hósdagur 7. mai 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
SOSIALURIN 52
FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Sverri, tá ið teir á einum
sinni vóru bumbaðir ein heilan tíma.
frívakt og fór í koyggjuna. Tá eg kom uppaftur,
sigldu vit aftur. Tá var vindurin linkaður. Vit
vóru komnir til Aberdeen 1. jóladag. Vit landaðu
1. og 2. jóladag. Men vit seldu hampiliga væl.
Eg haldi at tað vóru 3.500 ella 3.600 pund. Eg
fekk 2.500 kr fyri túrin. Inntøkan hjá mær
var kr. 4.000 tilsamans í 1940, og var hetta sera
gott tá í tíðini. Men líkamikið, vit fingu eina
deiliga reisu upp aftur. Vit merktu einki til
nakað kríggj.
Sum deyðsiglarar til Aberdeen
Síðst í januar 1941 lógu vit uppi á Hornafjørði
num við fullari last, tá vit blivu fastir í sandi
num. Tað er so nógvur sandur, sum legst har,
hetta var eitt skít pláss. Vit máttu so royna at
bakka frá, og vit bakkaðu og bakkaðu, og at
enda tá loysnaði. Men nú skrúvan skal um
stýrast til at koyra fram, stendur fast, og skipið
stendur framvegis til at bakka. Skrúvutoyið
var fyrigingið, og tað komu menn av ymiskum
skipum at royna at hjálpa. Vit høvdu tekningar
av øllum tí tekniska. Tað var høvuðsaksilin,
sum stýrdi umstýringini. Motorfabrikkin Alfa
var farin at brúka hetta. Men nú var hann
gingin fyri. Tað verður so gjørt eitt og annað,
men einki hjálpti.
Fleiri av hinum skipunum vildu hava last
ina, so teir kundu fara niður við henni. Men
skiparin vildi ikki av við lastina. Hann helt,
at tað mundi bert vera ein bagatel at greiða.
Men eg segði honum, at hetta var ikki nakað
bagatel. So mikið hevði eg lært um motorar á
skiparaskúlanum.
Eg sigi so við skiparan, at hetta er ikki at
spæla við. Skiparin sendir so telegramm til
Tummas Thomsen á Tvøroyri, reiðaran, og
biður hann um at royna at skaffa okkum bed
ingspláss á Havnini, so vit kunnu lyfta reyvina
upp á skipinum, tá vit koma hagar og fáa ordna
skrúvutoyið. Eg helt fyri, at skiparin sá ikki
álvaran í hesum. Vit fóru so sum deyðsiglarar
til Føroyar og sigldu bert við seglum. Vit blivu
sleipaðir út, og tá vit komu út á landgrunnin
kom hann av landsynningi. So løgdu vit bakk.
Eg var í ringum lag hetta kvøldið, tá eg tørnaði
inn á midnátt.
Eg hevði frívakt hundavaktina. Tað var ikki
hugaligt at liggja sum deyðsiglari í krígstíð.
Men tá eg kom upp aftur, nú siglir hon sum
ein røvari. Tá var hann komin av útsynningi
vestri. Vit høvdu 18 tímar í Mykines, so skjótt
gekk tað. Tá vit sigldu Skopunarfjørð, so hyggi
eg at skiparanum. Eg kendi geberdurnar hjá
honum. Hann gekk og snaraði hárdoddin. Eg
sigi við hann: "Hvat hundin spekulerar tú nú
uppá. Nú er okkurt!" "Ja, nú mást tú hjálpa
mær", sigur hann. "Við hvørjum?" "Eg vil hava
skipsráð", sigur hann, "eg eri bangin fyri at fara
á skipasmiðjuna". "Ja, eg eri vanur at hjálpa
tær", sigi eg við Jóan Jakku. Hann sigur, at
tað er heilt vist, at hesin byrður kann strekk
ja heilt til Aberdeen. Eg mátti flenna. At fara
sum deyðsiglari til Aberdeen! Tá var ikki øll
bumbingin byrjað, sum kom seinni í 1941, og
sum kostaði Føroyum mong skip og mannalív.
Skipsráð
Tað bleiv skipsráð millum manningina, um vit
skulu fara allan vegin við seglum, og tað gjørd
ist fýra móti fýra. Á, sum skiparin stríddist at
fáa eina afturat í sín part, og hetta eydnaðist.
Vit sigldu so víðari. Reiðarin gekk í Havn og
bíðaði. Nógv vóru bangin um okkum. Og tá
avtornaði, hevði skiparin rætt. Hann hevði so
knúsandi góð ánilsir. Vit hildu ein fínan byrð,
og vit høvdu akkurát somu tíð, sum tað vanliga
tók at sigla úr Føroyum til Aberdeen, tvey sam
døgur. Vit tóku onga kontrollhavn, sum tað
annars var fyriskipað. Tað kundi vit ikki, sum
støðan var. Vit komu so niður til Aberdeen, har
ein kontrollbátur kom út til okkara og spurdi
eftir signalunum. Vit søgdu, at vit høvdu eingi
signal, tí vit vóru deyðsiglarar. Vit máttu strika
seglini beinanvegin, vit komu niður. So kom
ein sleipibátur út og sleipaði okkum inn í fiski
dokkina. So varð selt, og vit seldu væl - 6.600
pund. Tískil fingu vit eina fína sølu. So fór
skipið í eina dokk í Aberdeen. Tað var ein so
kallað lyftidokk. Og nú fór aksilin og alt, sum
hoyrdi til í land. Vit lógu 14 dagar har. Her
mátti alt dreygast umaftur. Høvdu vit farið
inn á Havnina, so hevði tað tikið so langa tíð,
at lastin hevði farið sum tøð. Reiðaríið frætti
einki frá okkum, fyrr enn sølan kom.
Buldraslig sigling
Vit gjørdu fleiri túrar, inntil vit koma til
tann túrin í 1941, tá vit sigldu inn á Havnina
og "Lincoln City" var søkt, meðan "Carolina
Tordén" lá brennandi í Nólsoyar firði, eftir at
hava verið bumbað av týskarum.
Tá vit komu inn um Borðuna, sóu vit alt
hetta. Vit vóru akkurát komnir av Sandoyar
Bankanum eftir kósini, sum vit skuldu sigla. Tá
sóu vit, at flúgvari var eftir trolaranum "Skála
berg" og sluppini "Lissi". Tá søktu teir sluppuna
"Beinisvørð" úr Vági sunnan fyri okkum. Vit
skuldu fara til hjálpar, men so var akkurát
eitt skip komið, sum tók fólkið. Vit settu inn
á Havnina, og tá sóu vit, hvussu skilið var. Øll
hesi álopini hava vist verið frá somu flogførum.
Eg sigldi so meira ella minni undir øllum
krígnum. Teir vóru nógvir í boði um kjansirnar,
so allir sluppu ikki upp í part, men manningin
skifti so kristiliga. Men eg havi havt so ríkiligt
av døgum til at fáa krígspensjón.
"Albert" var heimahoyrandi á Tvøroyri.
Suðringarnir vóru so argir um, at norðanmenn
skuldu vera við. Teir hildu, at á Skála var
nokk av arbeiði. Hjá teimum skuldi ikki verið
neyðugt at siglt. Men mær dámdi einki at
arbeiða á Skipasmiðjuni. Mær dámdi best at
sigla, skiparin Jóan Jakku vildi altíð hava meg
við.
Sverri lærdi á Skála Skipasmiðju
Albert fór sum deyðsiglari til Aberdeen. Her er tað Skálaberg, sum liggur inni
Norðfjørður, har nógv føroysk skip komu undir krígnum at keypa fisk
Jóan Jakku Durhuus var skipari á Albert. Hann gjørdist kendur trolaraskipari