Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 SOSIALURIN 52 FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015 Óli Jacobsen SVERRI RASMUSSEN: FÓRU SUM DEYÐSIGLARAR TIL ABERDEEN Sverri Rasmussen, Sverri hjá Skála Palla, var ein óførur frásøgumaður. Hann var ein teirra, sum sigldu undir krígnum, og hann upplivdi eisini eitt sindur av hvørjum Krígssiglingin 5. partur S verri var ættaður av Skála. Mamman var Rakul, ættað av Skælingi. Pápin var Palli Rasmussen, vanliga nevndur Skála Palli. Sverri fór ungur í læru á skipa smiðjuni á Skála. Men seinni fór hann til skips. Fyrst fór hann við Isabellu, har svágur hansara var skipari. Seinni fór hann við Nor- mann er. Henda søgan er tó um, tá ið hann sigldi und ir krígnum. Hetta var tann mest vanliga sig lingin til Íslands at keypa fisk, síðan til Aber- deen at landa. Sverri upplivdi kanska meira enn nógvir men slapp kortini væl frá tí. Tað, sum Sverri hevði at greiða frá, er tí eisini eitt virðismikið ískoyti til søguna um ta før oysku krígssiglingina. Sverri: Fór við Grýluni Eg fór í 1940 við Jóan Jakku Durhuus, svági- num, til Grønland við "Albert", vanliga nevnd Grýlan, tí hon skuldi vera eitt ljótt skip. So kemur kríggið, og nú skuldi riggast um til sig ling við ísfiski til Bretlands. Tað var Balslev & Co, sum leigaði skipið. Vit fóru upp til Íslands at keypa fisk. Vit fóru síðst í oktober upp til Vest m annaoyggjarnar at keypa ís. Tað var trot á ísi í Føroyum, so galið var tað. Tað vóru onkur ís virki, men hetta munaði so lítið til øll skipini, sum nú fóru at ísa fiskin. Roynt var eisini at bróta ís av frystum vøtnum. Hetta gjørdi eitt sind ur av mun men kortini ikki nóg mikið. Í Vestmannaoyggjunum fingu vit at vita, at vit skuldu á Norðfjørðin á Eysturlandinum at taka fisk. Nú var komið út í november mánað. Tá vit komu hagar, flentu teir at okkum. Teir gjør du tá nevniliga klárt til várfiskiskapin. Tí var einki gjørt við nakran fiskiskap tá. Boð komu so um at fara upp á Hunaflóðan á Norðlandinum, har fiskur skuldi vera at fáa. Tá vit so skuldu fara at hiva inn - tað var so djúpt á Norðfjørðinum - fingu vit ikki akkerið upp aftur. Har lógu vit. Men tað sum bjargaði okk- um var, at "Normanner" var har eisini. Niclas Hovgaard í Porkeri var skipari. Hann gjørd ist seinni kendur sum maðurin, ið lærdi norð- menn at fiska við troli. Niclas skipaði fyri at Normanner skuldi hála akkerið hjá okkum inn, tí teir høvdu ein so góð- an deksmotor. So lá leiðin upp á Norðlandið. Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg hevði hoyrt um Norðlandið um veturin. Landnyrðingur var, og høgætt var ikki gamansleikur á hesum leið um. Tá vit komu norður um Langanes, var hann landnyrðingur við øgiligum kavaroki. Ikki høvdu vit so frætt sum eitt stýrhús at standa í. Vit stóðu á berum dekki í kavaroki. So sig ur skiparin við meg: "Legg eitt sindur longur til bakborð". Ja, hugsaði eg, tað mundi vera best at vera nærri landi, skuldi hann brent á, sum man ofta hoyrir um landnyrðingin á hesum leið um. Um hetta hendi kundi farast inn á ein fjørð. Vit løgdu so eina hálva ætt vesturyvir. So við eitt vekk nú stillar hann av um náttina. Tað varð svarta stilli, og so kláraði í. Tað er tann flott asta náttin, eg havi upplivað í mínum lívi, tá alt norðlýsið kom. Vit fóru so vestur eftir. Vit skuldu upp á Húna flóðan at taka fisk, á Stein grims fjørðin- um. Hetta var ein deiligur fjørður at liggja á. Men her var heldur eingin fiskur at fáa. Tá ið vit so høvdu ligið her einar tvær vikur, fáa vit at vita, at vit skuldu upp á Bjarnafjørðin nakað eyst ari. Tá vóru teir farnir at rógva út har. So fara vit at sigla tann vegin og byrja at taka fisk um kvøldið, tá bátarnir komu inn at landa. Vit vask aðu fiskin og fingu hann niður í lastina, har hann var ísaður. Skjótt var fult skip. So av- stað aftur á marknað, og tað var fínasta veður, sum vit sigldu eysturyvir. Ein sjógvur Nú var komið út í desember og tað fer at nærk- ast jólum. Kósin var sett til Aberdeen, har vit skuldu landa. Tá vit komu suður um Langa- nes, var hann landsynningur, og vind urin var beint ímóti. Vit fóru so tøtlandi suður eftir. Og nú støkkur hann vestur um av útsynn ingi við stormi, eitt ordiligt ódnarveður. Vit mistu fokkuna beinanvegin av sjógvi. Erik á Berjar- heyg num á Skála var bestimaður, og eg stóð bundin til róðrið. Og so sigur Erik við meg, at nú síggja vit ein so øgiliga stóran sjógv, og hann rópar: "Kom upp í vindin við henni". Eg sigi, at eg komi ikki nærri. Hann sigur, at tú skalt koma, inntil seglini fara at blaktra. Tað dámdi mær øgiliga illa. Eg helt, at vit fóru nógv ov beint upp í hendan stóra sjógvin. Men soleiðis vildi hann hava tað. Og so breyt beint í gronina á henni. Eg gloymi tað ikki, brakið og knakið av henni, sum tað ljóðaði har frammi. Bestimaðurin loypur so fram bein- an vegin. Og tað vísti seg, at tað var ikki so frægt sum ein rútur brotin í skeilettinum í lugarinum. Eg skilji ikki, hvar hetta brakið kom frá, tí tað ljóðaði, sum at alt fór í knús har frammi. Vit lógu ein tíma afturat og andøvdu. Eg fekk so Siðsøga Sverri og konan Solveig