.
Serfrøðin sum grundarlag
Sjúkrahús hava tríggjar høvuðs
funktiónir og hesar eru fyrst og
fremst sjúklingaviðgerð, síðan undir
vísing og gransking. Alt til frama fyri
sjúklingin.
Serfrøðin eigur at koma til orð
anna og vera ráðandi fyri, hvussu
ein skipar heilsuverkið. Endaligu
avgerðirnar eru tað politikararnir
sum skulu taka, men um avgerðir
verða tiknar uttan, at faklig tilmæli
verða eftirspurd ella fylgd, so mugu
politikkarar eisini taka ábyrgdina av
tí. Men tað vil kunna fáa stórar og
álvarsligar avleiðingar fyri føroyska
sjúklingin.
At umskipa virksemið og funk
tiónsbýtið kundi verið gjørt uttan at
seta arbeiðsbólkar og skrivað langar
frágreiðingar. Her snýr tað seg um at
standa við sína ábyrgd og taka eina
avgerð. Hetta hevur bráskund.
Tað skal tí hervið vera ein áheit
an til landsins núverandi og komandi
politisku leiðslu umframt heilsu
fyrisiting og leiðslu í heilsuverkinum
um at raðfesta og skipa føroyska
heilsuverkið sum gjørt verður aðra
staðni, øllum føroyingum til frama.
Heilsuverk Føroya fram á leið