Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BRETSKA VALIÐ Mortan Østerø Teir seks mánaðirnir upp­ undir valið í Stórabretlandi, vóru allar veljarakanningar samdar um, at undirtøkan fyri Labour og konservativa flokkin stóð mestsum á jøvn­um, og enntá á sjálvum val­degnum, varð mett, at einans eitt prosentstig skilti flokkarnar. Tá ið avtornaði, gjørdi konservativi flokkurin veljarakanningarnar til skamm­ar og vann stórsigur. – Í mínum egna uni­versi­ tetsumhvørvi merktist eitt stórt vónbrot um úrslitið, ið øll væntaðu fór at hætta sær øðrvísi. Tó skal sigast, at nærumhvørvi her í Lond­ on, og kanska serliga á uni­ versitetinum hjá mær, er tað ein vinstrahallin hugsjón sum skýnir ígjøgnum. Kon­ serva­tivi flokkurin og libe­ ralu demokratarnir hava sett í verk nógv sparitiltøk, sum hava rakt lummarnar hjá teimum lesandi – mest eyð­ sæð við tí trýfaldaða skúla­ gjaldinum, sigur Mein­hard Arge Jensen, ið lesur bú­ skaparfrøði á SOAS í Lond­ on. Orsøkirnar til, at tað eyd­ n­aðist Konservativa flokk­ in­um at vinna hóast øðr­vísi spá­dómar og nógvu ópopu­ leru skots­málini í fjøl­miðl­ unum fyri síni spari­til­tøk eru fjøl­tátt­aðar, sam­bært Mein­ hardi. Siðvenjan í Onglandi hevur nevniliga verið, at ein einsamallur flokkur situr við stjórnarvaldinum, heldur enn samgongustjórnir, sum vit kenna í føroyskum poli­ tikki. Valdu taktiskt – Tað, sum hevur fingið størst fjølmiðlarúm í valdystinum er ikki búskaparligu av­bjóð­ ingarnar, men held­ur iva­ málini um skotsku ríkis­støð­ una, tilflytarapolitikkurin og støðan hjá Stórabretlandi mót­vegis ES. Tá ið veljara­ kann­ingarnar upp undir valið gjørdu greitt, at eing­ in flokkur fór at fáa einsa­ mallan meiriluta, var nógv fokus á møguligar stuð­uls­ flokkar til antin Labour ella tey Konservativu í orða­skift­ inum, og tað kann hava førka taktiskar atkvøður, sigur Mein­hard. – Serliga fjølmiðlarnir í Onglandi hava varpað ljós á ókendar avleiðingar fyri Stórabretland, um skotski tjóðskaparflokkurin slapp í stjórnina. Ein ávís óvissa valdaði um hvørji krøv SNP fór at seta og hvussu tað kundi ávirka førda politikkin í Westminster. Tað tyktist eins og bretska fólki ikki ynskti at hava eina stjórn, sum man ikki var kendur við, sigur hann. Sambært Meinhardi Arge Jensen, kann óvissan við SNP hava ført við sær, at fólk hava sett sínar krossar øðrvísi á valdegnum, enn tey annars høvdu. – Varð útfalli eins og veljara­kanningin spáddi, so høvdu SNP helst stuðla Labour í einari stjórn­ar­ samanseting, sum ong­ lend­ingar ikki høvdu sæð fyrr. Onglendingar ynsktu kanska ikki, at skotar brád­ liga høvdu ávirkan á førda politikkin, illgittu kanska SNP fyri at krevja ov nógv í sín part. Tað hevði snøgt sagt skapt eitt ov stórt frá­ vik frá reellu tveyflokka skipanini, ið kanska tyktist ov ótrygt fyri onglendingar. Settu teir heldur krossin við Konservativa flokkin, vistu teir um ikki annað hvørja stevnuskrá tey fingu næstu fimm árini, sigur Meinhard. Milliband ikki rætti maðurin Ein av teimum trimum for­ monnunum, sum løgdu frá sær eftir valið var tann fyri Labour, Ed Milliband. Eftir at Labour hevði havt eitt keðiligt val í 2010 við Gordon Brown á odda, legði hann frá sær og for­mans­ sessurin koma at standa millum Milliband brøð­ur­ nar, Ed og David. Ed vann á eldra beiggja sínum, við sløk­um 50,65 móti 49,35 pro­ sentum. Síðani hevur Ed Milli­band verið fyri stórum atfinningum í bretsku fjøl­ miðlunum, sum flest allar hava tikið støði í hansara persóni framum hansara poli­tikki. – Bretsku fjølmiðlarnir eru ógvuliga litaðir í síni við­gerð av politikki, og fara oftani yvirum mark. Við Ed Milliband hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burtur úr at seta hann fram sum ein tolla. Í hesum valstríðnum gjørdist tað serliga sjónligt, tá ið summir fjølmiðlar nýttu óhepnar myndir av Labour leið­aranum, meðan hann át ein baconsandwich fyri at til­látursgera hann, sigur Mein­hard. Atfinningar hava tó eisini verið móti politikkinum hjá Ed Milliband, ið skuldi royna at endurskapa Labour flokkin, eftir at hann hevði fingið eitt keðiligt val í 2010. Ein av átøkunum hjá Tony Blair var at førka Labour nærri miðjuni í bretskum politikki, til tess at tekkjast fleiri veljarum. Tá ið Ed Mill­iband tók við, gjørdi SPURNAR­ TEKIN SETT VIÐ VAL­ SKIPANINA Tað, sum skuldi gerast eitt av mest spennandi bretsku valunum í longri tíð, endaði við stórsigri til sitandi konservativa stjórnarflokkin. Tó eru spurnartekin aftur sett við bretsku valskipanina, tí tingmannatali umboðar als ikki atkvøðurnar, sigur Meinhard Arge Jensen, sum lesur búskaparfrøði í London. Skipan Valskeiðini eru vanliga fimm ár. Bretska tjóðartingið er býtt í tvey hús – House of Commons og House of Lords. Umframt húsini í London, eru eisini tjóðartingini í Norður Írlandi, Wales og Skotlandi. House of Commons – 650 tinglimir Umboðini í House of Commons eru fólkavald. Hevur heimild at seta í verk nýggjar lóggávur. House of Lords – 780 tinglimir Flestu av nýggju limunum eru settir av politikarum og stovnum. Um 92 av sessinum eru enntá arvaðir. Kann bert í heilt sjáldsomum førum forða lógaruppskotum úr House of Commons, men aðaluppgávan er at eftirkanna lógaruppskotini úr House of Commons. Valið 2015 Nýggja stjórnin tekur við 18. mai. Var 56. fólkavalið til House of Commons Veljast skulu 650 tinglimir, úr 650 valdømum: 533 úr Onglandi 59 úr Skotlandi (SNP stendur at fáa 53 av hesum) 40 úr Wales 18 úr Norður Írlandi 326 tinglimir tryggja meirilutan Valskipan »First past the post« skipan – einans eitt umboð kann vinna sess í sínum valdømi. Dømi: Hóast fleiri fólk atkvøddu fyri »UKIP« enn »SNP«, fekk SNP fáa væl fleiri tingsessir, tí teir vunnu 56 valdømi, meðan UKIP einans vann eitt.