hósdagur 7. mai 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. MAI 2015
SOSIALURIN 52
23
POLITIKKUR
EIN LEIÐSLA FYRI NÝGGJA
SKÚLAN Í MARKNAGILI
ÁRNI GREGERSEN
M
a r k n a g i l s d e p i l i n
verður skipaður sum
almennur stovnur við
einum rektara sum
ovastu leiðslu.
Í sambandi við skipan av
Marknagilsdeplinum er ein av
avbjóðingunum, at skúlarnir bygn
aðarliga eru skipaðir ymiskt, sum
sjálvsognarstovnar og almennur
stovnur.
Tekniski Skúlin í Tórshavn og
Føroya Handilsskúli eru sjálvs
ognarstovnar, meðan Studentaskúlin
og HF – skeiðið í Hoydølum er al
mennur stovnur.
Tí var farið undir at byggja ein
felagsskúlan, var skrivliga avtalað
við stýrini, at tey skjótast gjørligt
fara undir at avtaka sjálvognar
stovnarnar og at lata ognirnar
samsvarandi viðtøkunum til undir
vísingarendamál hjá landinum.
Tá ið lógin kemur í gildi, verður
bygnaðurin við Marknagil skipaður
við depilsráði. Depilsráðið skal
ráðgeva og geva tilmæli til rektaran
viðvíkjandi tí yrkisfakliga partinum.
Depilsráðið skal eisini eftir ætlan
hava ræðisrætt yvir inntøkufíggjaða
virkseminum á deplinum.
Depilsráð
Skúlarnir verða í framtíðini undir
sama taki og undir sama rektara.
Kortini verður eitt depilsráð sett á
stovn, sum eisini fer at hava ávirkan
á skúlarnar hvør sær. Gjøgnum
depilsráðið fer vinnan eisini hava
ávirkan á serliga handilsskúlan og
tekniska skúlan.
Depilsráðið fær líknandi heimildir,
sum stýrini í yrkisskúlunum høvdu,
tá ræður um skeiðsvirksemi og
eftirútbúgvingarvirksemi, ið er
fíggjað við inntøkum og ikki bein
leiðis úr landskassanum.
Depilsráðnum verður heimilað
at ráða yvir inntøkufíggjaða
virkseminum í skúladeplinum og
skal í tøttum samstarvi við rektaran
tryggja, at hetta fer fram sambært
galdandi reglum hjá landinum.
Hesin parturin av virkseminum
í skúladeplinum er at rokna sum
fremmand fígging í landsrokn
skaparligum høpi, soleiðis at møgu
ligt avlop kann førast yvir um ár.
Spurningurin um at flyta avlop
yvir um ár verður avkláraður í sam
ráðingum og samstarvi við Fíggjar
málaráðið.
Skúlin í Marknagili hevur rent
seg inn í trupulleikar í byggingini,
men enn bendir alt á, at hann verður
klárur at taka í brúk í 2016
Tað segði landsstýrismaðurin
við mentamálum, Bjørn Kalsø fyrr
í vikuni.
Hann segði, at eftir teimum
upplýsingum hann hevur, so fara
bæði fíggjarætlan og tíðarætlan fyri
skúlabyggingina at halda.
Sjálvt um fleiri miðnámsskúlar skulu húsast í nýggja
skúlanum í Marknagili, so verður talan um eina leiðslu
Andstøðan
slapp at seta
uppskot fram
um eyka
ískoyti til
sperdar
familjur
Tað eydnaðist
Tjóðveldi at fáa
17 undirskriftir
til vega, so
flokkurin kann
seta eitt uppskot
fram eftir
tíðarfreistin
er farin
Í seinastu vikunum hevur verið
nógv kjak um fátækraváða og
um børn, sum ikki hava tað gott
í Føroyum.
Saman við “Í menniskjum
góður tokki” hevur Miðlahúsið
staðið fyri einum stórum inn
savningartiltaki. Peningurin fer
til teirra, sum eru hart sperd í
løtuni.
Tjóðveldi vil fegin gera eina
broyting í lógini, so tað verður
møguligt hjá Almannaverkinum
eisini at hjálpa teimum, sum eru
serliga illa fyri.
Men tað er farið útum tíðina,
tá ið tað ber til atleggja uppskot
fram í hesi tingsetuni.
Ein møguleiki finst kortini.
Koma 17 tingfólk við teirra undir
skriftum til formansskapin, so
loyvir hann at leggja uppskot
fram eftir at freistin er farin.
Andstøðan kann sjálvandi ikki
savna 17 atkvøður í tinginum, tí
tað er meirlutin. Tí var neyð
ugt eisini at fáa onkran úr sam
gonguni at skriva undir fyri at
uppskotið kundi leggjast fram.
Drilla politiskt
Í slíkum førum verður andstøðan
altíð drillað eitt sindur.
Ongin í samgonguni segði seg
vilja skriva undir, so uppskotið
kundi leggjast fram.
Men tá ið avtornaði, so av
talaði samgongan kortini, at
sjálvandi skal hetta bera til, nú
samgongan sjálv eisini hevur
lagt fleiri uppskot fram eftir at
freistin er farin.
Tí eydnaðist at finna nóg
nógvar undirskriftir til at leggja
uppskotið fram.
Uppskotið fær eftir ætlan 1.
viðgerð í dag. Endamálið er, at
Almannaverkið kann veita 1500
krónur eyka um mánaðin til børn,
sum koma úr familjum, sum eru
serliga hart sperdar fíggjarliga.
STÝR Á SØLUNA AV LEIGUBILUM
ÁRNI GREGERSEN
Í drúgva tíð hevur lógin um avgjøld
av bilum verið so skrúða saman, at
leigubilar sleppa bíligari í avgjøldum,
tá ið teir verða seldir víðari.
Hetta hava bilasølurnar gjørt sær
dælt av seinnu árini.
Fyrimunurin er, at tá ið ein bilur
hevur verið leigubilur, so skal MVG
bert gjaldast av muninum millum
innkeypsprís av bilinum og so tað,
sum bilurin verður seldur fyri eftir
at hann hevur verið leigubilur.
Hagtølini fyri leigubilar í Føroyum
hava fingið politisku skipanina at
rakna við. Tølini vísa greitt,a t talið
avleigubilum er eksploderað seinnu
árini.
Meðani bert gott 30 leigubilar
vóru innfluttir í 2011, so vóru 552
leigubilar innfluttir í fjør.
Politiska skipanin heldur ikki,
at tað er rætt, at summar bilasølur
fáa fyrimun av at innflyta bilar sum
leigubilar – og so dagin eftir at teir
eru skrásettir verða seldir við lægri
MVG avgjaldi.
Fyrimunur fyri kundan
Fyri tey sum keypa bilar, hevur tað
verið ein fyrimunur, at tey hava fingið
so at siga nýggjar bilar fyri ein bíligari
prís – bert tí teir í veruleikanum hava
verið skrásettir sum leigubilar.
– Nevndin ivast í, um ásetingarnar
í mvg lógini um mvg-frítøku fyri
leigu- og demobilar hava verið fylgdar
samsvarandi endamálinum. Hagtøl
yvir, hvussu nógvir leigubilar og
demobilar eru skrásettir tey seinastu
fimm árini, benda á, at okkur er galið,
sigur fíggjarnevndin í álitinum.
Í uppskotinum frá fíggjar
málaráðnum verður skotið upp, at
bilar minst skulu hava koyrt sum
leigubilar ella demobilar í seks mán
aðir, skulu teir seljast bíligari og
gjalda minni MVG.
Fíggjarnevndin heldur, at regl
urnar skulu gerast uppaftur neyv
ari og hevur tí gjørt eitt broytingar
uppskot, sum sigur at ikki skulu
bilarnir bert hava verið skrásettir
sum leigubilar í minst seks mánaðir,
men teir skulu eisini hava verið
útleigaðir til minst 10 kundar.
Hetta fer at gera tað truplari at
selja hesar bilarnar meðani teir eru
heilt nýggir. Teir skul vera minst seks
mánaðar gamlir, men teir skulu eisini
verða brúktir av minst 10 leigarum.
Løgtingið vil hava greiðar reglur fyri, hvat er
leigubilar fyri at fá røttu avgjøldini goldin
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Skúlin í Marknagili hevur rent seg inn í trupulleikar í byggingini,
men enn bendir alt á, at hann verður klárur at taka í brúk í 2016