Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015 SOSIALURIN 52 24 AFTURHVARV T að var í náttarmyrkrinum 17. september í 1983, at tón­leika- og sjónleika­ staðnurin Perlan – elskað og hatað av havnarborgarum – undir dramatiskum umstøðum og í trá við býráðssamtykt varð javnað við jørðina Tórshavnar Býráð arbeiddi skjótt og effektivt, tá politiska stríðið um Perluna eftir togan aftur og fram endaði við einum 7-6 meiriluta í býráðnumsum, sum ynskti at perlan skuldi takast niður. Eina viku aftan á samtyktina varð Perlan burtur. Í náttarmyrkrinum tann 17. september 1983 sendi býráðið sínar menn at gera arbeiðið liðugt. Og áðrenn tann fyrsti jazztónleikarin hevði fingið gníggjað sær svøvnin úr eygunum, varð Perlan søga. Eitt øgiligt rok spurdis burturúr. At talan var um politiskar rossahandlar ivaðust perlufólkini ikki í. Stutt undan hevði meiriluti ikki verið fyri at taka Perluna niður. Býráðið hevði enn tá nakrar fáa mánaðir frammanundan brúkt 400.000 krónur at gera takið á Perluni í stand. Men av eini játtan upp á tilsamans 600.000 krónur, endaði politiska togtoganin við, at tær síðstu 200.000 krónurnar skuldu brúkast til at burtur­beina Perluna. Og so mátti tak vera tak. Nátt Heðin Mortensen var um hetta mund­ ið formaður í menta­málanevndini hjá Tórshavnar býráð. Í dag er hann næstformaður í somu nevnd (altso í 1998 red.) – Hvat sigur tú? Eru tað fimtan á síðani? Sum tíðin gongur skjótt, sigur Heðin og váttar, at býráðið hevði sera góðan varhuga av, at varð ikki handlað skjótt í náttarinnar myrkri, so hvødu verið øgilig ótmæli. Og hesum vildi býráðið sleppa undan. Heðin Mortensen heldur fast um, at tað var rætt at taka Perluna niður á sinni. – Perlan var í sera vánaligum standi. Kom eldur í, brann hon niðru alt fyri eitt. Somuleiðis var gólvið um at detta niður, minnist Heðin Mortensen. Oasa Perlan var um hetta mundið eitt slag av oasu fyri tónleika- og sjón­ leikarlívið í Havn. Eitt bíligt stað. – Ja, eitt fráligt stað – tú kanst kalla tað discountstað – sigur Kristian Blak, sum eisini var mitt í rokanum um hetta mundið. Og sambært formminum í Tutl, so var tað ikki júst elegansa, ið eyðkendi politiska handalagið í prelustríðnum. – Avgerðin um at taka Perluna niður kom púra óvart á okkum, sum brúktu Perluna. Talan var um eitt stað, har tað kreativa umhvørvið av álvara blómaði. Vit vóru nógv, sum um hetta mundið arbeiddu langt út á næturnar ókeypis. Talan var um eitt slag av institutión, minnist Kristian Blak. Sodavatnsís Kristian Blak, ið framvegis er virkin tónleiari og formaður í Plátu­ felagnum Tutl, og sum í 1975 var við til at stovna Jazzfelagið, minnist framvegis, hvussu tey, ið hildu til í Perluni fingu lyfti frá brýaðabum um, at annar almennur tónleikastaður nokk skuldi koma í staðn. Men tað hendi ongantíð á tann hátt, sum hann hevði vónað. – Býráðið gjørdi ein tónleikaskúla. Men einki alment spælistað. Eitt tíðarskeið sluppu vit at læna bý­ ráðshølini Yvir við Strond – Djóna­ stovu, men tá myndugleikarnir funnu út av, at vit høvdu bjóðað okkara limum pilsnaraøl, so vóru vit blakað út. Eg veit ikki, um tey hvødu roknað við, at vit skuldu sita og eta sotavatnsís til bluestónleik, sigur Kristian, og leggur dent á, at hann ivast onga løtu í, at eitt fast alment tónleikastað, har fólk hittust at hoyra blues, jazz, rock – ja, allan tónleik – heldur fyribyrgir enn elvir til ólevnað og kriminalitet. – So hevur tú um ikki annað okkurt skilagott at gera, meðan tú drekkur øl, leggur hann afturat. Eitt tíðarskeið var Bládýpi eisin á skránni. Men hesin staður lá mitt í bygdum øki, og larmuurin órógvaði grannalagið. Og tá so heldur einki skeinkiloyvi var latið Bládýpinum, fór staðið líka sum í søguna. Gras Tað Kristian sigur seg sakna er eitt stað, har tónleikarar, ið spæla júst tað slagið av tónleiki teir og tær brenna fyri, sleppa at spæla, uttan at skula liggja á knøunum og bøna um vælvild. – Og um býráðið ikki kennir definitiónina av einum almennum spælistað, so eru skrivaðar tjúkkar bøkur um hetta, sigur Kristian Blak. Hann vísir til, at allar kanningar – eitt nú í býnum so sum Trondheim, Aberdeen, Gøteborg – vísa, at alment stuðlað spælistøð fáa tónleikin av vaksa í býnum. Har Perlan stóð fyri fimtan árum síðani veksur nú gras, endar Niclas Johannesen greinina. Í sambandi við, at ein »uppihaldstrappa« nú verður bygd á staðnum, har Perlan stóð, endurprenta vit grein, sum varð prentað í Sosialinum tann 17. september í 1998, tá 15 ár vóru liðin, síðani Perlan var tikin niður. Niclas Johannesen, blaðmaður á Sosialinum, skrivaði: TÁ PERLAN VARÐ JARÐAÐ Forsíðan á Sosialum 20. sep­tember 1983 Mong uppskot hava verið um nýggja Perlu. Her sæst Jónhild Johannesen, arkitektur, við einum uppskoti, sum hon eftir øllum at døma vísir býráðslimunum Leivi Johannsen, Tórfinn Smith og Essa Arge Andrias Berg førdi brøytina, sum reiv Perluna niður. Nú stendur hann fyri arbeiðinum at gera »uppihaldstrappuna« á Perlugrund