Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015 SOSIALURIN 52 25 Øll hava tað betur í javnari samfeløgum Tá ið samfelagið broytir skattir, avgjøld, stuðulsskipanir, vinnulívsskipanir o.s.fr., so er vert at hava í huga, hvussu ein møgulig broyting ávirkar livikorini hjá fólki, og um munurin á fólki veksur ella minkar við broytingini. Tað hevur týdning fyri livikorini hjá øllum, um munurin á fólki minkar ella veksur Sonja J. Jógvansdóttir Í einum samfelagi, har inn­tøk­ urnar eru javnari býttar, eru útlit betri hjá bæði høgum og lágum at klára seg. Tað er í áhuganum hjá øllum, at munurin á fólki ikki gerst so stórur, tí samfeløg við ov høgum ójavnaði eru merkt nei­ liga á fleiri økjum. Hesar sannroyndir eru vísindaliga prógvaðar ferð eftir ferð av sam­ fe­lagsgranskarum, sum m.a. vísa á, at hóast vit ikki hava treytaleyst fátæka­dømi, sum tað sæst í summum pørtum av heiminum, so merkist fátækradømi í fleiri tættum í lívinum. Fólk doyggja ikki í hungri, men mugu loypa máltíðir um ella ganga svong, tí matur má fyrst og fremst vera til børnini. Vit hava vatn, hita og atgongd til grundútbúgving, men tey fíggjarliga sperdu eru oftari heimleys, hava lítlar og ongar formligar út­búgv­ ingar ella læru, og tey hava verri heilsu og doyggja fyrr. Børn í fíggjarliga sperdum familj­ um í Vesturheiminum fáa mangan ikki heilsugóðan frískan mat, tey eiga t.d. ikki fleiri pør av skóm, klæði samsvarandi árstíðunum, ganga ikki til frítíðarítriv ella halda føð­ingar­ dagar. Samfeløg, sum eru merkt av stór­ um ójavnaði, hava fleiri heilsu- og sosialar trupulleikar, lægri livialdur, størri trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, fleiri sálarsjúk, fleiri sjálvmorð, verri heilsustøðu, meir harðskap, fleiri tannáringar, sum fáa børn og fleiri, sum eru í heilsuvanda av fita. Hvør hevur skyldina? Rákið seinastu árini hevur eisini verið, at fíggjarliga sperd, í størri og størri mun, sjálvi vera ábyrgdaði fyri sína støðu. At verða fátækur verður sett fram, sum um tað er eitt val at vera fátækur ella tað er tí tey sjálvi eru miseydnaði, tíma ikki at arbeiða ella vilja ikki taka eina útbúgving. Tey, sum eru í fátækraváða, vera ikki sædd virðiliga sum menniskju, sum hava ómissandi rættindi, men verða heldur viðfarin sum ein út­ reiðsla. Hetta sæst nógva staðni í vestur­ heiminum, og eisini heima hjá okkum, har stórir partar av samgonguni hava ilt við at viðurkenna, at tað er nakar í Føroyum, sum er fíggjarliga sperdur. Verður hetta ikki viðurkent, er trupult at gera nakað við støðuna, og tann sum tað gongur harðast útyvir eru børnini. Tað eru 1326 børn í Føroyum í fátækraváða, herav eru eini 500 børn, sum hava verið í støðuni í meir enn 3 ár. T.v.s. tað er ikki ein nýliga íkomin støða, sum familjan skjótt sleppur úr. Tey arbeiðandi fátæku Í Vesturheiminum fáa vit størri og størri bólkar av eitt nú »working poor«. Fátøk í arbeiði, sum hóast tey royna at taka hvønn tíma tey kunnu, so er tað ikki nóg mikið at klára seg fyri. Í Føroyum hava vit ein arbeiðs­ marknað, sum er merktur av smid­ leika, men eisini av óvissu serliga vegna rávørutilgongdini og veðri, tí er mangan ikki nokk av tímum til at fáa eina fulla mánaðarløn. Kanning hjá Føroya Arbeiðarafelag vísir, at ein stórur partur av teimum, sum arbeiðir niðursetta tíð, kundu hugsa sær at arbeitt meir, og at tey taka hvønn tíma tey fáa, men meir arbeiðið er ikki at fáa. Í Føroyum er ikki gjørligt at skráseta seg sum parttíðararbeiðsleys, tískil hava vit ikki eina rættvísandi mynd av veruliga arbeiðsloysinum. Vit vita, at tey sum fáa hjálp frá »Í menniskjum góður tokki« eru ein ógvuliga samansettur bólkur av fólki. Tey eru lesandi, láglønarstørvum inn­an tað almenna/kommunala, fólk við parttíðarstørvum, tímalønt við óstøðugum arbeiði, fólk sum eru sjúkrameldað, arbeiðsleys, í barsli og fólk, sum fáa ymiskar al­ mannaveitingar vegna sjúku, avlamni ella av øðrum orsøkum. TÍÐARGREIN Andstøðuflokkarnir hava lagt upp­skot fyri løgtingið, sum hjálp­ir familjunum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Gerast skal eitt serligt barnaískoyti upp til 1500 kr fyri hvørt barnið til húski, ið liva undir fátækramarkinum. Verður hetta uppskot sam­tykt, er hetta ein stórur bati hjá teimum barnafamiljum, sum hava tað truplast. Børnini eru ein ser­liga útsettur bólkur. í »Álitinum um eitt føroyskt fátækramark« verður m.a. sagt um børn í fátækradømi: »Eitt lív í fátækradømi hevur stórar avleiðingar – ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagið. Fátækradømi ávirk­ar avrik hjá børnum á útbúgv­ingar­ økinum og harvið eisini møgu­leik­ arnar hjá hesum børnum seinni í lívinum. Kanningar í øðrum londum vísa, at børn, ið vaksa upp í fátøkum familjum, hava verri útlit seinni í lívinum at fáa arbeiði ella at fáa eina út­búgving enn børn, ið vaksa upp í familjum, sum eru fíggjarliga væl fyri. Fortreytirnar hjá hes­um børnum at blíva vælvirk­andi samfelagsborgarar eru so­statt ikki eins góðar sum hjá øðrum børnum, og tað hevur sam­felagsligar avbjóðingar við sær á fleiri økjum. Gransking í øðrum londum vísir eisini, at fólk við lágum inntøkum hava vána­ ligari heilsustøðu enn onnur. Heilsuverkið brúkar lutfalsliga fleiri ressursir upp á hendan bólkin, enn upp á borgarar annars, og fólk við lágum inntøkum hava lægri livialdur. At børn uppliva fátækradømi er ein serligur trupulleiki - bæði fyri samfelagið og fyri børn­ini sjálvi, sum eru rakt av fátækradømi í mun til vaksin, sum uppliva fátækradømi. Fyrst og fremst hava børnini ikki møguleika sjálvi at gera nakað við støðuna og at koma sær burtur úr fátækradømi. Hjá vaksnum er tað serliga langtíðar fátækradømi, sum hevur langtíðar árin, men kanningar vísa, at hjá børn­ um kann eisini stutttíðar fá­ tækadømi hava ávirkan á livikorini seinni í lívinum.« Hvat er fátækadømi »Einstaklingar, familjur og bólkar kunnu sigast at liva í fátækadømi, tá ið tey ikki hava ráð at fáa tann mat, luttaka í teimum aktivitetum og hava tey livikor og hentleikar, sum er vanligt ella viðurkent í samfelagnum tey búgva í. Teirra ríkidømi er somikið langt undir tí, sum er vanligt fyri einstaklingar og familjur, at tey eru avskorin frá vanligum livihátti, vanum og virksemi.« Allýsing samsvarandi Peter Townsend 1979 Sosialvísindaligar kanningar mugu gerast Kyn aldur og parlagsstøða er í stóran mun avgerandi fyri, um tú klárar teg fíggjarliga væl ella ikki. Men vit vita ikki, hvussu ein fíggjarlig trongstøða ávirkar inni í teimum einstøku húsarhaldinum, børnini, nærumhvørvi o.s.fr. Vit vita og kunnu lætt fyrihalda okkum til tøl, men vit vita ikki, hvussu gerandisdagurin hjá einum, sum livir í fátækradømi er. Hvussu ávirkar tað børnini? Fara tey at megna at bróta sosiala arvin? Vit vita heldur ikki og fyrihalda okkum heldur ikki til, hvat skal til fyri at liva eitt virðiligt lív í Føroyum. Hvat skal í minsta lagi til fyri góða lívinum í Føroyum. Hetta er neyðugt at hava í huga, tá ið vit skulu seta skipanir og fyriskipanir í verk, sum hjálpa fólki burtur úr fátækradømi. Hvat er tað, vit skulu hjálpa teimum burturúr, og hvat er tað, sum skal til í krónum og oyrum fyri at liva eitt virðiligt lív? Løgtingið viðger fátækadømi